mánadagur 28. august 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Á Oyggjarkvøldinum í Salt
leygarkvøldið, vórðu tey eis
ini í gávuhýri og hetta kvøld
ið vórðu tvær gávur handað
ar.
Bogi Jacobsen, stjóri á
Varðanum Pelagic, gav sløkki
liðnum á Tvøroyri eitt hita
søkjandi tól. Oddur Dimon,
sløkkiliðsleiðari, sigur, at tað
hevur staðið á ynskilistanum
hjá sløkkiliðnum.
Hetta er eitt tól, sum kann
brúkast at leita eftir eldi. Er
eldur í, og vit einki síggja fyri
royki, kunnu vit brúka tólið
til at vita akkurát, hvar eldur
er, sigur hann.
Tólið kann eisini brúkast
til at leita eftir fólki við, tí tað
skrásetir kropshitan langa
leið.
– Vónin er sjálvandi, at
brúk ikki verður fyri tí, men
skuldi tað hent, er tað til taks
hjá øllum suðuroyingum at
brúka, segði Bogi Jacobsen,
tá ið hann handaði tólið.
Harumframt fekk Salt ein
hjartastartara frá Ansni og
tað er Ólavur Rasmussen,
stjóri í Salt, fegin um, tí hann
heldur, at tað er ógvuliga
hent hjá einum so stórum
savingarstaði, sum Salt er, at
hava ein hjartastartara tøk
an, skuldi tað vilja illa til.
HETTA HAVA VIT
YNSKT OKKUM
Áki Bertholdsen
Gongst eftir vild, verður
klárt at fara aftur til arbeiðis
á uppsjóvarvirkinum, Varð
anum Pelagic á Tvøroyri,
beint eftir nýggjár
Tað staðfesti stjórin á
virkinum, Bogi Jacbsen, á
Oyggjarkvøldinum, sum var
í Salt í leygarkvøldið.
Varðin Pelagic og Salt
skipaðu fyri almennum til
taki leygarkvøldið, har eini
1000 fólk vóru komin saman.
Endamálið við tiltakinum,
var at heiðra øll tey, sum
høvdu havt ein leiklut í arb
eiðnum at sløkkja herviliga
eldin, sum herjaði uppsjóv
arvirkið 9. juni.
Endamálið var at heiðra
øll tey, sum høvdu hjálpt
til at sløkkja eldin og øllum
teimum kring oynna, sum
høvdu tikið sær av flótta
fólkunum sum máttu rýma
av Tvøroyri undan herviliga
eldinum.
Á oyggjarkvøldinum, sum
tey kallaðu tiltakið, var bæði
nógvur tónleikur, matur og
drekka og samstundis nýttu
bæði stjórin á Varðanum,
Pelagic, Bogi Jacobsen, og
Kristin Michelsen, borgar
stjóri á Tvøroyri, høvi til at
takka fyri avrikið, fyri hjálp
ina og fyri samanhaldið í
oynni hendan dagin.
Aftur á nýggjárinum
Bogi Jacobsen fegnaðist enn
einaferð um, at øll sluppu
undan vanlukkuni við lív
inum og at ongin fekk mein
heldur.
– Tað er ein sólskinssøga
í øllum sorgarleikinum, segði
hann.
Men hann segði, at tey
á Varðanum Pelagic dvølja
ikki í tí, sum farið er og hann
spáddi at tey ganga eini
bjartari framtíð á møti.
Í hesum sambandi segði
hann, at tey eru komin væl
áleiðis at fyrireika tað nýggja
virkið, sum skal byggjast upp
aftur, og gongst eftir vild,
verður virkið liðugt at taka
ímóti fiski aftur longu beint
eftir ársskiftið.
Í hesum døgum eru tey
í ferð við at samráðast um
teir seinastu sáttmálarnar
í sambandi við byggingina
og annars verður borgara
fundur í næstum, har tey
fara at greiða fólki frá um
nýggja virkið, og hvussu tað
sær út.
Hægri maktir
Kristin Michelsen, borgar
stjóri, helt, at hægri maktir
hava verið uppi í, tí tá ið
eldurin kyknaði, var hann
sunnaneftir, og tískil stóð
roykurin beint niðan í býin.
Men stutt eftir fór hann
upp í ein landnyrðing so at
roykurin fór suðureftir.
Varð hann liggjandi sunn
aneftir, brendu bygningarnir
omanfyri Varðan Pelagic eis
ini í grund.
Hann takkaði eisini øllum
sløkkiliðsmonnunum úr all
ari Suðuroy og teimum, sum
komu norðaneftir, umframt
vaktar- og bjargingarskip
unum, sum komu at hjálpa
til og annars allari tilbúgv
ingini annars.
– Hesir menninir vóru
djarvir, tí ímeðan øll á Tvør
oyri máttu flytast burtur,
løgdu teir heilt inn í eldin at
sløkkja, segði Kristin Mich
elsen.
VARÐIN PELAGIC: Gongst sum ætlað, sleppur fólkið aftur til arbeiðis á Varðanum Pelagic í januar
NÝGGJA VIRKIÐ ER
LIÐUGT Í JANUAR
TÍÐINDI
Oddur Dimon,
sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri,
vinstrumegin, tekur ímóti
gávuni frá Boga Jacobsen.
VÆLHÝRDIR
Tríggir vælhýrdir mans á Oyggjarkvøldið leygarkvøldið, frá vinstru, Kristin Michelsen, borgarstjóri,
Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic og Ólavur Bjarkhamar, framleiðsluleiðari á virkinum