hósdagur 10. august 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017
SOSIALURIN 92
14
TEMA: Stjórnar skipanin
14
FÓLKAATKVØÐA SPØKIR
Í STJÓRNARSKIPANINI
Tað eru nøkur generell rættindi staðfest í lógini, men tað er ikki so nógv annað enn tað, ið
stendur í donsku grundlógini, og sum man gott kundi sett inn í verandi stýrisskipan. Tað sigur
Hans Andrias Sølvará um uppskotið til stjórnarskipan, ið er sent til almennar hoyringar.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
U
ppskotið til nýggja
stjórn arskipan, ið Før-
oya landsstýrið sendi
til almennar hoyringar
í síðstu viku, inniheldur ikki nakað
koll velt andi nýtt. Tað metir søg u-
frøð ingurin Hans Andrias Sølv ará,
ið er dekanur á Søgu- og Sam fe lags-
deildini á Setrinum.
– Tað eru nøkur generel rætt indi
staðfest í lógini, men tað er ikki
so nógv annað enn tað, ið stend-
ur í donsku grundlógini, og sum
man gott kundi sett inn í ver andi
stýrisskipan, sigur Hans Andri as
Sølvará.
Eitt av teimum punktunum, ið
hev ur fing ið mest umtalu í nýggja
upp skot in um, er §1, stk. 1, ið stað-
festir:
Føroyar eru land, føroyingar eru
tjóð, og alt vald í landinum er hjá
Føroya fólki.
Av øllum tí, ið stendur í nýggja
upp skotinum, er hetta tann orð ing-
in, ið Hans Andrias Sølvará fest ir
seg ser liga við, tó hann ivast í virð-
in um av orðingini.
– Hetta er tað nýggja í stjórn-
arskipanini, og staðfestir at rættin
at taka fullveldi liggur í Føroyum.
Men spurningurin er, um tað ikki
mest er symbolpolitikkur. Dan ir
hava í longri tíð sagt, at um før oy-
ing ar ynskja fullveldi, so fáa teir
full veldi, hóast tað formelt er ein
av gerð, ið liggur í Danmark, sigur
Hans Andrias Sølvará, men leggur
aft ur at.
– Tó so, ein breið semja í Før oy-
um um tey politiskt umstríddu
við ur skiftini við Danmark kundi í
sjálv um sær havt stóran politiskan
týdn ing fyri ikki minst føroyskan
inn an rík is poli tikk.
Leivd frá fólkaatkvøðuni
Júst spurningurin um hvør hevur
síðsta orðið at siga í avgerðini um
rík is rætt ar ligu støðu Føroyar er
nak að, ið kjak ast hevur verið um
í meira enn eina hálva øld. Eftir
fólka at kvøð una 14. september
1946 var tað nevniliga kjarnin í
ósemjuni, ið gjørdi at kongur sendi
løgtingið til hús og fólkaatkvøðan
datt fyri bakka.
– Eftir fólkaatkvøðuna stað-
festi Thorstein Petersen, løg tings-
for mað ur, at við fólkaatkvøðuni
hevði Føroya fólk givið sín bind-
andi fólkadóm, um at alt vald er í
Før oy um og at tað er løgtingsins
skylda at útinna fólksins vilja,
greið ir Hans Andrias Sølvará frá.
Tá løgtingið kom saman aftur
tríggj ar dagar seinni kravdi Andr-
ass Samuelsen, formaður í Sam-
bands flokkinum, at løgtingið
skuldi atkvøða um orðingina hjá
ting for mann in um. Tá avtornaði
var ein vænt að ur meiriluti fyri orð-
ing ini, tí javnaðarmaðurin Ják up í
Jákupsstovu atkvøddu saman við
Fólkaflokkinum, soleiðis at orð-
ingin bleiv samtykt við 12 at kvøð-
um fyri og ongari ímóti.
Tann samtyktin er í týdningi
mein lík orðingini §1, stk. 1 í nýggja
stjórn arskipanauppskotinum, og
var hetta tá ein trupulleiki hjá
døn um, tí í §18, stk. 1 í grundlógini
verð ur nevniliga staðfest, at kong-
ur ikki á nakran hátt kann minka
ella økja um økið á ríkinum uttan
sam tykt frá ríkisdegnum.
