hósdagur 31. august 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 101
9
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
V
ígdis Skorheim greiðir frá, at hon
væntaði, at hon fór at kenna djúpa
gleði og nærleika til lítla barnið, tí
tað eru tær kenslurnar, sum eru
álagdar eini mammu, og sum bæði mamman
sjálv og hini rundan um mammuna taka fyri
givið.
Hon varð tó tikin á bóli, tá hon misti alla
orku og sat heima og græt meginpartin av
tíðini. Hon fekk ongantíð ta hjálp, sum henni
tørvaði, tí hon ikki visti, hvussu hon skuldi seta
orð á stóru avbjóðingina og tunglyndið, sum
nívdi hana.
Nú verða allar mammur í Føroyum
screenaðar, og letur tað til, at talan er um
tunglyndi, so er hjálp at finna. Umráðandi er tó,
at hjálpin kemur skjótt, tí so er barns burðar-
tunglyndi til at fáa bilbugt við, sigur Sanne
Storm, PhD.
Á heimasíðuni hjá Gigni verður víst á, at
umleið tíggju prosent av øllum mammum fáa
barnsburðartunglyndi í samband við, at tær
fáa eitt barn. Føroyskar kanningar frá 2012 vísa
tó, at á leið 12 prosent av føroyskum mammum
verða bólkaðar sum tunglyntar.
Eitt, sum eyðkennir hesar mammur, er, at
tær ofta líða í stilli og uttan at gera so nógv um
seg. Hetta ger, at barnsburðartunglyndi ikki
altíð verður so sjónligt, og mammurnar fáa tí
ofta ikki ta hjálp, sum teimum tørva.
BARNS
BURÐAR
TUNGLYNDI
TEMA
Á temasíðunum hesaferð er barnsburðartunglyndi
á breddanum. Vit tosa við Vígdis Skorheim úr
Klaksvík, sum stríddist við barnsburðartunglyndi í
fleiri ár, eftir at hon hevði átt dóttur sína í 2011