hósdagur 31. august 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 101
6
PERSÓNSSØGA
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
F
ríggjadagurin hevur søgu-
liga sæð verið roknaður
sum ein óeydnisdagur í
Vest ur heiminum. Gamalt
er í Før oy um, at man ikki skal fara
í holt við nakað nýtt fríggjadagar,
so sum at mála hús ella giftast, tí
so verð ur arbeiðið aldrin liðugt og
hjúna bandið verður barnleyst.
Summi eru serliga ansin, tá
fríggja dagar fella á tann trettanda
dag in í einum mánaði, tí tá tvinnast
óeydn isdagurin fríggjadagur og
óeydnistalið trettan í sama dag.
Fyri Jónfríð Simonsen hevur
fríggja dag urin trettandi tó fingið
júst tann øvugta týdn ingin.
Fríggja dag 13. januar 2017 var dag-
ur in, tá hon fekk eitt vanligt lív
aftur aftaná fleiri ár við vánaligari
heilsu vegna sjáldsama nýrasjúku.
Hetta var nevniliga dagurin, tá
beiggi hennara Jens Martin Knud-
sen gav henni annað nýra hjá sær,
so hon kundi fáa eitt frískt nýra og
har við eitt nýtt lív.
Arvalig sjúka
Jónfríð Simonsen hevur sjúkuna
poly cyst isk nýrasjúku, ið er ein
arva lig sjúka, har bløðrur vaksa á
nýr un um og spakuliga oyðileggja
yrk is gøgn ini. Tað er ikki ein ókend
sjúka í familjuni, tí mamman doyði
av tí sama einans 58 ára gomul. Tá
ann að foreldrið hevur sjúkuna er
tað 50 prosent sannlíkindi fyri, at
børn ini eisini hava tað, og versnar
sjúk an skjótari hjá kvinnum, um
tey fáa børn.
– Eg og eldra systur mín hava
sjúk una, men Jens Martin hevur
hana ikki. Hjá mær versnaði sjúkan
nógv við árunum av ymiskum or-
søk um, so at eg varð verri fyri enn
systur mín, greiðir Jónfríð Sim on-
sen frá.
Fyri 21 árum síðan var Jónfríð
Sim o nsen vorðin so illa fyri av
sjúk uni, at orkan ikki var til nakað
ser ligt longur, og hevur hon síðan
1996 havt trupult við at vera á arb-
eiðs marknaðinum.
– Eg havi gjørt eitt sindur av ym-
isk um, men eg havi ikki verið før
fyri at havt eitt starv yvir longri
tíð, tí orkan hevur bara ikki verið til
tað, greiðir Jónfríð Simonsen frá.
Sjúkan versnaði
Síðan 1996 eru nýruni so líðandi
vorð in verri, og fyri nøkrum árum
síð an fekk hon boð um, at hon mátti
byrja upp á dialysu, tí nýruni vóru
far in so illa av sjúkuni. Samstundis
bleiv hon sett á bíðilista til at fáa
eitt nýtt nýra
– Tað er ikki ein stuttlig tilvera.
Eg bleiv sett á ein lista og gekk
bara og bíðaði. Telefonin skuldi
vera nærhendis alla tíðina, tí um
teir fingu hendur á einum nýra,
so skuldi eg vera klár at fara alt
fyri eitt. Tíbetur eru vit so hepp-
in í Føroyum, at vit hava ein nýra-
lækna, so eg var í tryggum hondum,
greið ir Jónfríð Simonsen frá.
Tankin um, at hon kundi fáa eitt
nýra frá onkrum í familjuni kom
av ymiskum orsøkum slett ikki upp
á tal.
– Eg hevði fingið at vita, at tað
ikki bara til, tí man kann oyðileggja
nýggja nýra av tí, at viðkomandi
helst hevur somu sjúkuna, hóast
hon ikki er staðfest enn. So eg hevði
úti lokað tann møguleikan og sat og
bíð aði eftir einum nýra aðrastaðni
frá, sigur Jónfríð Simonsen.
Søgan endurtók seg
Fyri lítlabeiggjan var tað tó hart at
6
PERSÓNSSØGA
Jens Martin Knudsen:
GAV
SYSTRINI
NÝRA
– Tá eg vaknaði eftir skurðviðgerðina hevði eg tað
virkuliga gott, og tað havi eg havt líka síðan. Bara
tað at kunna lata eyguni upp um morgunin og
havi orkuna til dagin er fantastiskt. Tað kláraði eg
ikki fyrr. Eg minnist ikki nær eg havi livað so væl.
Tað sigur Jónfríð Simonsen, sum í januar fekk eitt
nýra frá beiggja sínum Jens Martin Knudsen.