mánadagur 28. august 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
Sólvit E. Nolsø
Bill Justinussen setti Rigmor
Dam ein fyrispurning her
fyri um forskúlar í frí
skúlum.
Bill
Justinussen
spurdi landsstýriskvinnuna
í mentamálum um hvussu
nógvir forskúlar eru í frí
skúlum, í hvønn mun teir
verða stuðlaðir av landi
ella kommunu og hvørt
landstýriskvinnan
ætlar
at gera broytingar í reglum
fyri fígging av forskúlum í
frískúlum.
Orsøkin
til
at
Bill
Justinussen spyr um fíggj
arligu viðurskiftini hjá for
skúlum og hvussu teir verða
stuðlaðir av landi ella komm
unum, er tí at har eru ógreið
viðurskiftir á økinum, ið
hava ligið óloyst í fleiri ár.
Fyri einum árið síðani
skrivaðu vit í Sosialinum um
júst hetta evni. Tá var søgan,
at eitt par í Vestmanna
ynskti at fáa eitt barn í for
skúla í Lítlaskúla í Havn,
sum tá var ein nýggjur
frískúli.
Foreldrini
søktu
Vestmanna kommunu um
fígging,
men
kommunan
gav teimum noktandi svar, tí
kommunan metti seg at hava
nóg gott tilboð á dagstovna-
og frítíðarskúlaøkinum til
at nøkta tann tørv, sum for
eldrini mettu seg at hava.
Tað er ikki einans Lítli
skúli, sum hevur henda
trupulleika, men forskúlin
hjá frískúlanum í Kelduni
hevur
somu
avbjóðing.
Við
Sosialin
fyri
einum
ári síðan segði Jastrid Høj,
skúlaleiðari, at hvørja ferð
eitt barn kemur til teirra at
ganga í forskúla, søkja tey
kommununa hjá barninum
um at fígging, men tað gekk
sera striltið at fáa uppá pláss.
Mentamálaráðið
hevur
ongantíð gjørt eina endaliga
niðurstøðu um fíggingina
til forskúlar hjá frískúlum,
hóast tey fyri einum ári síð
ani søgdu, at tað var eingin
ivi í, at kommunur áttu at
rinda fyri børnini, ið gingu í
forskúla í teirra egnu heima
kommunu, men óvist var um
børnini, ið komu úr øðrum
kommunum.
Mest nýtta grundgevingin
fyri at nokta fyri fígging, var
at kommunurnar mettu seg
hava eitt nóg gott tilboð á
økinum og foreldur høvdu
ikki fyri neyðini at koyra
børnini í forskúla í aðrari
kommunu.
Greiða framvegis ikki
fingin á fíggingini
Í svari sínum til Bill Justinus
sen sigur Rigmor Dam, at
frískúlar
verða
skipaðir
eftir lógini um frískúlar frá
2002. Har stendur, at lands
stýrisfólkið kann góðkenna
ein frískúla, um hesin lýkur
øll vanlig faklig krøv og
annars nøktar ein tørv, ið
ikki er nøktaður aðrastaðni.
Viðvíkjandi
tí
fíggjarliga
partinum, so kann landið
stuðla við upp til 85% av
góðkendu læraralønunum,
men tað verður útroknað
eftir sama formli sum í fólka
skúlanum.
Formilin í fólkaskúlanum
er tann, at landið ber út
reiðslurnar av læraralønum
frá
fyrsta
til
tíggjunda
flokk. Kommunurnar varða
av og bera útreiðslur fyri
forskúlar. Rigmor Dam við
merkir, at praksis er, at
landið veitir ikki stuðul til
forskúlar í fólkaskúlanum
og tað sama eigur at gera
seg galdandi fyri forskúlari
í frískúlum, ið ikki er allýst í
lóg ella kunngerð.
So eru vit aftur har,
sum trupulleikin byrjaði, tí
eftir øllum at døma, so eiga
kommunurnar at taka um
hendan endan, í øllum før
um sambært mentamála
ráðnum. Higartil hava tað tó
verið fleiri kommunur, sum
hava noktað at rinda fyri
at børn úr teirra kommunu
ganga í forskúla aðrastaðni.
Landsstýriskvinnan sigur
í svarinum til Bill Justinus
sen, at ætlanin er at gera
nakrar tillagingar í frískúla
lógini, har viðurskiftini skulu
gerast greiðari.
LANDIÐ VIL IKKI RINDA
FYRI FORSKÚLAR
Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, hevur svarað uppá fyrispurning
frá Bill Justinussen um gjald til forskúlar í frískúlum
TÍÐINDI
Keldan er ein av tveimum forskúlum í frískúlum í Føroyum
Bill Justinussen setti fyrispurningin til Rigmor Dam
Rigmor Dam svara, at praksis er, at
kommunur rinda fyri forskúlar