Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 28. AUGUST 2017 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Mentanarvika TEMA Vilmund Jacobsen L eygardagin 2. september letur upp Fit- ness høllin Sandoy, sum hjúnini, Randi og Sig urd Hentze í Skopun, hava lagt lunnar undir saman. Adressan verður Tormansvegur 34, sum er mill um handilin Lonina og Føroya Grótvirki í Skop un. Tað er felagið hjá Sigurdi Hentze - Gólvfix - sum eigur og nýliga hevur keypt bygningin, har fit nesshøllin fer at húsast – við venjingarhøli, skiftirúmi, wc og brúsu. Ógvuliga spennandi Randi Hentze sigur, at í fitnesshølunum, sum eis ini verða atkomilig hjá fólki í koyristóli, er eitt stórt úrval av maskinum og venjingaramboðum, sum tað hevur eydnast teimum at keypa í Før oy- um og uttanlands. – Vit eru ógvuliga spent upp á venjingarhølini. Hetta er nakað, vit hava snakkað um í fleiri um- før um, og vit hava eisini tosað við fólk í oynni um tørvin. Hon vísir á, at ein trupulleiki hevur verið, hvørji høli í Sandoynni eru tøk og egnað til enda- mál ið, og so er hetta eisini ein lutfalsliga stór íløga í maskinur og venjingaramboð. – Eg vil siga, at nú fitnesshøllin verður veru- leiki, hendi hetta lutfalsliga knappliga, og av ger- andi í hesum var, at felagið hjá manninum keypti bygn ingin á Tormansvegi. Á ein hátt var hetta eis ini eitt samanfall millum, at bygningurin varð keypt ur, samstundis sum møguleikin beyðst at keypa maskinur og venjingaramboð fyri – eftir okk a ra tykki – ein rímiligan kostnað. Randi Hentze sigur, at seinastu maskinurnar komu mikudagin í seinastu viku. – Tað er sjálvandi trupult at siga framm an- und an, hvør ítøkiligi áhugin verður, men tað er vorð ið alt meira attraktivt at venja og halda seg í form. Vit hava valt at satsa, tí vit meta, at tørvur er á slíkum venjingarhøli í Sandoynni. Nógv gleða seg til upplatingina, og nú vit skapa hesar møgu- leikar og eitt fjølbroytt venjingartilboð, vóna vit, at undirtøkan verður góð, sigur Randi Hentze. Einfaldar vegleiðingar Fitnesshøllin Sandoy fer at hava eina lásaskipan við korti, har viðskiftafólk kunnu keypa ymisk sløg av tilboðum fyri ymiskar prísir, og høvi verð- ur hjá viðskiftafólki, sum hava keypt sær kort, at venja frá tíðliga á morgni til á midnátt. Tá viðskiftakortið verður lagt at einum "bip- ara" á lásaskipanini, er hurðin opin, og ljósini tendra. Maskinurnar hava einfaldar vegleiðingar um, hvussu tær skulu brúkast, og hvørjar vøddar og lik ams lut ir tú sum viðskiftafólk venur, tá tú ert í gongd. Í hølunum hjá Fitnesshøllini Sandoy verður skíggi og net, og her verður eisini vatnkølari. Tey, sum hava hug at kunna seg nærri um Fit ness høllina Sandoy, sum altso letur upp leyg- ar dagin 2. september, kunnu hyggja inn á Face- book-síðuna við sama navni. Land nyrð ings parturin av Før oyum hevur fleiri altjóða virki, sum bjóða øðrum av í heimshøpi – og meginparturin av rávøruni, sum kemur upp á land í Føroyum, endar í hesum parti av Føroyum Borgastjórar hugleiða um mentan og vinnu Í tríggjar dagar á ment- anar døgum verður tiltakið “Spennandi hús” opið SPENNANDI HÚS Á MENTANARDØGUM Í Norðoya Sparikassa verða hesi ting at uppliva, og her verður Plakathúsið og Skapanarhúsið við dygd ar vørum. Í Plakathúsinum verða sjey føroyskir plakat- mak ara, sum fara at vísa fram og selja. Nøvnini á veit arunum eru: by Olafsdóttir, SolArt, The Petur, NivaNiva, Ann-Mari Egholm, Rógvi Odvør- son og Fjord. Myndlist fer eisini at selja rammur. Í Skapanarhúsinum verða hondgjørdar dygd- ar vørur til sølu, framleiddar av hesum veitarum: Shisa Brand, No. 10, Alia Gurli, Omma blomma, Hall bera, Byreydberg, Eileen Debes, Hanna Horn, Byrga dóttir og Elin Dimon Næs. Plakathúsið og Skapanarhúsið eru avgjørt verd eina vitjan á mentanardøgum – Vitan, vinna og mentan - hvørt sær trý økir - men um vit samla økini og leggja áherðslu á at finna felags stev, ja, hvat megna vit ikki tá? spyrja tey, sum skipa fyri mentanardøgum í Fuglafirði