Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 101 10 TEMA: Barnsburðartunglyndi EG SAT BARA HEIMA OG GRÆT ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO Á ðrenn Vígdis Skorheim átti dóttur sína Vón í 2011, hevði hon stórar vón ir um nýggju til- ver una sum mamma. – Eg væntaði, at eg fór at kenna djúpa gleði og nærleika til lítla barn ið, tí tað eru tær kenslurnar, sum eru álagdar eini mammu, og sum bæði mamman sjálv og hini rund an um mammuna taka fyri giv ið, sigur hon. Hon gleddi seg eisini til nýggju tilveruna, og hon sá barns burð- ar farloyvið fyri sær sum eina hugna liga tíð, har hon fór at hava bæði tíð, orku og yvirskot til at trilla og og hugna sær saman við dótt ur síni. – Eg ivaðist ikki í, at eg fór at hava orku til at njóta tað, stað- fest ir hon. Tunglyndi kom skjótt Tekin til barnsburðartunglyndi kunnu vísa seg í viðgongutíðini, eft ir at barnið er føtt og fyrsta livi- ár ið hjá barninum, upplýsir Gigni á heimasíðu teirra. – Kanningar vísa, at umleið tíggju prosent av øllum mammum fáa barns burðartunglyndi í sam- band við, at tær fáa eitt barn. Eitt sum eyð kennir hesar mammur er, at tær ofta líða í stilli og uttan at gera so nógv um seg. Hetta ger, at barnsburðartunglyndi ikki altíð verður so sjónligt, og mamm ur- nar fáa tí ofta ikki ta hjálp, sum teim um tørva. Pápin og møguliga onn ur avvarðandi, sum eru nær við mammuna, hava ofta ringt við at skilja, hvat tað er, sum hendir við mammuni, skrivar Gigni. Vígdis kennir seg aftur í hes um tíggju prosentunum, og greið ir frá, at tað ómetaliga skjótt varð týðiligt, at gleðin, sum hon vænt- aði at kenna, ikki var har. – Tríggjar vikur eftir at eg hevði átt, hugsaði eg, at hetta er tyngri enn tað, sum eg hevði vænt- að. Tann gleðin, sum eg møtti frá fólki, mína og okkara vegna, skilti eg ikki. Eg fekk ofta lukkuynski við við merkingum, so sum “sum tað er spenn andi, stuttligt og dei- ligt hjá tær”. Eg skilti tað ikki, og eg minn ist, at eg hugsaði, at eg veit veru liga ikki, hvat tað er, sum er so deiligt við hesum, greiðir hon frá. Ongin ivi um kærleikan Vígdis greiðir frá, at tað er um ráð- andi at skilja, at kenslurnar, sum stóð ust av tunglyndinum, ikki ávirk aðu kærleikan, ið hon hevði fyri dótt ur síni. – Tað var ongin ivi, at eg elsk- aði Vón, men eg kendi ikki gleðina við at verða mamma, staðfestir Vígdis, sum var lesandi, tá hon átti Vón. – Eg gjørdi yvirbygnaðin í pæda gog iskari psyko logi, tá eg var í barns burð ar far loyvi, og eg visti tí sjálv sagt, hvussu um- ráð andi tað er hjá einum barni at hava eina góða realtión til mammu sína. Hend an vit an in mynd aði mín hátt at vera saman við Vón uppá, sigur hon. – Eg visti, at tað er gott nokk at vera ein góð nokk mamma, men onkuntíð maktaði eg ikki ein gongd tað, og tá fekk hon ikki ta relatiónina við meg, sum hon hevði tørv á. Tað gjørdi meg kedda, og skuldarkenslan vaks, legg ur hon álv ar sliga afturat. Vildi bara sova Tunglyndi í samband við barns- burð, kann vísa seg á ymiskan hátt. Kjarnueyðkenni til barns- burð ar tunglyndi kann millum annað vera ógleði, niðursettur hug ur, niðursett orka og møði. Fylgi eyðkenni kunnu vera kensla av vónloysi, kensla av maktarloysi, mangl andi orku til at taka sær av barn inum, manglandi gleði og skuld arkensla, upplýsir Gigni. Vígdis Skorheim greiðir frá, at hon kendi seg serliga móða og kedda hesa tíðina tunglyndið vardi. – Fyrstu ferð vit fóru í mammu- bólk, tá dóttur mín var á leið seks vik ur gomul, tosaðu onkrar av hin um mammunum um, at tær longu fingu brell, og ynsktu sær eitt barn afturat. Eg minnist, at eg hugsaði, at eg vil faktiskt bara sleppa at sova. Eg var móð alla tíð- i na, sigur hon. Hon greiðir frá, at hon hevur fing ið ómetaliga nógvan stuðul og hjálp frá bæði sínum foreldrum og frá foreldrunum hjá manninum. Vígd is veit ikki, um nógva hjálpin stendst av, at tey hava merkt, at hon ikki hevur orkað nóg væl, ella um hon er komin natúrliga. – Tað besta, sum kundi henda fyri meg, var at onkur av teimum fór trillitúr, sigur hon, og greiðir frá, at tá ommurnar og abbarnir fóru út við Vón, kendi hon, at hon kundi sleppa strongu ábyrgd ar- kensluni, sum tyngdi hana treyta- leyst. Tá Vón var saman við ommum og abb um sínum legði Vígdis seg at sova. – Eg svav nógv, og heilsu syst ur- Barnsburðartunglyndi – Tað var ongin ivi í, at eg elskaði Vón, men eg kendi ikki gleðina við at verða mamma, sigur Vígdis Skorheim, sum fekk barnsburðartunglyndi í fleiri ár eftir, at hon átti dóttur sína