týsdagur 22. august 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TROT Á KARNITINI MØGULIG
ORSØK TIL MILDA AUTISMU
Vilmund Jacobsen
Í vísindaliga tíðarritinum
BioEssays skrivar ein amer
ikanskur granskari og pro
fessari, at mildari sløg av aut
ismu kunnu knýtast at troti
á evninum, karnitin.
Sagt við øðrum orðum
heldur granskarin, at 10-20
prosent av allari autismu
hevur sínar orsøkir í karni
tintroti í heilanum.
Umrøddi
granskari
er
Arthur Beaudet, og hann
er professari á deildini fyri
mýla-og arvalæru og barna
sjúkufrøði á Baylor College
of Medicine í Texas í USA.
Tað vóru eitt nú gransk
ingarúrslit frá djóraroyndum
og arvaligum viðurskiftum
hjá autiskum sjúklingum,
sum førdu granskaran á
slóðina um, at trot á karni
tini í heilanum kann elva til
mildari autismu, serliga hjá
dreingjum.
Á Baylor College of Medi
cine hava granskarar funnið
fram til, at ein út av 350
monnum ikki eru førir fyri
at framleiða evnið karnitin
í kroppinum orsakað av ein
ari TMLHE-ílegu á X-kromu
sominum.
Hjá slíkum persónum er
neyðugt við karnitinískoyti,
um teir skulu virka virka
optimalt.
Umleið trý prosent av
monnunum við hesi óvirknu
TMLHE-ílegu menna aut
ismu.
Sjálvt um minni enn eitt
prosent av monnum við aut
ismu hava brek á TMLHE-
íleguni, heldur professarin,
Arthur Beaudet, kortini, at
sannførandi orsøkir eru til
at halda, at trot á karnitini í
heilanum og møguliga trot á
øðrum føðsluevnum annars
kunnu elva til autismu mill
um dreingir.
Fleiri
kanningar
hava
víst, at fólk við autismu hava
minni av karnitini í heilan
um, enn frískir persónar
hava.
Tí heldur professarin, at
trot á karnitini kann liggja til
grunds fyri fleiri tilburður av
autismu.
Hvat er karnitin?
Karnitin er ein aminosýra
og eitt av høvuðsevnunum
í proteini ella eggjahvíta
evninum, sum protein eisini
verður rópt.
Vanliga verður karnitin
gjørt í likaminum við gund
arlagi í einari av aminosýr
unum, og karnitin er eisini
partur av orkubrenningini í
likaminum.
Uppgávan hjá karnitini í
orkuframleiðandi kyknun
um er at flyta feittsýrur frá
matinum, sum vit eta og inn
í mitokondri’urnar í kyknun
um.
Á henda hátt tálmar
karnitinið
samanstúgving
av feitti í kroppi og æðrum.
Tað er serliga í reyðum
kjøti og í kjøti frá kríatúrum
annars, at vit fáa karnitin, og
sjálvt orðið karnitin stavar
frá tí latínska “carne”, sum
merkir kjøt.
Nevnast kann, at tað er
2000 ferðir meira karnitin í
einum grammi av neytakjøti,
enn tað er í einum grammi av
hvítum rísi.
Fólk, sum ikki eru før fyri
at framleiða karnitin í likam
inum, hava brúk fyri umleið
einum grammi av karnitini
sum ískoyti um dagin.
Karnitin finst í tveimum
formum
í
likaminum,
L-karnitin og D-karnitin, og
tað er bara L-formurin, sum
er likamliga aktivur.
Um tú keypir karnitin
sum tilskot, eigur tú at velja
ein veitara, sum tú hevur álit
á og sum vil tryggja, at inni
haldið er av høgari góðsku,
reint og uttan D-karnitin.
Aftur til autismu
Fyrstu tekini um autismu
síggjast ofta, tá børnini eru
millum seks og 18 mánaðir
gomul.
Eitt mynstur, sum er aft
urvendandi, er, at pinkubørn
í byrjanini uppføra seg sum
onnur; tey smílast og eru
sosial, til tey eru einar fimm
til sjey mánaðar gomul. Men,
tá børnini so gerast einar 12
til 18 mánaðir, broytast tey
sosialt.
Flestu børn vera fødd
við ríkiligum nøgdum av
karnitini, tí bæði móður
mjólk,
móðurmjólkarlíki
(erstatningur) eins og neyta
mjólk eru keldur til karnitin.
Tá børnini veksa og í
størri mun fara at drekka
fruktsevju, eta grønt og
breyð úr kornvørum, sum
eru fátøk fyri karnitin – og
karnitinríkar kjøtvørur ikki
koma upp á tal fyrr enn
seinni – ja, so kann tað sakt
ans henda, at heilin fer at
líða av karnitintroti.
Í prinsippinum kunnu
nøkur sløg av heilivági og
plága í maga og tarmum eis
ini minka um flutningin av
karnitini til heilan.
Professarin, Arthur Beau
det, útilokar ikki, at aðrar
arvafrøðiligar orsøkir og trot
á føðsluevnum eisini kunnu
vera partur av orsøkini til
vantandi karnitin í heilan
um.
Tað er skrásett í frá
greiðingum um autistar, at
hesir kunnu hava trot á eitt
nú magnesium, zinki, selen,
vitaminum og ymiskum øðr
um týdningarmiklum fitisýr
um, serliga DHA.
Karnitinríkari matur
Professarin mælir tí til, at
fleiri kanningar verða gjørd
ar, sum antin kunnu stað
festa ella avsanna hansara
tilgiting um, at trot á karni
tini kann knýtast til mildari
autismu.
Um tað er rætt, sum Arth
ur Beaudet sigur í vísindaliga
tíðarritinum, mælir hann til,
at karnitin í størri mun verð
ur partur av matinum hjá
pinkubørnum.
Um tað er rætt, sum professarin,
Arthur Beaudet, sigur í vísindaliga
tíðarritinum BioEssays, mælir hann
til, at karnitin í størri mun verður
partur av føðini hjá pinkubørnum
HEILSA
Fleiri
kanningar
hava víst,
at fólk við
autismu
hava
minni av
karnitini í
heilanum,
enn frískir
persónar
hava