hósdagur 10. august 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. august 2017
sosialurin 92
17
stýriskipanir av ymsum slag, og tú
skalt brúka lutvíst nógv fólk á eini
slíkari støð. Tí verður tann framleiðsl
an rættiliga dýr.
– Men orsøkin til at tað loysir seg
at gera eina kombinatión við at fram
leiða fisk longur uppi á landi tað er,
at tá útnyttar tú fasilitetin á sjónum
betur. Tí tá fiskurin kemur á sjógv, so
gongur tað styttri tíð, til hann kemur
til tøku.
– Samanlagt fært tú nógv meira
burturúr. Og so ber tað til eisini at
fara út við størri fisk á meira harð
balið øki. So samanlagt fær man op
timerað skipanina í Føroyum nógv
meira, vísir stórin á Bakkafrost á.
Alsamt størri fiskur á landi
Gongdin er, at alifiskurin verður
alsamt størri, áðrenn hann fer á sjógv.
Fyrr var vanligt at framleiða smolt
til 40-50 gram, áðrenn tey vórðu
koyrd á sjógv. Regin Jacobsen sigur, at
fyri eini trimum árum síðani vóru vit
á 100 grammum – og nú er fiskurin á
umleið 150-200 gramm, áðrenn hann
fer á sjógv. Regin Jacobsen vísir á,
at tá vit tosa um aling uppi á landi,
so koma vit beinleiðis í kapping við
landaling í Miami ella í Kina, har tey
eisini arbeiða við líknandi verkætl
anum.
– Lat okkum siga, at tað kostar 10
krónur meira fyri kilo at ala á landi.
Og vit brúka í dag kanska 10 krónur
at frakta fiskin til USA við flogfrakt.
So kann niðurstøðan hjá kappingar
neytum í USA ella Kina vera, at um
teir framleiða fiskin sjálvir, so spara
teir flutningsútreiðslurnar og fáa
kappingarfyrimun.
– Um vit framleiða fiskin á landi í
Føroyum við 10 krónum meira í kost
prísi, so hava vit eitt verri kappingar
føri í mun til kappingarneytan í USA
ella Kina.
– Tí haldi eg, at vit í Føroyum skulu
hugsa øðrvísi enn at fara í beinleiðis
kapping við Kina ella Miami. Vit
mugu hugsa onnur konsept, heldur
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.w
Vinna
Tað er bara Bakkafrost, sum sambært alilógini hevur loyvi at ala á Kaldbaksfirði. Og Bakkafrost kann bara
byggja smoltstøð á øki, har felagið hevur aliloyvi. Tí er nýggja havnarøkið á Sundi áhugvert hjá Bakkafrost
L
aksaprísurin hevur verið
nakað lægri senastu vik
urnar. Eitt er, at útboðið
av laksi á marknaðinum
er vaksandi, men sambært stjór
anum á Bakkafrost, so er eisini
nógv psykologi í, hvussu laksur
verður keyptur.
– Tað snýr seg eisini nógv um,
hvat keyparin væntar.
– Væntar keyparin, at tað kem
ur nógvur laksur á marknaðin
seinni, so trekkja teir seg aftur,
vísir Regin Jacobsen á.
Hann sigur, at roknað verður
við meiri laksi seinna hálvaár. Tí
kemur prísurin sannlíkt at liggja
á nakað lægri støði.
Á Bakkafrost úttala tey seg ikki
um, hvussu tey vænta, at ársúrs
litið, men bara, hvussu stóra nøgd
tey vænta at framleiða.
Men greinarar eru javnan
frammi við metingum – og á
heimasíðuni hjá Bakkafrost, undir
»investor relations« ber til síggja
meira.
Greinararnir hava alla tíðina
sítt boð upp á, hvørjum roknað
verður við, og teir mæla eisini til
keyp og sølu av partabrævinum
í Bakkafrost, alt eftir, hvussu
gongdin er.
Psykologi í laksaprísi
– Er hatta økið har,
so kann tað brúkast
S
oleiðis sigur Regin Jacobsen um
vinnuøki, sum Tórshavnar kommuna
er í ferð við at gera á Sundi.
Tað er komið fram, at ein umsókn
er send býráðnum í Havn um at byggja virki
til aling á landi á Sundi. Tá ið Bakkafrost hevur
aliloyvið á Kaldbaksfirði, so er tað bara Bakka
frost, sum kann ala á Kalbaksfirði, soleiðis
sum alilógin tilskilar.
– Vit hava eisini verið í sambandi við Tórs
havnar kommunu um at byggja eina smoltstøð
har. Tað krevur minst 40.000 fermetrar, um vit
skulu byggja eina slíka smoltstøð. Men enn er
hetta ikki so ítøkiligt, at nøkur umsókn er send
Tórshavnar kommunu. Talan hevur bara verið
um óformligt samskifti, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur tó, at hetta eru ætlanir, sum
Bakkafrost hevur havt aftaná, at farið varð í
gongd norðuri á Strond.
– Vit valdu at gera tað fyrst, men ein út
bygging á Sundi kann vera tað næsta. Vit klára
ikki at gera fleiri íløgur á 700 milliónir í senn,
sigur hann.
Hóast tað er væl hugsandi, at ein umsókn
um at byggja eina alistøð á Sundi kemur frá
Bakkafrost, so er timingin ikki tann rætta júst
nú.
– Men kanska um tvey ella trý ár. Vit
samskiftu við býráðið, sum sat áðrenn hetta
býráðið tók við. Vit avtalaðu, at vit skuldu
hoyra aftur frá umsitingini, men tað kom ong
antíð so langt – og vit hava heldur ikki troytt
á, tí tað hevur enn ikki verið so viðkomandi
fyri okkum, sigur Regin Jacobsen.
Eitt slíkt øki hevur sjálvandi áhuga hjá
Bakkafrost, sigur stjórin, tí tað er ikki so nógva
staðni, at tú kanst byggja ein so stóran bygn
ing, sum krevst til eina slíka smoltstøð, og har
tú hevur vatn.
– Vit sleppa ikki at bygggja ein smoltstøð,
har sum vit ikki hava aling. So sum alilógin
er, har ein alari á einum fjørði, so mugu vit
byggja har sum vit hava aling, og tí er nýggja
havnarøkið á Sundi áhugavert hjá Bakkafrost,
sigur hann.
Hugsandi at Bakkafrost byggir á Sundi