Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 September 2017 1 Hallur av Rana Tá Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyr­ il Line, 15. september bleiv kall­aður oman á gólvið í Norður­landa­hús­ inum at taka móti heiðrinum sum Ársins Virki, var tað enn ein minni­ ligur dagur, ið vitnar um tí ótrúligu gongdini, ið felagið hevur verið gjøg­ num síðstu árini. Tað eru ikki meira enn nøkur fá ár síðan, at útlitini fyri at felagið fór av knóranum vóru munandi størri enn, at stjórin felagsins kundi fegnast um góð rakstrarúrslit ella verða heiðrað av føroyska vinnulívinum. Men sjey ár eftir, at felagið bleiv bjargað av nýggjum íleggjarunum, hevur tað eydnast stjóranum og starvs­fólkunum at effektivisera rakst­urin, økja um virksemi, gera inn­rás í nýggjar marknaðir og vent eitt undirskot á 15 milliónir í 2010 til eitt yvirskot á 57 milliónir í 2016. Gloyma hana ikki Tað var heldur ikki ein serlig løtt upp­ gáva, ið møtti Rúna Vang Poulsen, ið tók við sum stjóri, tá felagið var í djúpa aldudalinum í 2010. – Tá ið eg byrjaði sum stjóri vóru vit so gott sum farin á húsagang. Men vit settu okkum nøkur langtíðar- og stutttíðarmál. Stutttíðarmálið var at fáa nýggjar íleggjarar og út­ vega fígging til skuldina. Tey árini vóru ikki nakað serligt, men tað er týdningarmikið, at vit ikki gloyma tey. Tí eru vit eyðmjúk fyri at hava fingið ein slíkan heiður, tí tað eru ikki so nógv ár síðan, at støðan var heilt øðrvísi, sigur Rúni Vang Poulsen. Stjórin vísir eisini á, at hóast nógv­ ar broytingar eru framdar í fyritøkuni síðstu árini, so er tað í stóran mun tey somu starvsfólkini, ið starvaðust í fyritøkuni í ringu tíðunum, sum starv­ ast har í dag. – Starvsfólkini hava verið við all­ an túrin. So tað er stuttligt fyri tey at uppliva at fara frá botninum og til at vit nú eru Ársins Virki, sigur Rúni Vang Poulsen. Strategiin sum vendi skútuni Tá fíggingin var fingið til vega og felagið varð bjargað, kundi leiðsl­ an í felagið byrja at hyggja fram­ eftir og seta í verk nøkur av teimum langtíðarmálunum, ið vóru neyðug fyri at tryggja framtíðina hjá felag­ num. Um hetta mundi hevði felagið einans tað eina skipið, Norrøna, ið røktir ferðafólkaflutning millum Dan­ mark, Føroyar og Íslands, og greitt var, at talið av ferðafólkum mátti økjast. – Vit vildu menna ferða­fólka­ deildina uppaftur meira, so at fleiri ferða­fólk ferðaðust við Norrøni, og tað skuldi gerast við millum annað at víðka um árstíðina, tá fólk ferðaðust við skipinum, greiðir Rúni Vang Poul­sen frá. Um hetta mundi var mynstrið tað, at tað var eitt sindur av ferðafólkum í mai, og byrjaði ferðafólkatalið av økjast í juni. Juli og august vóru teir stóru mánaðirnir, og so minkaði tað aftur í september, men í dag kann felagið fegnast um, at tað hevur eydnast at víðka munandi um tíðina, ið fólk sigla við Norrøni. – Í dag hava vit ferðafólk frá fyrst í mars til endan av oktober, umframt at síðstu árini hava vit gjørt fleiri tematúrar, so sum Black Friday, so at vit eisini hava fleiri ferðafólk í februar. Tí hava vit í dag munandi fleiri ferðafólk umborð enn fyri nøkrum árum síðan, umframt at vit hava roynt at vera skynsom við útreiðslunum, sigur Rúni Vang Poul­ sen. Rúni Vang Poulsen er tó eisini skjótur at vísa á, at fleiri onnur viður­ skiftir hava eisini spælt inn, og gjørt sítt til, at gongdin hjá felagnum vendi. – Vit hava stytt steðgin í havnum, so vit hava meira tíð at sigla til næstu havn. Tað ger, at ferðin kann fara niður, ið merkir at oljuútreiðslurnar lækka og harvið fara eisini útreiðsl­urnar niður. Hetta, saman við at tíð­irnar hava verið góðar og allir pílar peika uppeftir í samfelagnum, hevur gjørt stóran mun hjá okkum, sigur stjórin. Dreymabyrjan Størsta broytingin í virkseminum hjá felagnum fór tó fram fyri tveimum árum síðan, tá Smyril Line tók frakt­ flutningin á egnar hendur. Fram til tá hevði felagið eina avtalu við danska felagið Blue Water, ið tók sær av fraktflutninginum umborð á Norrøni fyri Smyril Line. Harumframt keypti felagið sama ár tvey nýggj skip, Eystnes og Hvítanes, ið skuldu reka farma­ flutn­ing millum Føroyar, Hirtshals í Danmark og Skt. Petersborg í Russ­ landi, og í ár legðist eitt skip aftrat flotan, tá Smyril Line keypti Mykines, ið røkir farmasigling millum Føroyar, Thorlakshøfn í Íslandi og Rotterdam í Hollandi. Stórpolitiska hendingar førdu við sær, at felagið fekk eina dreyma­ byrjan, tá felagið yvirtók fraktina 1. januar 2017. – Avtalan um at yvirtaka virksemi 1. januar 2015 bleiv gjørd á sumri 2014, og í august lýsti Russland boykott móti Norra og ES. Alt fyri Smyril Line vendi skútuni - TEY ÁRINI VÓRU IKKI NAKAÐ SERLIGT, MEN TAÐ ER TÝDNINGARMIKIÐ, AT VIT IKKI GLOYMA TEY. TÍ ERU VIT EYÐMJÚK FYRI AT HAVA FINGIÐ EIN SLÍKAN HEIÐUR, TÍ TAÐ ERU IKKI SO NÓGV ÁR SÍÐAN, AT STØÐAN VAR HEILT ØÐRVÍSI, SIGUR RÚNI VANG POULSEN, STJÓRI Í SMYRIL LINE, IÐ GJØRDIST ÁRSINS VIRKI. – Vit hava stytt steðgin í havnum, so vit hava meira tíð at sigla til næstu havn. Tað ger, at ferðin kann fara niður, ið merkir at oljuútreiðslurnar lækka og harvið fara eisini útreiðslurnar niður. Hetta, saman við at tíðirnar hava verið góðar og allir pílar peika uppeftir í samfelagnum, hevur gjørt stóran mun hjá okkum, sigur Rúni Vang Poulsen – Avtalan um at yvirtaka virksemi 1. januar 2015 bleiv gjørd á sumri 2014, og í august lýsti Russland boykott móti Norra og ES. Alt fyri eitt fingu vit nógv meira at gera, tí Føroyar endaðu í eini serstøðu