hósdagur 10. august 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017
SOSIALURIN 92
15
SÓLVIT E. NOLSØ
SOLVIT@SOSIALURIN.FO
T
að er umráðandi at
fáa staðfest, at valdið í
Føroyum liggur hjá fólk-
in um. Tað vil so eisini
siga, at um ein grundleggjandi
broyt ing skal ger ast, so er tað ikki
løg tingið ella lands stýrið, sum skal
taka av gerð ina, men Føroya fólk.
Løg tingið kann eitt nú avgera sjálvt
at loysa frá Danmark ella melda
okk um inn í ES, men við hesum
fáa vit skrivað nið ur, at fólkið skal
spyrj ast áðrenn tað verður gjørt.
Tað byrjar løgmaður við at siga.
Vit sita inni á skrivstovuni hjá
løgmanni úti í Tinganesi, har vit
skifta orð um týdningin av stjórn-
ar skipanini, og hvat tað er, sum vit
skulu taka støðu til næsta ár. Eg
spyrji løgmann, um hann heldur, at
vit hava tørv á eini stjórnarskipan.
– Heilt avgjørt. Tað er umráðandi
at fáa tað fest niður á eitt skjal, sum
vit eru samd um.
Vit eru øll samd um flaggið, um
málið og so víðari, og tað gong ur
eisini fram í skjalinum. Har um-
framt er ein partur, sum hevur við
skyld ur og rættindir at gera. Tú
kann kalla tað eitt samleikaskjal.
Vit hava ikki fyrr orðað eitt skjal,
ið nevnir skyldur og rættindi fyri
at verða borgari í Føroyum. Tað
haldi eg, vit skulu gera. Við bæði
eitt nú forsamlingsfrælsi og talu-
frælsi, men vit hava eisini nøkur
ser føroysk viðurskifti við, eitt
nú inni løgu rættindir og býtið av
grind ini, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur víðari, at tað er um-
ráð andi at fáa henda fyrr óskrivaða
part in av okkara mentan niður á
blað, ið sigur eitt sindur um hvørji
vit eru.
– Vit hava eina stýrisskipanarlóg,
ið eisini umrøður nøkur av teimum
við ur skift inum, sum vit hava við
í stjórn arskipanaruppskotinum,
mill um annað býtið av valdinum.
Fólk ið hevur tó ongantíð havt
møgu leika at staðfesta hana. Tað
fáa tey nú, sigur Aksel V. Jo hanne-
sen.
Ynskiligt við breiðari semju
Sum víst á aðrastaðni í blaðnum, so
eru fleiri tingfólk, sum yvirskipað
taka undir við eini stjórnarskipan,
men sum samstundis ynskja broyt-
ing ar í tí. Heðin Mortensen sigur
mill um annað, at broytingar mugu
til fyri at fáa ein breiðan meirluta.
Utt an ein breiðan meirluta
kann uppskotið ikki sendast til
fólkaatkvøðu, sigur Heðin Mort-
en sen.
Aksel V. Johannesen sigur,
at tað hevur týdning fyri seg, at
semjan millum flokkarnar er so
breið sum gjørligt. Millum ann-
að tí var avgerð tikin um at taka
nakr ar linjur úr, sum semja ikki
fekst um. Landsbankin og bú-
skap ar grunnin til dømis. Aksel V.
Jo hanne sen sigur, at hann metir
ver andi uppskot verða eitt gott út-
gangs støði fyri eini breiðari semju,
men tað fer í eina grein 25 nevnd
hjá løgtinginum, har allir flokkar
eru um boðaðir, og tað verður løg-
ting ið, ið hevur seinasta orðið at
siga.
– Tað er eitt óheppið signal, um
uppskotið fer út við smalum meir-
luta. Tí havi eg lagt dent á, at hetta
er ikki eitt samgongumál. Tað er
tilvitað, fyri ikki at gera hetta
til eitt mál millum samgongu og
andstøðu, sigur Aksel V. Jo hanne-
sen.
Um tað kemur fyri, at løgtingið
fell ur uppskotið, ella málið fellur
við fólkaatkvøðu, so merkir tað
ikki, at tað fær avleiðingar fyri sam-
gong una, sigur løgmaður. Hann
legg ur enn einaferð dent á, at hetta
mál ið er ikki fyri samgonguna og
er ikki komið á samgongufundi
held ur.
– Eg havi brúkt tíð og orku upp á
mál ið fyri at fáa tað avgreitt. Helst
við so stórari semju sum gjørligt.
Um uppskotið nú fellur, so kann eg
bara siga fyri meg, at eg brúki ikki
meira tíð uppá tað, sigur Aksel V.
Jo hannesen.
Vandi fyri at kjakið endar
um loysing og samband
Arbeiðið við stjórnarskipanini,
byrj aði við eini grundlógarnevnd,
tá full veldislandsstýrið sat frá 1998-
2002. Arbeiðið kom ongantíð á mál,
men nú er so ætlanin, at endaliga
úr slitið av einum 18 ára longum
arb eiði skal til fólkaatkvøðu. Hóast
sam gongan vil verða við, at hetta
ikki er eitt loysingarskjal, so slepst
ikki und an, at tað er júst kjakið
um loys ing og samband, sum hev-
ur merkt málið øll hesi árini. Løg-
mað ur ásannar eisini, at tað er ein
vandi fyri, at júst tað sama kann
henda nú.
– Ja, tað er ein vandi fyri tí.
Millum annað hevur Sam bands-
flokk urin tosað nógv um, at hetta
er eitt loysingarskjal. Eg kann
bara endurtaka, at hetta er eitt
skjal, ið staðfestir tey viðurskiftir,
sum vit eru samd um í Føroyum.
Hetta er ikki eitt kjak um loysing
og samband. Tað verða ivaleyst
fleiri, sum vilja fáa kjakið inn á tað.
Kanska tí tey liva av tí, politiskt.
Tað er bara ikki tað, ið hetta skjal-
ið snýr seg um, sigur Aksel V. Jo-
hanne sen.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sigur, at stjórnarskipanin er eitt skjal, ið sigur
hvørji vit eru sum fólk og hvat vit byggja á. Eisini skal hon staðfesta, at skulu
grundleggjandi broytingar gerast, so er tað Føroya fólk, ið skal hava endaliga orðið
STJÓRNARSKIPANIN ER
OKKARA SAMLEIKASKJAL