Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. august 2017 sosialurin 92 16 eirikur lindenskov V it kunnu ikki gera alt í senn og mugu spjaða okk­ara í­løgur, sigur Reg­in Jac­ob­sen, stjóri á Bakka­ frost, tá hann verður spurdur, um Bakka­frost hevur nakrar ætlanir um virk­semi á nýggja ídnaðarøkinum á Sundi, sum í løtuni verður útbygt. Sambært alilógini, so kann bara ein al­ari vera á hvørjum firði, og ali­ loyv­ini á Kaldbaksfirði eigur Bakka­ frost. Men Bakkafrost hevur samskift við Tórshavnar kommunu um at byggja eina smoltstøð á Sundi. Í sambandi við útbyggingina av havn­arøkinum har – sum kald­baks­ fólk hava mótmælt hvassliga, hev­ur Tórshavnar kommuna víst á, at ein ítøkilig ætlan er um aling á landi á Sundi. Tann umsóknin er frá einum privatpersóni og ikki frá Bakka­frost, sum hevur aliloyvi á Kald­baksfirði. Tórshavnar kommuna kann hvørki játta aliloyvi ella broyta ali­ lóg­ina so­leið­is, at tveir alarar kunnu vera á sama firði. Sam­bært galdandi alilóg kann eing­in annar enn Bakkafrost ala á Kald­baks­firði. Hóast tað liggur í kortu­num, at alilógin skal broytast, so er einki, sum bendir á, at ásetingin um bara ein alara á sama firði verður broytt. Byggja fyri 700 milliónir Í løtuni byggir Bakkafrost eina smolt­ støð norð­uri á Strond á Borðoynni fyri 700 milliónir krónur. – Við hesi útbygging fáa vit allan fisk­in hjá okkum upp á 500 gramm, áðr­enn hann fer á sjógv. – Gjørdu vit eina slíka útbygging á Sundi, so høvdu vit kanska kom­ið upp á eitt kilo, áðrenn fiskurin fór á sjógv, sigur Regin Jacobsen, sum vísir á, at tú mást hava stóran kapasitet uppi á landi fyri at koma upp á eina so stóra stødd sum eitt kilo. – Í Føroyum er tað avmarkað, hvussu stór­ar firðir vit hava. Tí er ein møgu­leiki fyri at vaksa um alingina í Før­oyum at framleiða størri fisk uppi á landi. Tá hann so kemur á sjógv, so tek­ ur tað styttri tíð at framleiða hann fram til tøku. Á tann hátt fært tú opt­i­mer­að framleiðsluna, vísir Regin Jac­obsen á. Hann sigur, at hetta gevur ein nógv betri búskap. Tann samlaða fram­leiðslan verður nógv effektivari við tað, at tíðin, sum fiskurin gongur í sjónum tá styttst niður í einar átta mán­aðir. – Hetta ger, at kapasiteturin í Før­ oyum økist munandi. Vit fáa jú ikki fleiri firðir í Føroyum, men vit kunnu bøta um mátan vit brúka fram­leiðslu­ kapa­si­tet­in í Føroyum uppá, sigur Regin Jacobsen. Ikki rætt at ala fisk til seks kilo á landi Tó at ein útbygging á Sundi hevur á­huga hjá Bakkafrost, so er tað ikki akt­uelt, so leingi Smoltstøðin norðuri á Strond er í gerð. – Men at ala fisk til 6 kilo á landi, tað halda vit ikki vera rætt. Vit halda tað vera meira hóskandi at ala fisk upp til 1 kilo á landi og so brúka teir inn­aru firðirnar til upp til 4 kilo. Síðani kunnu vit brúka teir ytru firðirnar ella opið hav til at ala víðari. – Á tann hátt brúkar tú økið uppi á landi meira optimalt, og tú fært opti­ merað kostnaðin, soleiðis at tú fram­ veg­is hevur ein rakstrarkostnað, sum er kapp­ingarførur við útlandið. Regin Jacobsen sigur, at tað er sera dýrt at ala stóran fisk uppi á landi. Hann vísir aftur á smolstøðina norð­uri á Strond: Hon kostar 700 milli­ón­ir krónur at byggja. – Har kunnu vit ala eini 4.000 tons um árið. Tað er ein dýr íløga í mun til fram­leiðsluna. ­– Og at ala enn størri fisk uppi á landi verður uppaftur dýrari. Tú skal gera kør, sum skulu stoypast, tú skalt gera biofiltur og pumpuskipanir, Vit halda tað vera meira hósk­ andi at ala fisk upp til 1 kilo á landi og so brúka teir inn­aru firð­ ir­nar til upp til 4 kilo. Síðani kunnu vit brúka teir ytru firðirnar ella opið hav til at ala víðari« Regin Jacobsen, Vinna Snýr seg um at stytta tíðna á sjónum Orsøkin til, at tað loysir seg at gera eina kombinatión við at fram­ leiða fisk longur uppi á landi tað er, at tá útnyttar tú fasilitetin á sjón­um betri. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost ■ Í 2016 seldi Bakkafrost fyri tilsamans 3,2 milliardir krónur. ■ Bakkafrost gjørdi í 2016 íløgur fyri 687 milliónir krónur, harav størstu íløgurnar vóru í nýggja kryvji- og portiónsvirkið á Glyvrum og í smoltstøðina á Viðareiði ■ Í meðal vóru 870 fólk á lønarlistanum hjá Bakkafrost í 2016 ■ Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2016 var 1.339 milliónir krónur – Í Føroyum er tað avmarkað, hvussu stór­ar firðir vit hava. Tí er ein møgu­leiki fyri at vaksa um alingina í Før­oyum at framleiða størri fisk uppi á landi. Tá hann so kemur á sjógv, so tek­ur tað styttri tíð at fram­leiða hann fram til tøku, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost