hósdagur 31. august 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 101
13
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
T
að at verða við barn er
ein heilt serlig støða í
lív inum hjá eini kvinnu,
tí tá fert tú frá at vera
kvinna til eisini at verða mamma.
Kvinnan broytist ikki bert krops-
liga, men eisini sálarliga, og hetta
er ein náttúrlig broyt ing, sigur
Maria Matras, heilsusystur í grein
í Sosialinum í vár.
Tá kvinnur gerast við barn,
hugsa tær flesu um hvat tær eta,
leggja okkurt av og byrja uppá okk-
urt annað, tí tað er av týdningi fyri
barn ið, greiðir Maria Matras frá.
Lívið og lívsmynstið broytist
hjá eini kvinnu, sum verður
mamma og ofta er torført at
ímynda sær stóru broyt ingina,
áðrenn barnið er komið. Maria
Matras greiðir frá, at hetta er ein
serlig tíð, har mamm an er opin
fyri broytingum, sum jú eis ini er
ein natúrligur partur av at verða
mamma.
– Eg møti mammum, sum tað er
komið óvart á, hvussu hart tað er,
at verða mamma og hvussu nógv
tað krevur av likamligari og ment-
al ari styrki, sigur hon.
Tá ein kvinna gerst mamma,
hend ir so nógv. Mamman, sum fyrr
hevði
tíð
til sín
sjálvs, setur nú alt til viks fyri at
verða um og tryggja barn inum
grund leggjandi tørvir, so
sum nær veru og umsorgan.
Mamm an hugsar nógv um
hon megn ar støðuna sum
mamma, um barn ið trívist
og mennist, um barn ið fær
nokk av mjólk, hvussu barn-
ið svevur og um alt er, sum
tað skal vera, greiðir hon frá.
– Tá man veit, at tað er ein
sár bar tíð, so er umráðandi, at
mamm an hevur tað so gott,
sum gjørligt. Tað so gevandi at
síggja og fylgja við, hvussu ein
mamma kann menna seg burt ur-
úr avbjóðandi og døpr um døg um,
til aftur at síggja møgu leik ar og
kenna gleðina við verða mamma,
sigur Maria Matras.
Tað er umráðandi hjá mammum,
eis ini at fáa loyvi til at seta orð á
hugs anir og til tíðir stúr anir og
av bjóðingar sum tað eis ini kann
verða við at eiga eitt pinku barn.
Hó ast tað eru nógvar góðar løt ur,
so er tað ikki bert deiligt, sig ur hon.
– Eg møti mammum, sum tað er komið óvart á, hvussu
hart tað er, at verða mamma og hvussu nógv tað krevur
av likamligari og mentalari styrki, sigur heilsusystur
Meira enn helvtin av øllum mammum kunnu aftaná ein
barnsburð kenna seg keddar, óglaðar, at hava innara
ófrið, og til tíðir eisini kenna beinleiðis angist. Hendan
kenslan kann vara alt frá nøkrum tímum til nakrar
fáar dagar, og er sostatt rættiliga vanlig og ein normal
reaktión hjá einari nýggjari mammu.
Umframt hesa kensluna vísa kanningar, at
umleið tíggju prosent av øllum mammum fáa
barnsburðartunglyndi í samband við, at tær fáa eitt
barn. Eitt sum eyðkennir hesar mammur er, at tær ofta
líða í stilli og uttan at gera so nógv um seg. Hetta ger,
at barnsburðartunglyndi ikki altíð verður so sjónligt,
og mammurnar fáa tí ofta ikki ta hjálp, sum teimum
tørva.
Pápin og møguliga onnur avvarðandi, sum eru nær
við mammuna, hava ofta ringt við at skilja hvat tað er,
sum hendir við mammuni. Tí er sera týdningarmikið,
at tað ikki bert er mamman sum fær hjálp, men eisini
pápin og tey sum møguliga eru nær hjá mammuni.
Hetta fyri, at tey hava fortreytir fyri, at skilja støðuna
hjá mammuni, eins og møguleika fyri, at stuðla
mammuni á rættan hjátt.
Barnsburðartunglyndi kann vísa seg á ymiskan hátt,
og tekini kunnu millum anna vera ógleði, niðursettur
hugur, niðursett orka, møði, kensla av vónloysi, kensla
av maktarloysi, manglandi orku til at taka sær av
barninum, manglandi gleði og skuldarkensla.
KELDA: GIGNI.FO
um barnsburðar tunglyndi:
• Verð opin um hvussu tú hevur tað og hvussu støðan hjá tær
er, mótvegis tínum nærmastu og teimum tú hevur álit á
• Tosa við heilsufrøðingin og/ella kommunu læknan. Um
tað er í viðgongutíðini ber til at biðja um vitjan frá Gigni,
umframt at tosa við ljósmóðurina
• Tosa við familju og vinfólk
• Lat pápan hava og vera um barnið so nógv sum møguligt
• Fá onkran at hjálpa við tí húsliga
• Far út og fá fríska luft hvønn dag. Far t.d. ein gongutúr
dagliga
• Ver saman við øðrum menniskjum. Far út millum fólk í
staðin fyri at halda teg heima og fyri teg sjálva
• Kom í mammu/foreldrabólk
• Kelda: Gigni.fo av barninum, manglandi gleði og
skuldarkensla.
KELDA: GIGNI.FO
hetta kanst tú gera:
LÍVSMYNSTRIÐ BROYTIST
TÁ TÚ VERÐUR MAMMA
Í
Heilsusysturin:
i at
m
m
á.
r ein
di, at
gott,
di at
Visti tú?
Tað er ymiskt hvussu
longi barns burðar-
tung lyndi varðir. Tað er
tengt at, hvussu ringt
tunglyndið er og hvørja
hjálp tú fært
hevði
tíð
til sín
sum
Mam
hon
mam
og m
nokk
ið s
tað
sá
m
su
síg
mam
úr av
til af
kenn
sigur
Ta
Visti tú?
Orsøkirnar til
barnsburðartunglyndi
eru ikki staðfestar, men
tunglyndi stemst millum
annað av arvaligum, hor-
monellum, sálarligum
og sosialum viður-
skiftum