hósdagur 31. august 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 101
8
skjóta avgerð. Ikki tí, at hon angrar
av gerðina, men tí hon er bilsin av
hvussu skjótt hon tók hana.
– Eg havi tað kanska eitt sindur
ringt við, at eg tók avgerðina so
skjótt, tí eg føli tað eitt sindur
egoistiskt, at eg fyrst hugsaði um
meg og mína fam ilju. Men eg var
avklárað um, at eg ikki fór at fáa
eitt nýra frá nøkrum í fam iljuni,
og tá tilboðið kom, so var støðan
heilt nýggj fyri mær, sig ur Jónfríð
Simonsen, og leggur aft ur at, at hon
eisini stúrdi fyri beiggjanum.
– Hetta var jú eisini ein prísur,
ið Jens Martin skuldi rinda. Tað er
eitt sindur strævið. Tá hann so fór
nið ur, byrjaði eg at óttast fyri, at
tað fór at fáa ein galnan enda.
Stór skurðviðgerð
Avgerðin bleiv tó tikin, og fyrst í
janu ar í ár fóru tey bæði til Dan-
mark ar, har tey blivu løgd undir
skurð. At talan var um eina stóra
skurð viðgerð, ið kundi enda galið,
var nakað, ið læknarnir aldrin
duldi fyri teimum.
– Eg fekk onga romantiska søgu
frá teimum, men bleiv allan vegin
gjøgn um konfronteraður við, at
ein vandi var við hesum. Síðstu
ferð eg bleiv spurdur, var tá alt var
klárt. Læknaliðið stóð í rúminum
og sproyt urnar vóru klárar, og eg
fekk ein síðsta kjans at angra, men
bað tey koyra ahead, sigur Jens
Mart in Knudsen.
Um Jens Martin Knudsen hevði
nakran iva ella ótta fyri skurð við-
gerð ina, so var hann ikki sinnaður
at siga tað fyri systrini.
– Tað kundi ført til, at hon
bakk aði út. Tað helt eg vera býtt,
tí av tí at vit eru í familju, eru
møguleikarnir nógv betri fyri, at
hennara likam tók móti nýranum,
enn um tað kom frá fremmandum.
So tað var týdn ing ar mikið at vísa,
at eg var sann førdur um hetta,
sigur Jens Mart in Knudsen.
Stúrin fyri beiggjan
Hóast beiggin gjørdi alt tað, hann
kundi fyri at sissa systrina, so var
hon kort ini ikki heilt trygg við
støð una.
– Eg helt tað vera ræðuligt at
bíða, meðan hann lá undir skurð.
Eg hugsaði bara, at hann mátti yv-
ir liva, tí hann hevur jú smábørn,
sig ur Jónfríð Simonsen.
Alt gekk væl í fyrra partinum
av skurðviðgerðini, og tá læknarnir
høvdu tikið nýra úr Jens Martin
Knud sen, bleiv Jónfríð Simonsen
gjørd klár til skurðviðgerðina.
Systk ini høvdu einki samband við
hvønn annan, og visti Jónfrið Sim-
on sen tískil ikki, hvussu tað hevði
ging ist hjá beiggjanum.
– Eg visti, at nýra var í ordan,
men ikki, um hann var á lívi. Tá
teir koyrdu meg inn, spurdi eg, um
eg líka kundi síggja Jens Martin.
Eg vildi ikki hava hansara nýra,
um tað ikki hevði gingið væl. Tað
sýttu teir fyri. Tað skilti eg ikki tá,
men skilji nú, at hann hev ur ikki
sæð serliga gott út eftir skurð við-
gerð ina, sigur Jónfríð Sim on sen, ið
stutt eftir sovnaði undir nar kosu.
Eitt nýtt lív
Tá alt avtornaði eydnaðist skurð-
við gerðin júst sum hon skuldi, og
skjótt kundi Jens Martin Knudsen
venda nøsina aftur móti Føroyum,
með an systurin bleiv verandi í
nakr ar vikur, har læknarnir hildu
eyga við hennara heilsustøðu. Alt
var sum tað skuldi vera, og Jónfríð
Sim on sen kundi í vár venda heim
aftur til Før oyar, men sum ein heilt
ann ar persónur.
– Tá eg vaknaði eftir skurð við-
gerð ina hevði eg tað virkuliga gott,
og tað havi eg havt líka síðan. Bara
tað at kunna lata eyguni upp um
morg unin og havi orkuna til dagin
er fant astiskt. Tað kláraði eg ikki
fyrr. Eg minnist ikki, nær eg havi
liv að so væl. Tað hevur í hvørt fall
ver ið áðr enn eg fekk børn, ið er 26
ár síð an, sigur Jónfríð Simonsen,
og legg ur afturat.
– Nú ímyndi eg mær, at eg komi
at liva eitt langt og gott lív. Allar
kann ingar hava víst, at likamið
hev ur tikið væl móti nýranum.
