hósdagur 31. august 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 101
12
TEMA: Barnsburðartunglyndi
12
– Einaferð, tá eg var blivin í bet-
ur lag, segði ein vinkona við meg,
at hon helt, at eg hevði havt barns-
b urðartunglyndi. Tað var fyrstu
ferð, at eg hugsaði tankan, at tað
óivað var tað, sum eg hevði barst
við. Eg segði teimum nærm astu
tað, og tey tóku øll undir við mær,
tí eg hevði ikki verið, sum eg var
áður, sigur hon.
– Vinkona mín segði eisini, at
hon hevði hugsað um tað áðrenn,
men visti ikki, hvussu hon skuldi
orða seg og siga hetta við eina, sum
var illa fyri sálarliga.
Tað gingu fleiri ár, áðrenn Vígd-
is kendi á sær, at hon hevði tað
betri. Hon minnist enn tann dag-
in, hon fyrstu ferð gleddi seg til
at avheinta Vón – sum tá næst an
hevði fylt fýra ár – í barna garð in-
um.
– Áðrenn tá avheintaði eg, tí
tað átti eg at gera. Eg leitaði eftir
fólki at vitja ella eftir aktivitetum,
so at vit ikki vóru einsamallar, tá
hon kom úr barnagarðinum, tí tað
hevði eg ikki orku til, sigur hon.
Vígdis Skorheim heldur, at tað
hevur hjálpt henni at sett orð á
kenslur sínar og siga tað hart.
– Orsøkin til at eg ikki fekk
hjálp er ikki, at fólk ikki vilja
lurta ella ikki hava umsorgan fyri
mammum. Eg segði tað bara for
seint, staðfestir hon.
Summar kenslur eru tabu
Hon viðurkennir, at barns burð-
ar tunglyndi er tabu í sam fe lag-
num. Hon heldur, at orsøkin er, at
mamm ur við tunglyndi eru keddar
yvir kenslurnar og tankarnar, sum
tær hava fyri barni sínum. Tað er
ikki nakað, sum er lætt at við ur-
kenna, greiðir hon frá.
Hon leggur afturat, at tað er
lætt at spæla sjónleik, ta løtuna
heilsu systurin vitjar, ella tá man
er saman við starvsfeløgunum,
og tað er heldur ongin, sum spyr
inn til tær negativu kenslurnar.
Høvdu tey spurt hana, so veit hon
heldur ikki, um hon hevði dugað
at svarað.
Síðani vinkona hennara segði
orð ið barnsburðartunglyndi, hev-
ur Vígdis tosað opið um upp liv ing-
ar sínar.
– Eg havi verið opin um tað, tí
tað er lættari at koma ígjøgnum
tað, tá man viðurkennur kenslur
sínar, sigur hon.
– Eg veit, at hetta ikki snýr seg
um kærleikan, eg havi til dótt ur
mína, men tað snýr seg um stúr an-
ir, møði og manglandi orku, leggur
hon afturat.
Bangin fyri at fáa
fleiri børn
Árini við tunglyndi hava ávirkað
Vígd is, og hon sigur, at kenslurnar
altíð liggja í bakhøvdinum.
– Eg hugsi ofta um, hvussu tað
hevði verið, um vit fingu fleiri
børn. Tað er ein ræðulig kensla ikki
at hava orku og yviskot til at vera
sam an við barni sínum. Eisini eri
eg bangin fyri, at eg fari at missa
tað yvirskotið, sum eg nú havi
til dóttur mína, hóast kanningar
vísa, at tað ikki neyðturviliga er
so, sigur hon.
Hon hevur ongantíð fingið
hjálp ella heilivág fyri tunglyndi,
sum hon bardist við, men hon
hugs ar ofta, at hon kundi havt
tørv á tí.
– Ikki tí tunglyndið liggur í mær
nú, men kenslurnar eru enn har, og
ser liga tá eg síggi nýføðingar ella
tá onkur er við barn, sigur hon.
Hon mælir mammum, sum
kenna seg tunglyntar, til at leita
sær hjálp hjá heilsusystur ella
onkr um, sum tær hava álit á.
– Tað er umráðandi, at mammur
ikki eru ov stoltar ella bangar fyri
at deila teir negativu tankarnar
eisini, og siga tað hart, um tilveran
sum mamma ikki er sum væntað,
sigur hon, og leggur afturat, at tað
er altumráðandi við meir kunning
og upplýsing um evnið.
– Upplýsing er umráðandi, og
um onk ur hevði nevnt møguligt
barns burð artunglyndi fyri mær,
tá eg hevði átt, so kann tað verða,
at eg hevði verið tilvitað um tað
fyrr. Eg hevði ikki hugsað um
møgu leikan fyri tunglyndi sjálv,
sig ur hon.
framhald
Tað er
umráðandi,
at mammur
ikki eru
ov stoltar
ella bangnar fyri at luta
teir negativu tankarnar
eisini, og siga tað hart,
um tilveran sum mamma
ikki er sum væntað