mánadagur 4. september 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMRØÐA
Dreymar við havið:
– Í filminum eru forfjónaði
menniskju, sum vísa á nakað
grundleggjandi í okkum øllum,
sigur Sakaris Stórá, leikstjóri
TAÐ VAKRA Í
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Hesa vikuna sleppur al menn ing-
ur in at síggja stóru verkætlanina,
sum hevur tikið meginpartin av
bæði tíðini og tankunum hjá Sak-
ar isi Stórá seinastu árini. Í 2014
byrjaði hann, saman við Marj uni
Syderbø Kjelnæs at skriva hand-
ritið til spælifilmin, Dreymar við
hav ið, og hesi árini hava verið
merkt av skriving, ætlanum og fyri-
reik ing. Mikudagin verður so fyrsti
spæli filmur Sakarisar frumsýndur
fyri almenninginum í Havnar Bio.
– Eg eri ræðuliga spentur, tí hó-
ast bæði eg og tey flestu, sum hava
verið við í upptøkunum hava sæð
film in, so hevur næstan ongin ann-
ar í Føroyum sæð hann, sigur Sak-
ar is Stórá.
– Eg havi tó fingið góðar aft ur-
meld ingar frá fólki uttanlands, men
eg áni ikki, hvat fólk fara at halda
um av rikið, sigur hann, og leggur
aft ur at, at hann er spentur heldur
enn nervøsur.
Sakaris greiðir frá, at tá tú let ur
eina so stóra verkætlan úr hond-
um, so kennir tú teg naknan onk-
urs vegna.
– Sum leikstjóri hevur tú krea-
tivu ábyrgdina. Um okkurt er, sum
fólki ikki dámar, so er tað har, tí
eg havi sagt, at tað skal vera har.
Tá eg byrjaði at gera film ar, var
hesin tankin ræðandi, men nú havi
eg vant meg við tað, sig ur Sakaris
Stórá, sum er komin langt á yrk-
is leið síni síðani hann á films skúl-
anum leikstjórnaði fyrsta film sín
fyri ikki at verða koyrdur úr skúl-
an um.
– Tá vildi eg vera við í films fram-
leiðsl uni heldur enn at leikstjórna,
men av tí at tað var krav, at næm-
ing ar nir skuldu leikstjórna tveim-
um film um hvør, so vaks áhugi mín
við upp gávuni, sigur hann.
– Tá eg síðani leikstjórnaði
næsta filmin, fekk eg veruliga hug
at taka arbeiði í álvara, og at stríð-
ast fyri visiónini, eg hevði, sigur
hann álvarsamur.
Ikki gjørdur eftir uppskrift
Sakaris greiðir frá, at størsti mun-
ur in á at gera stutt- og spælifilmar
er, at krøvini verða harðari, tá film-
ur in er longri. Ein spælifilmur er
eitt størri projekt, og tí er nógv, sum
film urin skal liva upp til. Hóast
hetta, so hevur Sakaris gjørt filmin
so, sum hann sjálvur hevði hug at
gera hann.
– Eg og Marjun Syderbø Kjel-
næs vildu ikki skriva søguna eft ir
eini uppskrift, og heldur ikki brúka
standard modellið, sum ein spæli-
film ur í Hollywood van liga verður
gjørd ur eftir. Tað var stutt ligt at
bróta tey krøvini, sig ur hann, og
legg ur afturat, at tá stand ard mod-
ellið ikki varð nýtt, so mátti íblást-
urin koma aðra staðni frá, og nógv
av íblástr inum fann hann í høv uðs-
leik ar unum í filminum.
SØGAN
Dreymar við havið er ein søga um tvær ungar gentur á
gáttini til vaksna lívið. Ester býr í lítlu bygdini við havið,
hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt
hetta broytist tá Ragna flytur til bygdina.
Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein
heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at
dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava
avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men
gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella
hvagar tær skulu fara.
Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad, ið fyri fyrstu ferð
roynir seg á filmi, sum Ester, meðan Helena Heðinsdóttir, ið
eisini var við í Vetrarmorgun, er Ragna.
Handritið hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað í tøttum
samstarvi við leikstjóran.
Eyðun Muller