Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 101 11 in mælti eisini til, at eg legði meg, tá Vón svav, tí hon svav ikki væl um náttina, og hon var eisini sera ofta sjúk, sigur Vígdis Skorheim. – Tá skuldi eg ikki leggja nakað til rættis ella hugsa um sjúku ella ann að, leggur hon afturat. Varð ikki screena Vanliga fáa allar mammur eitt spurn ar blað frá heilsusysturini, sum skal meta um sálarheilsu teirra. Hetta verður gjørt fyri at fáa inn lit í og lofta teimum, sum stríð ast við burðartunglyndi. – Eg hevði hoyrt um hesa roynd- ina, sum heilsusystrarnar koma við, men tíverri fekk eg ongantíð hetta spurnarblaðið. Eg veit ikki, hví eg ikki fekk tað, og hóast eg onk ursvegna hevði glett meg til at fáa spurnarblaðið, tí eg helt, at tað møguliga fór at svara onkrum iva, sum eg hevði inni í mær, so var eg ov stolt at spyrja nærri eftir tí tá, sigur hon álvarsliga. – Eg hevði vónað, at hendan roynd in fór at lofta onkrum, tí eg dugdi ikki at seta orð á tankarnar og kenslurnar, sum eg hevði. Eg visti sjálvsagt, at alt var ikki, sum tað skuldi vera, men eg visti ikki, hvat tað var, sigur Vígdis Skor- heim. Sat heima og græt Umframt at vera ógvuliga móð og máttleys, so var Vígdis eisini ómeta liga kedd ta mesta av tíðini í minst eitt ár, eftir at hon varð vorð- in mamma, men tað var tor ført at skilja, hvør grundin var til ógv us- ligu kenslurnar. – Tað fyrsta árið sat eg nógv heima og græt, sigur hon. Hon sigur frá um støður í ger- and is degnum, har hon kendi seg mátt leysa í støðuni og í leiklut in- um, sum hon hevði. Av og á varð hon noydd til at fara frá dóttur síni inn í eitt annað rúm, tí hon orkaði ikki samveruna. Hetta leiddi síðani til skuldarkenslu. – Eg varð eisini kedd av at við ur- kenna, at eg heilt einfalt mátti flyta meg frá mínum egna barni, tí eg ikki kláraði meir. Tað er ónatúrligt at hava eina slíka djúpa kenslu av, at flytur man seg ikki, so fær man ikki luft, sigur hon álvarsom, og legg ur afturat, at hon eisini varð kedd av sínum egnu kenslum, tí hon elskaði barnið, sum hon mátti flyta seg frá, men maktaði í roynd og veru ikki løtuna. – Eg var mótleys, kendi ikki, at eg var góð nokk og eg hevði ringa samvitsku. Tá eg hevði tað ring- ast, hevði eg hvørki styrki ella yv- ir skot, sigur hon. Legði dagin til rættis Vígdis er vanliga væl fyrireikað í tí, sum hon ger, og henni dámar at leggja sær tingini til rættis, soleiðis at hon hevur tamarhald og tak á støð uni og gerandisdegnum. So- leið is var eisini ta tíðina, tá ringa burð ar tunglyndið stóð uppá. Hon skriv aði eitt strangt skema, sum hon tek ur fram og vísir untirritaða, með an vit tosa. Á skemanum, sum eitur “Dag- ur in hjá Vón” stendur nágreiniliga, hvat lítla barnið skal gera og nær tað skal gerast. Til dømis stend- ur, at hon vaknar á leið klokkan seks, og síðani fær hon mjólk og morgunmat. Síðani skal hon stimbr ast og spæla, áðrenn hon skal í vognin at sova, og so fram- veg is. Vígdis sigur, at hon hevur lagt skemaið afturat myndabókini, sum hon eigur av fyrstu árunum hjá Vón, tí hóast hon næstan verð- ur flov av at vísa øðrum tað, so er tað soleiðis, sum veruleikin var tá. – Í fyrstani hjálpti tað mær at fylgja stranga skemanum, so eg kendi, at eg hevði tamarhald á støð uni. Eg fekk ofta viðmerkingar um hvussu planløgd eg var, men eg kundi ikki siga teimum, at tað var so leiðis eg yvirlivdi dagin, sig ur hon. Hon noyddi seg sjálva at gera so vorið, sum hon føldi, at hon átti at gera. Tá hon ikki legði seg at sova, so fór hon onkran tvungnan trilli túr og látst, sum var alt, sum tað átti. – Eg royndi at yvirliva, og spurdi ofta meg sjálva, hví ongin hevði sagt mær, hvussu strævið hetta veruliga fór at verða. Eg havi barns- burðar tunglyndi Vígdis tosaði ikki við nakran um tær kenslurnar, sum hon stríddist við. Tey nærmastu sóu, at hon strídd ist, sóu at hon græt og løgdu til merkis, at hon manglaði orku. Hon greiðir frá, at maður hennara spurdi inn til og royndi at ugga, men tað var ov torført hjá henni at seta orð á, hvat tað var, sum nívdi hana so djúpt. Vígdis stríddist einsamøll við tungu kenslurnar í fleiri ár. Fyrsta ár ið var serliga hart, og tá sat hon ofta einsamøll, græt og manglaði ser liga orku. Tá dóttir hennara eld ist og varð meir sjálvbjargin, fekk Vígdis eisini betur tíð til at hugsa um seg sjálva og um, hvat hon upplivdi og hvussu hon fekk bast tí. Eg var mótleys, kendi ikki, at eg var góð nokk og eg hevði ringa samvitsku. Tá eg hevði tað ringast, hevði eg hvørki styrki ella yvirskot framhald