týsdagur 15. august 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað heldur heldur Ólavur
Sjúrð ar berg, formaður í
Grinda mannafelagnum.
Hann heldur, at vit
skulu ikki skammast
av okkara grindadrápi
og krógva tað burtur
fyri umheiminum.
Tvørt urímóti skulu vit
vera errin av tí, tí at vit
kunnu gagnýta okkara
náttúrutilfeingi burðar-
dygt, er nakað at vera
errin av
Og í Hesum sambandi
held ur hann eisini, at
tað er ein spurningur
um vit ikki skulu gera
nógv meiri burtur úr at
kunna um grind sum
matvøru og at gera
hana atkomiliga hjá enn
fleiri fólkum, eisini hjá
ferðafólki.
– Tað er ein spurn-
ing ur um matstovur í
Før oy um ikki skuldu
fingið grind á matkortið,
soleiðis at ferðafólk
kundu fingið høvi til at
smakka hendan ser-
før oyska matin, held ur
hann.
Hann heldur, at hetta
kann vera ein máti at
vísa umheiminum, hvat
vit kunnu heysta úr
Føroysku náttúruni. Og
hann staðfestir, at tað
er havið, sum er okkara
kál garður, tí her vit hava
smá ar møguleikar at liva
av tí, vit kunnu dyrka á
landi.
Hann vísir á, at í
Íslandi og í Noregi hava
summar matstovur tvøst
á matkortinum, so at út-
lend ingar fáa høvi at fáa
ein smakk.
Hann veit, at tá ið
útlendsk ferðafólk fara
á mat stovur í Føroyum,
spyrja tey viðhvørt eftir
grind, men tað fáa mat-
stov urnar ikki borðreitt
við.
Og Ólavur Sjúrðar-
berg heldur, at tá ið
Grinda mannafelagið,
seinni í ár, fer at viðgera
spurn ingin um grind
sum søluvøru, kann tað
væl henda, at eitt tilmæli
verð ur, at matstovur
skulu kunnu fáa grind at
hava á matkortinum.
Hann heldur eisini,
at tað er nokk bara hug-
flogið sum setir mark
fyri, hvørjar rættir, góðir
kokk ar kunnu fáa burtur
úr tvøsti
Matstovur
í Føroyum
skulu hava
grind at bjóða
gestum
– Vit skulu vera errin av
okkara grindadrápi og
ikki krógva tað burtur
hag reiða grind, so tað er ikki
sør av grind, teir hava útvega
mat stov unum ókeypis av tí
parti, teir annars fáa.
Sjálvur heldur Johannes
Jen sen, at grind skal bara
selj ast fyri grindaskaðar, so-
leið is sum vit altíð hava gjørt,
men tá er tað sýslumaðurin,
sum stendur fyri søluni.
Men hann leggur dent á,
at tað eru ikki í Gist og Vist,
sum trýsta prísin á grind,
sum verður seld á privata
markn að inum, upp.
Tað eru dømi um, at tvøst
hev ur verið lýst til sølu fyri
675 krónur kilo, men Jó hann-
es Jensen staðfestur, at slík-
um taka tey í Gist og Vist ikki
lut í.
– Tað kemur javnan fyri,
at fólk bjóða okkum grind,
og alskyns aðrar vørur, men
prís urin skal vera rímiligur,
ann ars taka vit ikki av.
Mugu kjakast um grind
Jóhannes Jensen heldur, at
í sambandi við grindadráp,
eru tað tvey viðurskifti, vit
eiga at taka upp til kjak.
Annað evnið er, í hvønn
mun grind skal vera søluvøra
ella ikki, og hitt evni er,
hvussu sunt, ella ósunt, tað
er at eta grind.
– Eg ivist ikki í, at gransk-
ar ar hava rætt, tá ið teir vísa
á, at ein ávísur heilsuvandi er
í at eta grind, tí hon er so illa
dálk að. Men tað er so nógvur
ann ar matur, sum eisini er
dálk að ur, bæði súrepli, og alt
møgu ligt annað, vit eta. Og
tað eiga vit at seta upp ímóti
hvørj um øðrum, tí eta vit ikki
grind, skulu vit eta okkurt
ann að og spurningurin er
so, hvør heilsuvandi stendst
av tí.
– Fyri okkum er spurn-
ing urin rættiliga einfaldur,
tí fyri okkum er grind matur,
akku rát sum allar annar mat-
ur. Fyri okkum snýr tað seg
um rættin til at gagnnýta eitt
nátt úruríkidømi burðardygt,
til eina matvøru.
– Og eg haldi eisini, at vit
koma longst við at leggja
kjak ið á tann bógvin heldur
enn at leggja okkum út í eitt
kjak um grindadráp er eitt
ítriv, ella ein gamal siður,
sum vit eiga at halda fast um,
sig ur Jóhannes Jensen.
– Kjakið um grind eigur
ikki at snúgva seg um dráp
og blóð, og allan dramatikkin,
sum tað hevur við sær. Kjakið
eig ur at snúgva grindina
sum matvøru, leggur hann
aft ur at.
Hansara royndir av um-
hvørv is fólki er, at tá ið kjakið
um grind verður snarað inn
á grind sum matvøru, fáa tey
trupulleikar við argu ment-
un um, tí gevur teimum nak-
að at hugsa um.
Og hann heldur eisini, at
tað sum ger grindadráp til
eina fyrimynd hjá øðrum, er,
at tað er eitt tilfeingi, sum
verð ur latið fólkið ókeypis,
Og hann endurtekur, at eftir
hans ara tykki eigur grind
bara at verða seld fyri at
rinda fyri skaðar, bátar og
út gerð fáa í einum drápi og
tað skal vera sýslumaðurin,
sum stendur fyri søluni.
– Ann ars skal grindin býtast
ókeyp is ímillum fólki, heldur
Jo hannes Jensen.
Móttøkan er ymisk
Johannes Jensen sigur, at
tað sjálvsagt rættiliga ym-
iskt, hvussu útlendingar taka
ímóti tí, at grind er á mat-
kort inum á mat stov un um.
– Nógv eru áhugað og
vilja royna tað, men tað eru
nøk ur heilt fá, sum vilja ikki
royna tað. Og nøkrum dámar
tað og øðrum dámar tað ikki,
so leiðis er tað so ymiskt.
Sum heild eru útlendingar
rætti liga hugtiknir av søguni
um grindadrápi, tí tað er ein
ómeta liga
týdningarmikil
part ur av okkara mentan,
sum vit sostatt eru við til at
siga víðari sigur Johannes
Jen sen.
– Tað er ikki øll mentan,
sum er verd at varðveita,
men hvat grind viðvíkur,
snýr tað seg ikki um at varð-
veita gamlar siðir, men um at
mat og einki annað, leggur
hann afturat.
FÁA IKKI GRIND
Tá ið útlendsk ferðafólk fara á matstovur í Føroyum,
spyrja tey viðhvørt eftir grind, men tað fáa tey ikki, sigur
Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum
HUGTIKIN AV GRINDINI
Sum heild eru útlendingar rættiliga hugtiknir av søguni um grindadrápi og tað eru við til at siga víðari
við at hava tað á matkortunum á okkara matstovu. Fyri okkum snýr grind seg ikki um at varðveita
gamlar siðir, men um at mat og einki annað, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist
GRIND