mánadagur 4. september 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Verði ongantíð
ríkur av hesum
Sakari Stórá brennur fyri at skapa
ein veruleika á skíggjanum. Ein
veruleika, sum ikki er sum okkara,
og tó. At skapa hendan veruleikan
er so mikið umráðandi, at hann ikki
leggur í, um tað ikki loysir seg fíggj
arliga.
– Tað er ikki umráðandi at liva av
at gera film, men tað er umráðandi
at liva fyri at gera film, sigur hann,
og greiðir frá, at tað snýr seg um at
skapa, tí tað gevur honum mening
í lívinum.
– Eg havi ongan trupulleka við
at arbeiða á flakavirki millum film
arnar, tí eg fái møguleika at gera
tað, sum eg elski mest, tá eg geri
film, sigur hann.
Filmur í Føroyum
Spurdi nakar fyri 40 árum síðani,
um tað bar til at liva av at gera tón
leik, skaldskap ella málningalist í
Føroyum, so høvdu fleiri ivast. Í dag
eru tó fleiri føroyskt listafólk, sum
liva av listini. Sakaris Stórá heldur,
at tað eisini er júst soleiðis við filmi.
– Vit eru bara aftan fyri á hesum
økinum í Føroyum, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað er størri
politiskur vilji á økinum nú, enn
tað hevur verið, men at viljin ikki
er komin úr ongum.
– Vit noyðast at prógva, at tað er
virðri í tí, sum vit gera, sigur hann,
hóast hann sjálvur ikki longur er
við í politiska filmskjakinum.
– Eg vil heldur savna meg um
at gera film, og so kunnu onnur
kjakast um viðri í tí, sigur hann,
men vísir samstundis á, at kjakið
er neyðugt, og at tað eru eldsálir
á økinum, sum hava skapað ein
politiskan áhuga og latið eyguni á
almenninginum upp fyri føroysk
um filmum.
Tað er tó umráðandi fyri Sakaris
at menna filmsfólk í Føroyum, so
fólk fáa høvið til, at fáa royndirnar
og fara víðari við teimum.
– Soleiðis fær man eitt virkið
filmsumhvørvi í landinum, sigur
hann.
Hjartamál hansara er, at vit í
Føroyum fáa filmar, sum endur
spegla samfelagið, sum vit liva í.
Hetta hóast tað ongin loyna er, at
tað er hart at gera film í Føroyum.
– Ein má vera tvørur og stríðast
fyri tí, sigur hann.
Framtíðin
Eftir at spælifilmur Sakarisar hev
ur verið sýndur í Havnar Bio, fer
hann uttanlands á ymiskar films
festivalar. Sakaris kann ikki kunn
gera enn, júst hvar Dreymar við
havið verður sýndur, men sigur, at
áhugin á ymisku festivalunum hev
ur verið stórur.
Hann gleðir seg til at sleppa á
ferð við filminum, og tað bergtekur
hann at síggja, hvussu fólk uppliva
føroyskar filmar.
– Hvørja ferð eg havi ferðast við
filmum, er tað ymiskt, hvat fólk
leggja dent á, og hvørjar spurningar
tey hava. Tað verði eg eisini inspir
eraður av, sigur hann.
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMRØÐA
framhald
Dreymar við havið
Juliett Nattestad sum Ester
Helena Heðinsdóttir sum Ragna
»Tær eru nógv av
tí, sum man sær
í nógvum fólki.
Tær umboða væl
ymiskar síður
av Føroyum, og
kenna vit tær
ikki, so hava
vit verið tær«