Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA FERÐSLULARMUR GER OKKUM MINNI AKTIV – Jú, størri vitan, vit hava um, hvussu ferðslularmur ávirkar okkum, tess betri er tað, tí vitanin um hesi viðurskifti kann verða við til at fyribyrgja nakrar av sjúkunum, sum ferðslularmur kann elva til, sigur Nina Roswall, granskari hjá Kræftens Bekæmpelse Vilmund Jacobsen Nýggj gransking hjá Kræf- tens Bekæmpelse í Dan- mark vísir, at hugurin at íðka verður minni, tá fólk verða útsett fyri nógvum ferðslu- larmi. Tess meira ferðslu- larm urin er, jú minni eru sann líkindini fyri, at hugur er til at íðka. Í sínari gransking, sum fevn ir um fleiri ár, hevur Kræf tens Bekæmpelse fylgt 53.555 motiónsvanum mill- um danir, og hugt hevur ver ið eftir, um luttakararnir í kann ingini íðkaðu motión ella ítr ótt í frítiðini. Úrslitini vísa, at longu tá kann ing ar nar byrjaðu í 1993, brúktu tey, sum vóru útsett fyri nógvum ferðslularmi, færri løtur til motión og ítr- ótt enn onnur. Ósvaraðir spurningar Sum árini gingu, góvust fleiri teirra, sum vóru plágað við ferðslularmi, at íðka, og hetta vóru fólk, sum íðkaðu, tá kanningin byrjaði. Fyri hvørji 10 desibel, sum larmurin øktist, vuksu sann- lík indini fyri, at fólk góvust, við 12 prosentum. – Framvegis eru nógvir ósvar aðir spurningar um, hvussu larmur ávirkar okk- ara heilsu negativt. Minni rørsla kann vera ein av frá- greið ing un um upp á, hví ferðslu larm u r veksur um vand an fyri einari røð av álv ars lig um sjúkum, sum eitt nú diabetes, krabbameini og hjartaæðrasjúkum, sig ur Nina Roswall, sum starv ast innan gransking í krabba- meini fyri Kræftens Be kæm- pel se og sum hevur havt ábyrgd av nevndu gransking. Granskarar hava eisini kann að, um larmur frá tok- um ávirkar sannlíkindini fyri likamligum aktiviteti, men her funnu tey ongan sam an hang. Vánaligur svøvnur Í kanningunum hava gransk- ar ar tikið hædd fyri so nógv um viðurskiftum sum gjørligt. Talan er um við ur- skifti, ið kunnu ávirka úr slit- ini, og her hevur eisini verið hugt at sosialu og fíggj ar ligu viðurskiftunum hjá lut tak ar- un um. Niðurstøðan í gransk- ing ini er, at beinleiðis sam- an hangur er millum larmin, sum luttakararnir liva í – og so sannlíkindini fyri at íðka moti ón. Sjálvt um niðurstøðan er greið, vita granskarar ikki, hví samanhangurin millum ferðslu larm og vantandi moti ón er so eyðsýndur. Kanningar, sum áður eru gjørd ar, hava víst á, at larmur órógv ar svøvn og órógvar so- leið is eisini framleiðsluna av hor monum, sum bæði stýra okk ara svongd og regulering av matarlysti. Tað er eisini ávíst, at fólk, sum sova illa, íðka minni. – Á henda hátt er sam an- hang ur millum úrslitini. Um fólk ikki íðka og samstundis eta meira, tí svøvnurin er vána ligur, viðvirka hesir báð- ir faktorar negativa vegin. Sam stundis økist vandin fyri nøkrum av teimum sjúk um, sum áður eru settar í sam- band við ferðslularm, sigur Nina Roswall. Fyribyrging av sjúkum Gransking hevur áður víst, at okkara umhvørvi hevur týdn ing fyri sannlíkindini at íðka motión, og her kann tað eitt nú hava týdning at hava at gongd til grøn øki. Á hinari síðuni kann so ferðslu larmur eisini leggjast til list an yvir viðurskifti, sum hava negativan týdning í so máta. – Jú, størri vitan, vit hava um, hvussu ferðslu larm- ur ávirkar fólk, tess betri er tað, tí vitanin um hesi viðurskifti kann verða við til at fyribyrgja nakr ar av sjúkunum, sum ferðslu larm- ur kann elva til, leggur Nina Roswall hjá Kræftens Be- kæm pel se aftrat. Kelda: www.cancer.dk Um tú dagliga verður útsettur fyri ferðslularmi, er størri møgu- leiki fyri, at tú ikki íðkar. Tað vísir nýggj gransking, sum kann vera við til at greina, hví ferðslularmur veksur um vandan fyri krabba meini og øðrum álvarsligum sjúkum – Ferðslularmur órógvar svøvnin og órógvar soleiðis eisini framleiðsluna av hormonum, sum bæði stýra okkara svongd og regulering av matarlysti. Tað er eisini ávíst, at fólk, sum sova illa, íðka minni, sigur Nina Roswall hjá Kræftens Bekæmpelse