Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99 Hetta hugsa vit um, tá ið vit samráðast og siga okkara hugsan, sigur Marita Ras­ mussen. – Bæði vinna og arbeiðs­ fólk hava brúk fyri skipaðum og stabilum viðurskiftum, og tí ganga bæði vit og fakfeløgini høgt upp í hetta. Vit royna eisini at fáa tað at ganga friðarliga fyri seg, so at vit ikki órógva vinnu og løntakarar meira enn neyðugt. Marita Rasmussen held­ ur, at karmarnir, sum vinn­ an, fakfeløg og politiska skipanin hava verið við til at gera, hava skapt eitt umfat­ andi og virkið vinnulív í Før­ oy­um. – Vit eru eitt lítið land við 50.000 fólkum, men vit hava eitt ógvuliga fjøl­ táttað vinnulív og nógvar vinnugreinar, sum kunnu bjóða seg fram at loysa allar hugsandi uppgávur. Tað er ikki nógv smá lond, sum hava eitt so fjøltáttað vinnulív, sum Føroyar hava, heldur Marita Rasmussen. Trýst á vinnuna Vinnan er partur av hug­ sjónarliga stríðnum í før­ oyskum politikki, tí ymiskar eru meiningarnar um, hvørj­ ar treytir vinnan skal virka undir, og hvussu hon skal spjaða til kommunu- og landskassa. – Samstarvið millum vinnu og politiska skipan er gott, og vit hava felags áhuga í at fáa tað at bera til. Vit eru ikki samd í øllum viðurskiftum, men vit duga at samstarva fyri tað. Lands­ stýri og landsstýris­fólk kunnu vera skiftandi, men tað ber altíð til at samstarva. – Seinastu árini hava vit merkt eitt trýst á vinn­ una, tá tað kemur til skatt og avgjøld. Politiska skip­ anin heldur, at vinnan skal leggja meira eftir seg í landskassan, meðan vinnan er upptikin av at varðveita sítt kappingarføri. Vit mugu verða varðin við, hvussu nógvar pengar tað almenna krevur inn frá vinnuni, men her uppliva vit tíverri eitt trýst. Við hvørt haldi eg, at politiska skipanin ikki hugsar um, at vit eru eitt oyggjaland, og at tað hevur við sær avbjóðingar, sum kappingarneytar aðrastaðini ikki hava. Tað mugu vit eisini taka atlit til. Ein grundleggjandi polit­ iskur spurningur er, hvussu lutfallið skal verða millum tað privata og tað almenna – millum skattgjaldarar, vinnu og almennar kassar. – Seinastu árini hevur tað almenna havt ein miðal­ vøkstur í almennu útreiðsl­ unum á áleið 4 prosent, og tað er hægri enn fleiri av londunum, sum vit saman­ bera okkum við. Tí kunnu vit siga, at almennu útreiðslunar eru vaksnar ov nógv seinastu árini. Tað skulu vit øll gjalda, so tað er týdningarmikið at halda aftur, so vit eru kapp­ ingarfør, eisini tá tað kemur til lønarskattin, so fólk tímir at arbeiða í Føroyum. – Tað týdningarmesta hjá vinnuni er, at karmarnir eru støðugir og tryggir, og at vinnan veit, hvat hend­ir næstu árini. Tá ið karm­arnir broytast, broyt­ist grundar­ lagið undir virkseminum hjá vinnufyritøkunum – til dømis broytast fortreytirnar fyri tilboðum og sáttmálum, sum vinnan hevur latið gjørt. – Tað merkir ikki, at einki skal henda, tí landið skal mennast, men tað er umráðandi, at vinnan veit í góðari tíð og eina tíð fram, hvussu treytirnar eru. Tað ringasta fyri vinnuna er ótryggleiki í kørmunum, tí tað eru frammanundan nógv ótrygg viðurskifti í virkseminum hjá vinnuni, tá ið tað kemur til uppgávur, rakstur, sølu og annað. Mugu spjaða íløgurnar Tað gongur við rúkandi ferð í føroyska samfelagnum, og ikki minst í byggivinnuni, tí nógv skal byggjast, og bæði tað privata, komm­ un­ur og landið byggja. Ar­ beiðsloysið hevur í longri tíð ligið undir 3 prosent, og í summum vinnum manglar arbeiðsmegi. – Vinnan manglar fólk við ávísum førleikum, og serliga er tað innan øll sløg av handverki, tøkniligum og handaligum arbeiði. Hetta er framvegis ein stór avbjóðing hjá vinnuni. – Tá