mánadagur 28. august 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Eg havi ofta hugsað um at sleppa til Nýsæland at vitja, og nú er ferðin
komin á skránna í november-desember. Tað gleði eg meg til.
Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga
væl?
– Tað eru nógvir góðir føroyskir sangir, og Eivør
Pálsdóttir og Guðrið Hansdóttir eru altíð góðar.
Hesaferð velja eg sangin Trøllabundin hjá Eivør.
Eyðun Klakstein
Síðani hevur 2008 hevur
Marita Rasmussen umboðað
Føroya Arbeiðsgevarafelag
í fremstu røð í sáttmála
samráðingum, í samskifti
við politisku skipanina og
í almenna kjakinum. Hon
umboðar arbeiðsgevarar og
føroyskt vinnulív í breiðari
merking, og í tí leiklutinum
hevur hon valt ein konstruk
tivan leiklut.
– Vit skulu vera eitt virði
ligt umboð fyri vinnuna í
øllum lutum. Vit skulu vera
lurtandi og konstruktiv mót
vegis bæði vinnu og sam
felagnum annars. Vit hava
áhuga í, hvussu samfelagið
útviklar seg til frama fyri
fólk her á landi, sigur Marita
Rasmussen.
– Vinnan er ein inte
greraður partur av sam
felagnum,
og
føroyingar
eru raskir at arbeiða. Vit
hava hægsta arbeiðsvirkni
í norðurlondum – kanska í
heiminum – og tað krevur, at
grundleggjandi viðurskiftini
í samfelagnum eru upp á
pláss, so at fólk sleppa til
arbeiðis. Vinnan hevur áhuga
í, at barnaansing, eldrarøkt
og allar grundleggjandi tæn
astur í samfelagnum rigga
væl, so fólk og vinna fáa virk
að, sigur hon.
Vinnuhúsið
Føroya Arbeiðsgevarafelag
eigur og rekur Vinnuhúsið
og
hevur
yvirskipaðu
ábyrgdina av húsinum, sum
er á Óðinshædd í Havn.
Vinnuhúsið
hýsir
fimm
arbeiðsgevarafeløgum
og
tíggju vinnugreinafeløgum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
stendur fyri at samráðast
um 40 sáttmálar á privata
arbeiðsmarknaðinum,
og
hetta er, umframt at ráðgeva
limunum, týdningarmiklasti
parturin av arbeiðnum hjá
einum arbeiðsgevarafelag.
– Eksistensurin hjá okk
um eru fyritøkurnar, sum
eru limir í teimum ymsu
feløgunum, og tí leggja vit
stóran dent á at veita teimum
eina
góða,
munadygga
og
skjóta
tænastu.
Tað
kann vera trupult at finna
runt
í
teimum
mongu
sáttmálunum
á
arbeiðs
marknaðinum
umframt
arbeiðsmarknaðarlóggávuni
og annað, og tí er okkara
uppgáva at ráðgeva um hetta
í
gerandisdegnum,
sigur
Marita Rasmussen.
– Vit ganga eisini høgt upp
í, at vit hava gott samstarv
við fakfeløgini. Tey skulu
hava álit á okkum, og vit vilja
hava álit á teimum. Tí gera
vit nógv fyri at varðveita
góða álitið millum partarnar,
sigur hon.
Vinnuhúsið hevur nógv
samskifti við politisku skipan
ina og almennu umsitingina.
– Vit fáa nógvar fyri
spurningar og hoyringar, og
vit svara altíð. Vit vilja virða
fólkaræðið, og tí gera vit
eisini okkara part til, at tað
kann virka. Eisini í sambandi
við hoyringssvar leggja vit
dent á at vera konstruktiv í
okkara svarum, sigur Marita
Ramussen.
Stjórin
Nú er Marita Rasmussen
stjóri í Vinnuhúsinum á
tíggjunda ári. Hesi árini
hevur hon verið partur av
stórum tali av sáttmálasam
ráðingum, og hon hevur við
jøvnum millumbili umboðað
vinnusjónarmið í almenna
kjakinum.
– Sum stjóri lurti eg eftir
fólki, tí tey skulu trívast og
tíma at koma til arbeiðis.
Tað er týdningarmikið, at vit
virða og brúka hvønn annan
her í Vinnuhúsinum, og at
vit eru hjálpsom mótvegis
hvørjum øðrum.
Føroyskt
vinnulív
er
fjølbroytt, og tað eru feløgini
í Vinnuhúsinum eisini, og tí
er púra vanligt við mótstríð
andi áhugamálum.
– Mangan mugu vit sigla
millum skerini, tí vinnu
greinar og fyritøkur hava
ymisk áhugamál. Skal eg siga
nakað alment, fyrireiki eg
meg altíð væl, og eg royni at
tosa við fólk í baklandinum,
sum kunnu hjálpa mær og
halda meg á so góðari kós
sum gjørligt. Eg vil gjarna
kenna meg trygga við tað,
sum eg føri fram, so at eg
eisini kann standa við boð
skapin aftaná.
– Tað er ikki altíð, at
tað lukkast til fulnar, og
við hvørt traðki eg við síð
una av. Tað fái eg so at fáa
at vita, og tað er eisini í
lagi. Vinnulívsfólk í Føroy
um eru stuðlandi og rúm
lig, og hóast tey kunnu
finnast at onkrum, sum
eg havi ført fram, eru tey
ikki illmint. Eg fái bæði
konstruktivan kritikk og
positivar viðmerkingar frá
vinnulívsfólki, sigur Marita
Rasmussen.
Sáttmálar
Arbeiðsgevarafelagið er við
til at samráðast um nógvar
sáttmálar á arbeiðsmarkn
aðinum,
og
stóran
part
av tíðini eru onkrar sam
ráðingar í gongd.
– Fyrst og fremst skulu
vit samráðast um sáttmálar,
tí vit eru sett í verðina til at
gera tað. Okkara høvuðs
mál er at skapa stabilitet
í vinnuni og at varðveita
kappingarføri hjá vinnuni
í altjóða kapping. Vit hava
útflutningsfyritøkurnar,
sum
kappast
á
altjóða
marknaðinum, og vit hava
fyritøkur á heimamarknað
inum,
sum
kappast
við
stórar útlendskar fyritøkur.
Globaliseringin hevur havt
við sær, at vørur og tæn
astur ferðast so at siga frítt
um allan heim, og tí er sera
umráðandi, at vit hava eina
lagaliga menning í sáttmál
unum, so at vinnan kann
varðveita
kappingarførið.
Føroyar hava sera fjøltáttað vinnulív, men vinnan er undir trýsti. Alt meira verður kravt frá vinnuni
til almennu kassarnar, og nýskipanin av fiskivinnuni hevur skapt mótloysi í tilfeingisvinnuni, sigur
Marita Rasmussen, stjóri Vinnuhúsinum. Hon vil hava tryggar og støðugar karmar til vinnulívið
UM MARITU RASMUSSEN
Marita Rasmussen er ættað úr Froðba,
men er búsitandi í Havn. Hon hevur
útbúgving sum fiskivinnufrøðingur av
lærda háskúlanum í Tromsø, og hon hevur
tikið Master of Business Administration
frá Robert Gordon Univeristy. Hon hevur
starvast innan fiskivinnu, alivinnu og
almenna umsiting. Síðani 2005 hevur
hon starvast í Vinnuhúsinum, og síðani
2008 hevur hon verið stjóri Føroya
Arbeiðsgevarafelags í Vinnuhúsinum.
VINNAN ER
STERK – MEN
UNDIR TRÝSTI