Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102 SAMRØÐA TÍ SKEIVA – Vit byrjaðu at fylgja teimum í støðunum, sum tær eru í, og við teim­um í huga vórðu senurnar ment­ar, sigur hann. Høvuðsleikararnir eru Juliett Natte­stad, sum spælir Ester og Helena Heðinsdóttir, sum er Ragna, og Sakaris vil vera við, at vit kenna øll eina Ester og eina Ragnu. – Tær eru nógv av tí, sum man sær í nógvum fólki. Tær umboða væl ymiskar síður av Føroyum, og kenna vit tær ikki, so hava vit verið tær, staðfestir hann. Hann heldur eisini, at tær báð­ ar eru tað, sum er tað mest áhuga­ verda í filminum. – Eg vænti, at fólk verða berg­tik­ in av teirra framførslum, tí tær bera filmin, staðfestir hann álvarsliga. Eitt, sum tó er tað sama sum í hin­um filmum Sakarisar, er stað­ set­ing­in. Dreymar við hav­ið er, sum hin­ir filmarnir, ið hann hevur gjørt, upp­tikin á Sandoynni. – Eg velji altíð Sandoynna, tí eg havi viljað skapað nøkur viðrir á oynni, og tí eg kenni øll støðini væl og havi relatiónir har, sigur hann. Landslagið í Sandoynni er held­ ur ikki so markant ella stórsligið, og tað endurspeglar søgurnar í film­ um hansara, greiðir hann frá. Søgan skrivað í tøttum samstarvi Eftir at Sakaris Stórá hevði latið stutt­filmin Vetrarmorgun úr hond­ um, kom samstarvið við Marjuna Syder­bø Kjelnæs í lag. – Eg hevði ongantíð hitt hana áð­ur, tá samstarvið byrjaði. Eg vildi royna nýggjar arbeiðsháttir og eisini, at onkur annar skrivaði hand­ritið. Eg haldi, at í nógvum av tí, sum hon hevur gjørt, hevur hon fangað okkurt av tí, sum eg sjálv­ur leiti eftir, og tí varð tað eitt nat­úr­ ligt samstarv, tá vit hittust, sigur hann. – Vit hava arbeitt tætt saman, og vent hugskotum millum okkara alla tíðina. Tá vit høvdu eina grundsøgu og eitt gott hugskot, so fóru vit at leita eftir leikarum, og arbeiddu síð­ani tætt saman við leikarunum í til­ gongdini og í at skapa per­són­ar­nar í filminum, greiðir hann frá. Soleiðis broyttist hugskotið nógv í skrivingini, upptøkunum og í klippingini. Hóast líðandi nat­úr­ ligu broytingarnar, so varð visi­ón­in – sum er góðursett í høv­uðs­leik­ar­ unum- hin sama, og tað er um­ráð­ andi, greiðir leikstjórin frá. Hendan mannagongdin er ikki van­lig, men hon er tilvitað. Sakaris greið­ir frá, at hvørja ferð hann ger ein nýggjan film, so roynir hann eis­ini nýggar arbeiðsháttir. – Tað skal verða ein avbjóðing, sig­ur hann avgjørdur. Áhugin byrjaði við Star Wars – Eg minnist ordiliga væl, tá eg seks ára gamal, fyrstu ferð sá Star Wars filmarnar. Tá sá eg, at tað ber til at skapa ein veruleika, sum ikki er har. Ein alternativan veruleika. Eg hugsaði tá, at eg vildi verða ein av teimum, ið skapar slíkar veru­leik­ ar. Í so máta livi eg dreymin onk­urs­ vegna, sigur Sakaris Stórá, tá hann verð­ur spurdur um, nær áhugin í at leik­stjórna byrtist. Tað er tó langt frá Star Wars og til filmarnir, ið Sakaris Stórá hev­ ur leikstjórnað, og hann greiðir flenn­andi frá, at hann síðani hev­ur broytt meining um, hvussu veru­ leik­ar­nir skulu skapast. – Tað eru ikki nógvar eks­plosi­ ónir í filmunum hjá mær, flennir hann. Hesin veruleikin, ið Sakaris hev­ ur skapað í spælifilminum Dreym­ ar við havnið endurspegnar veru­ leik­an hjá nógvum fólki. – Hetta er kanska ikki sovorið, sum man vanliga dámar so væl at seta á pall. Í filminum eru for­fjón­ aði menniskju, sum vísa á nakað grund­leggjandi í okkum øllum, sig­ ur hann og leggur afturat, at honum ikki dámar at vísa glansmyndir av Før­oy­um, men at hann vísur tað vakra í tí skeiva. Hetta var eisini ein av stóru av­ bjóð­ing­un­um, sum fylgdi við, tá visiónin skuldi fáast á band, tí hó­ ast filmurin er flottur, so er hann ikki flottur á ein hátt, sum fólk eru von at kalla flott – har eru mestsum ong­ar náttúrumyndir og leikararnir brúka ikki smyrsl, greiðir hann frá. – Eg eri spentur uppá, hvat fólk fara at sigur til júst hetta, sigur hann. »Sum leikstjóri hevur tú kreativu ábyrgdina. Um okkurt er, sum fólki ikki dámar, so er tað har, tí eg havi sagt, at tað skal vera har« UPPTØKURNAR Meginparturin av upptøkunum eru gjørdar á Sandoynni, meðan partar eru filmaðar í Havn, á Velbastað og úti í Hesti. Hetta er triðju ferð, at Sakaris Stórá arbeiðir saman við belgiska fotografinum Virginie Surdej. Filmurin er kliptur í Danmark, og ljóðarbeiðið er gjørt í Danmark, Føroyum og Svøríki. Dreymar við havið er ein samframleiðsla millum føroyska Fish&Film og danska Adomeit Film. Ingun í Skrivarastovu, Katja Adomeit og Jón Hammer hava staðið fyri framleiðsluni. SÝNINGAR Undanfrumsýning verður í Norðurlandahúsinum tann 5. september fyri teimum mongu stuðlum og hjálparfólkum, ið hava verið við til at gjørt filmin til veruleika. Frumsýning fyri almenningin verður mikudagin 6. september í Havnar Bio, tá Filmsfelagið byrjar vetrarskránna. Leikstjóri og høvuðsleikarar eru til staðar, og møguleiki verður at seta teimum spurningar eftir sýningina. Hósdagin 7. september byrja regluligu sýningarnar í Havnar Bio, og síðani fer filmurin at ferðast kring heimin SAKARIS STÓRÁ Dreymar við Havið er fyrsti spælifilmurin, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað. Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun. framhald Miriam&Janus