týsdagur 15. august 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortan Østerø
mortan@sosialurin.fo
Fyri kortum vóru
umboð fyri Meginfelag
Føroyskra Studenta á
fundi við Sirið Stenberg,
sum varðar av vallógini.
Í spurnarumfarinum,
sum Sosialurin gjørdi
í 2015, segði táverandi
andstøðutingkvinnan
seg vera fyri einum
uppskoti, ið gjørdi
valsskipanina lagaligari
fyri tey lesandi
uttanlands.
– Tað segði hon seg
fram vegis vera. Hon hev-
ur sett í verk kann ing ar-
arb eið ið, fyri hvussu tað
kann broytast ein fald -
ast, sigur Katrin Fríða
Jógvansdóttir, for kvinna
fyri Keyp manna havn-
ar nevndina hjá MFS og
skriv ari fyri Ráðið hjá
MFS.
MFS strembar eftir
at fáa teimum lesandi
eina ein faldara skipan at
skrá seta seg sum velj ari,
áðrenn val verður aftur
og helst soleiðis, at úti-
setar kunnu taka lut í
fólka atkvøðuni.
– Við verandi skipan
varð veita útisetar einans
sín valrætt í tvey ár
eft ir at vera tikin upp á
list an – sostatt skulu tey
longu søkja um upptøka
aft ur, verður tað aktuelt
at atkvøða til komandi
fólka at kvøðuna, vísir
hon á.
Til tess at gera tað
ein fald ari hjá teimum
les andi at skráseta seg til
Løgtingsvalið, metti Sirið
Stenberg, at neyð ugt
er við broyting í kunn-
gerðini, heldur enn bein-
leiðis lógaruppskot.
– Tað merkir vón andi,
at tað kann av greið ast
skjótari, men lands stýris-
kvinn an vildi ikki binda
seg til eina ítøkiliga
tíðar freist. Tó var hon
ógvu liga positiv um at
broyta kunn gerðina, og
vit hava boð að frá, at vit
fegin hjálpa har sum vit
kunnu.
– Vit eru ein lestr ar-
fe lags skapur, og fyrst
og fremst er tað okkara
ynski at tryggja teimum
les andi sín fólkaræðisliga
rætt. Tað er ikki serliga
demo kratiskt, at tað skal
vera so trupult fyri ein
bólk av fólkinum at at-
kvøðu, sigur Katrin Fríða
Jógvans dóttir.
YNSKJA
AT GREIÐA
FÓLKA-
ATKVØÐU
Á fundi við landsstýriskvinnuna,
gjørdi MFS greitt, at tey
ynsktu eina broytta valskipan
áðrenn fólkaatkvøðuna
ÚTISETAR Á VAL
NOREG
• Øll varðveita valrættin í 10 ár eftir,
at tey eru flutt av landinum.
• Við umsókn kunnu tey leingja um valrættin.
• Ikki neyðugt við umsóknum og skjølum.
• Nóg mikið at fara á sendistovu/
konsulat við samleikaprógvi.
SVØRÍKI
• ØLL varðveita valrættin í 10 ár eftir,
at tey eru flutt av landinum.
• Við umsókn kunnu tey leingja um valrættin.
• Ikki neyðugt við umsóknum og skjølum.
• Nóg mikið at fara á sendistovu/
konsulat við samleikaprógvi.
• Eisini møguleiki at fáa brævbjálva við valkorti
sendan til sín bústað í útlandinum, um
viðkomandi útvegar skattamyndugleikunum
sínar bústaðarupplýsingar.
DANMARK
• Einans serbólkar, ið eru undir
tíðaravmarkaðum uttanlandsuppihaldi,
kunnu varðveita valrættin eftir umsókn.
• Valrætturin er einans galdandi í
tvey ár frá upptøkudegnum.
• Atkvøðurnar kunnu greiðast á
konsulatum og sendistovum.
ÍSLAND
• ØLL varðveita valrættin í 8 ár eftir,
at tey eru flutt av landinum.
• Við umsókn kunnu tey leingja um valrættin.
• Ikki neyðugt við umsóknum og skjølum.
• Nóg mikið at fara á sendistovu/
konsulat við samleikaprógvi.
• Eisini møguleiki at fáa brævbjálva við valkorti
sendan til sín bústað í útlandinum, um
viðkomandi útvegar uttanríkistænastuni
sínar bústaðarupplýsingar.
FINNLAND
• ØLL varðveita valrættin treytaleyst,
tá ið tey flyta av landinum.
• Ikki neyðugt við umsóknum og skjølum.
• Nóg mikið at fara á sendistovu/
konsulat við samleikaprógvi.
Løgtingsvalið 20. januar 2004
Føroyar: 92,1 %
Skrásettir útisetar:
397 av 901 lesandi (44 %)
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Føroyar: 89,3 %
Skrásettir útisetar:
183 av 1.084 lesandi (17 %)
Løgtingsvalið 29. oktober 2011
Føroyar: 86,6 %
Skrásettir útisetar:
424 av 1.621 lesandi (26 %)
Løgtingsvalið 1. september 2015
Føroyar: 88,8 %
Skrásettir útisetar:
684 av 1.459 lesandi (47 %)
*Einans tey lesandi, sum hava søkt um ferðastuðul
frá Studna eru við í uppgerðini. Tískil er talið av
lesandi útisetum helst hægri enn omanfyri.
** Yvirlitið er einans yvir tey, sum hava skrásett seg
til val. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv greiddu sínar
atkvøður.
Keldur: Studni og Landsfólkayvirlitið