mánadagur 28. august 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annika Kunoy Im
– Eg eri ovurfegin um, at eg
havi vunnið avbjóðingina,
sigur
Sissal
Kristiansen,
og leggur afturat, at tann
heilt stóri síðuvinningurin
verður,
um
kanadiski
myndamaðurin og bloggarin
Tommy Ton lutar eina mynd
av verkum hennara á Insta
gram síðu síni og í bloggi
sínum.
Sunnudagin í kirkjutíð
vóru luttakararnir, modellir
nar og myndafólk á ferð í
Føroyum og tóku myndir av
pløggunum, sum vórðu evn
aði á Blue Fashion Challenge.
Sissal Kristiansen greiðir
frá, at tað var umráðandi
fyri hana, at fáa ein góða
mynd, sum vónandi verður
lutað av myndamanninum
Tommy Ton á netinum. Hon
greiðir frá, at hóast hann tók
myndir av so at siga øllum
luttakarunum, so merkir tað
ikki, at allir luttakararnir
verða
á
blogginum
hjá
Tommy Ton.
– Hann velur tað, sum
honum dámar best, og onki
annað, staðfestir hon.
– Eg plagi ikki at spíska
albogar, men tá kom lítil
djevulin í meg, og eg hugsaði,
at eg skal í bloggin hjá hon
um, sigur hon.
Ferðaliðið var tá í Bø og
skuldi síðani til Gásadals.
Sissal Kristiansen vildi held
ur fáa myndir sínar tiknar í
Bø enn í Gásadali, sigur hon.
– Eg fór yvir til Tommy
Ton, og hóast eg ikki stóð í
køini til at taka myndir í Bø,
so segði eg, at eg helt, at tað
hevði verið hugtakandi, um
modellin hjá mær, Jenny
Wardum, var í sjónum har,
tá myndirnar vórðu tiknar.
Hann svaraði nakað bilsin, at
um modellin sjálv hevði hug
at fara í vatnið, so var hann
við uppá tað, sigur Sissal
Kristiansen.
– Síðani fór eg til Jenny,
og á sama hátt fekk eg lokk
að hana við, flennir Sissal
Kristiansen, tá hon greiðir
frá um, hvussu hon fekk
uppmerksemi
hjá
kenda
myndamanninum.
– Modellin sigur beinan
vegin, við kollfjarða dialekt,
at tað tímdi hon væl, um eg
segði tað, og legði afturat, at
tað var tí hon var har, sigur
Sissal Kristiansen takksom.
– Hon er arbeiðssom og
djørv, og tí fekk Tommy
Ton eisini tokka til hennara,
hóast hann møguliga hevði
aðrar modellir, sum honum
dámdi betur. Hon hevur tann
holdningin, sum tú skal hava,
tá tú ert modell, sigur Sissal
Kristiensen.
Síðani fór modellin hjá
Sissal út í salta vatnið í
nýggja settinum, sum Sissal
Kristiansen hevði arbeitt við
teir nógvu tímarnar framm
anundan.
– Kjólin var vátur og
fullur av sandi, og nú veit eg,
at hann tolir saltvatn, flennir
hon.
Enn bíða luttararnir eft
ir, at Tommy Ton leggur
myndir av myndatøkunum
út á blogg sín ella Instagram
síðu sína, men ongin teirra
veit, hvørjar hann velur, ella
nær hann gera tað.
Tað gjørdist føroyska Sissal
Kjartasdóttir Kristiansen, ið
vann stóru norðurlendsku
sniðgeva
kappingina
í
Østrøm í leygkvøldið.
Síðan mikudagin hava 11
viðurkendir norðurlendskir
sniðgevar kappast um at
gera besta sniðið úr havsins
rávørum: fiskaskræðu, kópa
skinni og tarajersey.
Burturúr hesum komu 11
ymisk snið, ið vøkur føroysk
modell sýndu fram í Østrøm.
Kappingin var hørð, og
dómsnevndin hevði harðar
tingingar, áðrenn tey samd
ust um, at Sissal átti besta
sniðið.
Sissal
rekur
dagliga
»Shisa Brand«, ið mest fæst
við bundnavørur, men hetta
forðaði henni ikki í at vinna
handan seymimaskinuna.
Kolbrún Ýr Gunnarsdóttir
úr Íslandi fekk annað pláss,
meðan Louise Lynge Hansen
úr
Grønlandi
fekk
eitt
herðaklapp fyri sín kópa
skinsjakka.
Nógv fólk var komið
saman í Østrøm til móta
sýningina,
og
enn
fleiri
fylgdu við á netinum, tí
sýningin
varð
streamað
beinleiðis á Facebook síðuni
hjá NORA, har ber til at
síggja øll sniðini.
BLUE FASHION CHALLENGE
Sissal vann Blue Fashion Challenge
Síðuvinningurin er Tommy Ton
Sunnudagin tók víðagitni kanadiski mótamyndamaðurin myndir av tí, sum varð
framleitt á Blue Fashion Challenge. Stóra gjøgnumbrotið hjá sniðgevunum kann koma
av, at myndamaðurin lutar myndir á bloggi ella Insatagram síðu síni.
Tonny Ton
33 ára gamli Tommy Ton er heimskendur
kanadiskur myndamaður, og hann er best umtóktur
fyri mótablogg sín Jak & Jil og fyri frásøgnum sínum
frá fashion week á Style.com og GQ.com.
Tommy Ton tók myndir av modellunum undir
sýningini, og hann tók eisini myndir av modellunum
á ymiskum støðum í landinum.
Tommy Ton er ein av teimum mótafotografunum
við flest fylgjarum á netinum.
Hann hevur millum annað samstarvað við
merkjum so sum Loewe, Michael Kors, Swarowski,
Luis Vuitton, Levi’s og fleiri.