Tað er so væl fyri, at læknarnir
bara biða meg geva Jens Martin
eitt herða klapp fyri at hava passað
so væl upp á tað.
Familjan var við alla vegin
Undir samrøðuni er týðiligt, at fam-
ilj an hevur nógv at siga fyri bæði
Jón fríð Simonsen og Jens Martin
Knud sen. Systkinaflokkurin býr
all ur nakrar fáar metrar frá hvørj-
um øðrum í Saltangará, og í heilum
verð ur nevnt hvussu glað tey eru
fyri stuðulin, ið tey hava fingið frá
sín um nærmastu.
– Eg eri heilt ótrúliga glað fyri, at
fam iljan var við okkum í Danmark
og stuðlaðu okkum gjøgnum skurð-
við gerðina. Harumframt hava vit
fing ið góða hjálp frá vinum og
grann um. Bæði gjøgnum hesa tíð-
ina, men eisini tey árini, tá eg var
sjúk, sigur Jónfríð Simonsen.
Eisini Jens Martin Knudsen legg-
ur dent á, hvussu týdningarmikið
tað var at hava familjuna við, tá
skurð viðgerðin nærkaðist.
– Eg føldi meg hepnan og trygg-
an við at hava elsta lækna son in
og konuna við allan vegin sum
vegleiðing og stuðul, tá eg var um
at fara undir skurð, sigur Jens
Mart in Knudsen.
Saknar ikki nýra
Átta mánaðir eftir skurðviðgerðina
er Jens Martin Knudsen enn
fullvísur í, at hann tók rætta val ið,
tó at tað hev ur tikið nakrar mán-
að ir at koma fyri seg aftur.
– Tað hevur verið strævið, tí man
er so móður. Men annars er tað ikki
nak að, ið hevur merkt nógv. Eg fór
til arbeiðis beinanvegin, tí eg havi
tvey virkir, so eg leyp út í tað. Nú
livi eg púra vanligt. Men eg merki
tað, serliga tá eg geri nógv fysiskt.
Tá føli eg pínu har skurðurin var,
men eg sakni ikki nýra.
Spurdur um hann nakrantíð
angr ar, at hann valdi at lata annað
nýra, er hann skjótur av svara.
– Eri júst líka sannførdur sum
áðr enn. Tað er eingin ivi í sinninum
um, at eg hevði gjørt tað umaftur,
sig ur Jens Martin Knudsen.
Steðgaðu endurtøkuni
Í dag kann øll familjan fegnast um,
at alt spældi væl av. Jónfríð Sim-
onsen livur betri enn hon hev ur
gjørt í 26 ár og Jens Martin Knud-
sen er komin fyri seg aftur, men tað
sum fyllir mest, er at tað eydnaðist
at steðgað søguni at endurtaka seg.
– Vit eru øll glað í familjuni um,
at tað spældi væl av. Sum familjan
er tað stórt, at vit steðgaðu tí, ið
vit hava verið vitni til áðrenn, tá
mamma doyði. Tað var eisini tað, ið
ávirk aði mína støðutakan. Eg vildi
ikki síggja søguna endurtaka seg.
Her var møguleikin at steðga ring-
rás ini, sigur Jens Martin Knudsen
og leggur afturat, at hann vónar at
hans ara søga kann vera eitt fyri-
dømi fyri onnur.
– Um so fólk í nærmastu familju
koma í líknandi støðu, so er tað ikki
ein ókend støða. Sjúkan hvørvur jú
neyvan úr familjuni. Mamma hevði
eisini kjansin og hevði nógv systk-
in, men tað var onnur tíð, og óvist
var tá, um man kundi taka nýra frá
teimum nærmastu. Men tíð ir nar
eru broyttar og nú ber tað til, og
við hesum hava vit sett eitt fyri-
dømi, sigur Jens Martin Knud sen.
Hóast lítlibeiggin hevur latið
ann að nýra til eina av systrunum,
so hevur tað als ikki broytt hvussu
hann verið sæddur í familjuni,
legg ur Jónfríð Simonsen at enda
dent á.
– Eg havi altíð verið stolt av hon-
um, so har er einki øðrvísi. Hann
er beiggi mín, og hevur altíð verið
fant astiskur. Eg eri góð við bæði
syst ur mína og hann, so har er
einki broytt okkara ímillum, sigur
Jón fríð Simonsen.
Eg helt tað
vera ræðuligt
at bíða, meðan
hann lá undir
skurð. Eg
hugsaði bara,
at hann mátti
yvirliva, tí
hann hevur jú
smábørn
Sum familjan er tað stórt, at vit
steðgaðu tí, ið vit hava verið vitni
til áðrenn, tá mamma doyði. Tað
var eisini tað, ið ávirkaði mína
støðutakan. Eg vildi ikki síggja
søguna endurtaka seg. Her var møguleikin at
steðga ringrásini
framhald