– Løgtingið samtykti tá, at alt
vald er í Føroyum sum úr slit av
fólka atkvøðuni, og tað er løg-
tings ins skylda at út inna fólksins
vilja. Men so kom amtmaðurin við
ein um telegrammi úr Danmark, ið
stað festi, at løgtingið hevur sam-
tykt nakað, ið er ólógligt, tí hetta er
ein avgerð, ið sambært grund lóg ini,
einans ríkisdagurin kundi taka, og
sum løgtingið ikki hevði heim ild til,
sigur Hans Andrias Sølvará.
Knúturin tann sami
Endin varð, at kongur sendi løg-
ting ið til hús og útskrivaði nýval.
Tá føroyingar fóru á løgtingsval
bleiv ein nýggj samgonga mannað,
ið ikki tók undir við úrslitinum av
fólka at kvøð uni, og líka fram til
1998, tá fyrsta fullveldislandsstýrið
bleiv skip að, tóktist eingin vilji at
vera fyri einum sjálvstøðugum
Før oy um.
Fullveldislandsstýrið fekk
sett gongd á arbeiðið at gera eina
nýggja grundlóg, og er tað sama
lóg, nú við nýggjum navni og mun-
andi broytt, ið verður send til hoyr-
ingar. Men ósemjan frá 1946 spøk ir
enn.
– Knúturin er tann sami sum í
1946. Hvussu sleppur man undan,
at valdið liggur í Danmark, tí tað
er jú tað, ið grundlógin sigur. Rík is-
dag urin skal spyrjast eftir, um ein
partur av økinum, ið er fevnt av
donsku grundlógini, ætlar sær úr
ríkinum, vísir Hans Andrias Sølv-
ará á.
Tað tykist tó, at tað hevur eydn-
ast at orða lógina soleiðis, at hon
tekur hædd fyri grundlógini, men
sam stundis staðfestir at valdið
ligg ur í Føroyum.
– Orðingin staðfestir at alt
vald er í Føroyum, men við-
ur kennir altjóða sáttmálar og
stjórn arsáttmálar, ið helst um fat-
ar heimastýrislógina og grund-
lóg ina. Men tað liggur í hesum, at
føroyingar kunna loysa, sigur Hans
Andrias Sølvará.
Fólkaviljin trumfar
grundlógina
Hans Andrias Sølvará vísir tó á,
at søgan vísur, at tá tað kemur til
stykk is, so eru tað ikki juridiskar
orð ingar, ið beina vegin fyri loys-
ing ina.
– Tað hevur ikki so stóran týdn-
ing, at man formelt skrivar, at før-
oy ing ar ráði í Føroyum. Boðini frá
kongi í 1946 høvdu ikki havt nakr-
an týdning, um føroyingar vóru
samd ir um, at teir tóku fullveldi.
Tá høvdu danir ikki funnið upp á
muta ímóti og sagt, at tað stend ur
í grundlógini, at tað skal góð kenn-
ast av ríkisdegnum, sigur Hans
Andrias Sølvará, og leggur afturat.
– Men danir vistu, at um man
seink aði hetta eitt sindur og út-
skriv aði nýval, so kundi tað vera,
at meiri lutin ikki var fyri at seta
av gerð ina í verk. So tað bleiv eitt
jur id iskt spæl, ið virkaði tá. Men
Før oy ar fara ikki at fáa fullveldi av
eini løgfrøðiligari fintu. Tað verð-
ur tí Føroyar fólk vil tað. Tá er tað
líka mikið hvat grundlógin sigur,
sig ur Hans Andrias Sølvará.
Knúturin er tann sami sum í 1946.
Hvussu sleppur man undan, at valdið
liggur í Danmark, tí tað er jú tað, ið
grundlógin sigur
a
a
Føroyar fara
ikki at fáa
fullveldi av eini
løgfrøðiligari
fintu. Tað
verður tí
Føroyar fólk vil
tað. Tá er tað
líkamikið hvat
grundlógin
sigur