ið virksemið er so stórt og arbeiðsloysið so lágt, hevur tað eisini við sær, at tað er lættari hjá fólki at skifta arbeiði og trýst er á lønirnar. Hetta førir til, at vinnan skal brúka óneyðuga nógva orku til at seta nýggj fólk í starv og læra tey upp, hægri lønir og tað minkar um stabilitetin í vinnuni. Marita Rasmussen held­ ur, at tað almenna – land og kommunur – eigur at plan­ leggja sínar íløgur, soleiðis at tann útbygging, sum verður framd av samfelagnum, verð­ur planløgd betri til tann kapasitet, sum er. – Man plagar at siga, at tá ið tað privata hevur umstøður til at byggja út, eiga land og kommunur at tátta í, men í løtuni uppliva vit, at bæði tað privata og tað almenna byggja nógv út, og tað skapar ein hákonjuktur, tó so at tað er misjavnt, hvussu nógv virksemi er um landið. Hákonjukturur kann skapa stór sveggj, og vit fáa minni fyri pengarnar, sigur hon. – Land og kommunur eiga at hugsa meira strategiskt og leggja sínar íløgur til rættis . Ikki tí tað er sera trupult at stýra í góðum tíðum, heldur Marita Rasmussen. eydun@sosialurin.fo UNDIR FÝRA EYGUM Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Eg gangi ikki so høgt upp í lutir, men í løtuni lesi eg nógv, og tá er gott at eiga ein Kindle. Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Eg lesi, gangi túr ella eri saman við vinfólki og familju. Hetta líkist ongum Høvuðsvinnan er í løtuni í bíðistøðu. Ætlaða ný­skip­ anin av fiskivinnuni er ikki komin á mál, og á leiðini fram ímóti einari semju og nýggjari skipan, hava nógv uppskot verið frammi, vend, broytt, slept ella blástemplað. Framvegis er nýskipanin ikki samtykt, og útlit eru ikki fyri einari breiðari semju um nýggju skipanina. – Yvirskipaði trupul­ leikin er, at tað hevur tikið so langa tíð hjá polit­ isku skipanini at leggja karmarnar. Tað eru skjótt 10 ár liðin, síðani loyvini vórðu søgd upp, og allir flokkar hava verið líka góðir, nú tað ikki hevur borið til at gera eina nýggja skipan enn, sigur Marita Rasmussen. – Ein nýskipan av fiskivinnuni eigur at verða gjørd við einari breiðari semju millum politisku flokkarnar, men tað ber eftir øllum at døma ikki til. Evnini at gera breiðar semjur í Føroyum mangla, og tað líkist ongum, sig­ ur Marita Rasmussen av­ gjørd. – Tað kann vera, at vinnan ikki hevur verið nóg konstruktiv í øllum lutum, men vinnan hevur ment seg yvir langa tíð, og viðurskiftini nú eru so ógreið og óviss er fyrst og fremst orsakað av politisku skipanini, sum ikki hevur megnað at gjørt eina nýskipan seinastu tíggju árini. – Nú standa vit her fimm minuttir í tólv, og framvegis er einki hent. Tað er als ikki nøktandi. Vinnan veit ikki, um nýskipanin fer hendan veg ella handan veg, og tað órógvar fyritøkurnar. Í løtuni er vinnan merkt av mótloysi. Summi eru útlúgvað og uppgevandi, onnur royna at gera sína ávirkan galdandi. Eingin tekin eru um, at allir vinnupartar verða glaðir fyri úrslitið, men tey flestu vilja nú hava hetta málið avgreitt, so tað ber til at koma víðari. – Tað er rímiligt, at tilfeingisvinnan letur eitt gjald fyri tilfeingið, so at ein partur av tilfeingis­ rentuni verður skattaður, men gjaldið má standa mát við virksemið, og tað sum ber til at forvinna. Tað ber bert til við ein­um langsiktaðum vinnu­lívs­ politikki. – Tað týdningarmesta hjá vinnuni er, at karmarnir eru støðugir og tryggir, og at vinnan veit, hvat hendir næstu árini. Tað merkir ikki, at einki skal henda, tí landið skal mennast, men tað er umráðandi, at vinnan veit í góðari tíð og eina tíð fram, hvussu treytirnar eru, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Mynd: Álvur Haraldsen