Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 101 7 síggja systrina fara gjøgnum júst somu sjúkralegu sum mamman, ið doyði einans 58 ára gomul. – Søgan endurtók seg, tí tað var júst sama gongd og sama tíðarlinja sum hjá mammu. Sjúkan er ein sein nið ur bróting av likaminum, og hó ast dialysa hjálpir, so versnar lik am ið kortini. Eg visti, at tað bara var ein spurningur um tíð, og eg kundi ikki bara hyggja at, meðan syst ur in fór gjøgnum hetta, sigur Jens Martin Knudsen. At geva annað nýra til systrina tyktist ikki at vera ein møguleiki vegna læknaráðini, men tá Jens Martin Knudsen í mai 2016 var á sjúkra húsinum í øðrum ørindum, bað hann tey kortini kanna nýruni fyri møguligan vøkstur. – Har var einki, og harvið hevði eg ikki sjúkuna. Tá byrjaði tankin at bún ast í mær, at eg kundi lata ann að nýra til Jónfríð, sigur Jens Martin Knudsen. Avgerðin tikin Tá tað gjørdist greitt, at einki var í vegin fyri, at hann kundi lata systr- ini annað nýra, visti Jens Martin Knud sen eisini, at hann ikki hevði ráð at bíða ov leingi til at taka av- gerð ina. – Tað var skjótt, at Jónfríð kundi detta av listanum. Um bara okkurt var galið, so høvdu læknarnir mett, at tað var betri at geva nýra til onkr an annan. So man er altíð í tíð- ar neyð, og sjálvt um eg ikki kundi vita hvussu leingi hon kundi bíða, so kendi eg tað frá mammu, sigur Jens Martin Knudsen. Áðrenn hann kundi taka av gerð- ina at lata annað nýra til systrina, mátti hann hugsa um sína egnu fam ilju. Men av tí, at hann ikki hevði sjúkuna, so arva børnini held ur ikki sjúkuna, og tá hann spurdi konuna, fekk hann eitt óvænt að svar. – Hon hevði longu hugsað um møgu leikan, so eg fekk fullan stuð ul beinanvegin. So avgerðin bleiv tikin tá at lata annað nýra til Jónfríð, sigur Jens Martin Knud- sen. Eitt freistandi tilboð Jónfríð Simonsen minnist væl løt- una, tá beiggin kom til hennara og bjóð aði henni annað nýra hjá sær. – Fyrst tá hann segði hetta, hugs aði eg beinanvegin um børnini hjá honum. Míni børn vóru longu kann aði, so eg visti, at eingin teirra hevði sjúkuna, men tað eru hans- ara ikki. Av tí at tað er ein fam- ilju sjúka, hugsaði eg, at um onkur teirra hevði hana, so skuldu tey hava nýra fyrst. Og so hevur systur mín eisini somu sjúku, so tað var ikki so lætt bara at siga ja, ásannar Jón fríð Simonsen. Jónfríð Simonsen valdi kortini at takka ja til tilboðið, tí hon visti, at hetta var møguleikin til eitt gott lív við familjuni. – Eg hugaði um míni børn, og visti, at við einum nýggjum nýra kann eg liva eitt gott lív nøkur ár aftr at við teimum og familjuni. Tað var eitt freistandi tilboð og skúgv- aði tað allan iva burtur. Tí gekk tað held ur ikki serliga leingi hjá mær at svara, sigur Jónfríð Simonsen. Tung avgerð Hvørki Jónfríð Simonsen ella Jens Martin Knudsen dylja tó fyri, at neyðugt var at hugsa væl um avgerðina, tí hon kundi havt fleiri avleiðingar fyri familjunum hjá teimum báðum. Serliga var tað elsta systurin, ið eisini hevur sjúk- una, ið bæði høvdu í huga, tá tey tos aðu um møguleikan hjá Jens Martin Knudsen at lata annað nýra. – Vit hugsaðu um hana, men støð an hjá henni var ikki líka ring sum hjá Jónfríð, og mett verður, at henn ara nýrur fara at halda alt lív- ið. Alt var uppi at venda, tá av gerð- in bleiv tikin, sigur Jens Martin Knud sen. Seinni hevur Jónfríð Simonsen eis ini havt ilt av, at hon tók eina so framhald Eg havi altíð verið stolt av honum, so har er einki øðrvísi. Hann er beiggi mín, og hevur altíð verið fantastiskur. Eg eri góð við bæði systur mína og hann, so har er einki broytt okkara ímillum Eg visti, at tað bara var ein spurningur um tíð, og eg kundi ikki bara hyggja at, meðan systurin fór gjøgnum hetta