Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIMÁLARÁÐIÐ SELUR 121.315 TONS Á UPPBOÐI Gongdin hevur verið í lagi Vilmund Jacobsen Fiskimálaráðið legði í gjár - týs­dagin 15. august - út á sína heima­síðu ein samandrátt av teim­um sølufráboðanum, ið áð­ur eru kunngjørdar. Hetta eru veiðirættindi, sum Fiskimálaráðið selur í 2017, og samanlagt er talan um 121.315 tons av ávikavist botn­fiski í Barentshavinum, makr­eli, norðhavssild og svart­kjafti. Í ár verða nevniliga seld rætt­indi at veiða 53.000 tons av norð­havssild, 54.594 tons av svart­kjafti, 10.894 tons av makr­eli, 2.213 tons av botn­ fiski í russiska part­in­um av Bar­ents­hav­inum og 614 tons av botnfiski í norska part­in­ um av Bar­ents­hav­in­um. Í Fiskimálaráðnum siga tey, at uppboðssølurnar verða í fimm vikur við einari viku, har eingin uppboðssøla er. Hvørja viku verður op­in upp­boðssøla á Fiska­markn­ aði Føroya týsdag, og Vørn tek­ur sær av afturlatnu upp­ boðs­sølunum hósdag. Í yvirlitunum yvir nøgd­ ir­nar, sum seldar verða í næstum, skrivar Fiski­mála­ ráð­ið soleiðis: 1. Týsdagin 22. august verð­ ur opin uppboðssøla: 1.106 tons av botn­fiski í russ­ iska part­in­um av Bar­ents­ hav­in­um umframt upp­ boðs­søla av 5.447 tonsum av makr­eli. Hós­dag­in 24. august verður aft­ur­lat­in upp­boðs­søla: 1.107 tons av botn­fiski í russiska part­ in­um av Barentshavinum og 614 tons av botn­fiski í norska part­in­um av Bar­ ents­hav­in­um um­framt upp­boðs­søla av 5.447 tons av makr­eli. 2. Týsdagin 29. august verð­ ur op­in uppboðssøla: 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norð­ havs­sild. Hós­dag­in 31. aug­ust verð­ur aft­ur­lat­in upp­boðs­søla: 9.000 tons av svart­kjafti og 9.000 tons av norð­havs­sild. 3. Týsdagin 12. september verð­ur opin uppboðssøla: 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norð­havs­ sild. Hósdagin 14. sept­ emb­er verður afturlatin upp­boðssøla: 9.000 tons av svart­kjafti og 9.000 tons av norðhavssild. 4. Týsdagin 19. september verð­ur opin uppboðssøla: 9.297 tons av svartkjafti og 8.500 tons av norð­havs­ sild. Hósdagin 21. sept­ emb­er verður afturlatin upp­boðs­søla: 9.297 tons av svart­kjafti og 8.500 tons av norð­havs­sild. Vilmund Jacobsen Fiskivarði, sum nú er á sín­ um fjórða túri sum línu­bát­ ur við Fróða L. Ejdesgaard sum skipara og parteigara, hev­ur sína søgu. Tað var upprunaliga Kjart­an Joensen í Leirvík, sum læt bátin byggja sum trol­bát í Íslandi í 2002, og tá hevði báturin navnið Norð­ leiv­ur. Fyri nøkrum árum síðan keypti Bjarni Kass bátin, og í nøkur ár hevur hann kall­ ast Dragasund. Nú er navnið Fiskivarði, og heimstaðurin er Vest­ manna. Tað er smiðjan Pomek í Klaksvík, sum hevur um­ bygt fyrrverandi trolbátin til línubát, og hetta arbeiðið hev­ur tikið nakrar mánaðir. Fiskivarði hevur eisini fing­ið eina Mustad-línu­ skip­an, sum er hin sama – um enn nakað minni – enn hana, ið stóru línuskipini hava. Oyndfirðingurin, sum býr á Oyri, Fróði L. Ejd­es­ gaard, er skipari og ein av eig­ar­un­um. Saman við Bjarna Kass og Dánjali í Skálum eigur og rek­ur Fróði L. Ejdesgaard nú Fiski­varða, og manningin tel­ur seks. Gongdin í lagi Dánjal í Skálum sigur, at Fiski­varði nú er á sínum fjórða túri, og undanfarnu trígg­ir túrarnir hava verið í lagi, sum hann tekur til. – Fróði L. Ejdesgaard er roynd­ur við línuni, og vit halda, at tað hevur stóran týdn­ing, at hann er við sum skip­ari og eigari. Dánjal í Skálum vísir á, at Fiskivarði fiskar í bólki 4B og higartil hevur serliga ver­ið roynt eftir longu og svart­kalva. – Vit høvdu kvotu í ís­ lendsk­um sjógvi, tá vit høvdu Tind, men hesa kvotu hava vit ikki longur. So, í løtuni hevur Fiskivarði onga kvotu í íslendskum sjógvi, sigur hann. Dánjal í Skálum hevur góð­ar vónir um, at raksturin av Fiskivarða fæst at hanga sam­an. – Men, treytin er sjálv­ sagt, at vit sleppa at fiska, legg­ur hann aftrat. – Uppboðssølurnar verða í fimm vikur við einari viku, har eingin uppboðssøla er. Hvørja viku verður opin uppboðssøla á Fiskamarknaði Føroya týsdag, og Vørn tekur sær av afturlatnu uppboðssølunum hósdag, sigur Fiskimálaráðið Norðleivur kom sum trolbátur og nýbygningur til Føroya úr Íslandi í 2002, og tað var Kjartan Joensen í Leirvík sum læt bátin byggja. Nú er navnið Fiskivarði, og heimstaðurin er Vestmanna FISKISKAPUR