hósdagur 28. september 2017síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
9
September 2017
1
– Móttøkan í Íslandi hevur verið øgiliga góð, og hava
íslendskar fyritøkur tikið væl móti nýggju rutuni.
Vit vóru bangnir fyri, at hetta kundi minka um
farmaflutningin við Norrøni, men hon er eisini vaksin
eitt fingu vit nógv meira at gera,
tí Føroyar endaðu í eini serstøðu,
greiðir Rúni Vang Poulsen frá.
Felagið hevði upprunaliga ikki
fyrireika seg til ein slíkan vøkstur í
pelagisku útflutninginum, men við
russiska boykottinum av ES og
Norra sóu teir møguleikarnar og
tillagaðu virksemi.
– Vit sóu møguleikarnar at
samantvinna okkara verandi Ro/Ro
flutning við pelagiskan flutning. Tað
varð gjørt við at kombinera Hvítanes
við Norrøna, og settu vit á stovn eina
linju til pelagiskan fisk úr Føroyum til
Russlands, sum eingin annar hevði,
greiðir stjórin frá.
Á íslendska marknaðin
Um sama mundi sum Russland
lýsti boykott móti landbúnaðar-
og fiskavørum úr ES og Norra, fór
oljuprísurin í botn. Fyri eitt felag
sum Smyril Line, har oljan er ein av
teimum heilt stóru útreiðslunum,
lat tað dyrnar upp fyri at víðka um
virksemi og styrkja seg til framtíðina.
– Eksternu prísirnir peika í okkara
fyrimun og gera tað enn. Í dag er
oljuprísurin nógv lægri enn í 2010.
Hetta hevur stóran týdning fyri
okkum, og tí er týdningarmikið at
vaksa um fyritøkuna so nógv sum
gjørligt, so vit eru minni útsett fyri
framtíðar broytingunum í prísinum,
sigur stjórin á Smyril Line.
Tað hevur millum annað ført við
sær, at felagið er farið at hyggja eftir
møguleikanum at fáa fótin innum
íslendska marknaðin, og hevur
við keypinum við Mykines byrjað
eina rutu millum Føroyar, Ísland og
Hollands.
– Vit eru longu í Íslandi við
Norrøni, men hava ikki verið ein
serligur stórur spælari. Tørvurin er
tó har, so tí hava vit keypt Mykines,
ið siglir frakt millum vestursíðuna á
Íslandi, Holland og Føroyar.
Hóast bæði Eimskip og Samskip
hava heimstað í Íslandi, so kann
Smyril Line við Mykines bjóða ís
lendingum nakað nýtt. Smyril Line
er nevniliga einasta felag, ið bjóðar
ein Ro/Ro tænastu til íslendingar.
– Mykines hevur pláss til einar
90 trailarar og 500 bilar. Tað ljóðar
nógv, men íslendingar innflyta
eina rúgvu av bilum, m.a. til leigu til
ferðafólk, og í dag er tað soleiðis,
at allir bilar til Íslands verða fluttir
umvegis bingjur. Tað er eitt sindur av
arbeiði, so vit sóu ein marknað har
vit kundu bjóða nakað nýtt, greiðir
Rúni Vang Poulsen frá.
Harumframt kann felagið við
nýggju rutuni bjóða íslendskum
útflytarum
av
fiskavørum
eina
tænastu, har vøran kemur skjótari
á marknaðin enn við verandi rutum,
og hava íslendskir útflytarar tikið væl
ímóti tí.
– Móttøkan í Íslandi hevur verið
øgiliga góð, og hava íslendskar
fyritøkur tikið væl móti nýggju
rutuni. Vit vóru bangnir fyri, at hetta
kundi minka um farmaflutningin við
Norrøni, men hon er eisini vaksin,
sigur Rúni Vang Poulsen.
Mangla gistingarhús
Umframt at reka ferðafólk- og
farmaflutning, so eigur Smyril Line
eisini gistingarhúsið Hotel Skálavík,
og um alt gongur sum ætlan, so
verður Hotel Skálavík ikki einasta
gistingarhúsið hjá felagnum.
– Vit royna tað vit kunna at økja
um ferðafólkatalið í Føroyum, men
vit eru avmarkað av manglandi gist
ingarmøguleikum í Føroyum, greiðir
Rúni Vang Poulsen frá.
Tí hevur felagið hugt at møgu
leikanum fyri at byggja nýtt gist
ingarhús, men hevur tað víst seg at
vera meira trupult enn væntað.
– Vit hava arbeitt við verkætl
anunum, men tað er trupult at
fáa gongd á tað í Føroyum, tí allar
byggifyritøkur í Føroyum eru fult
upptiknar. Men tørvurin er so heilt
avgjørt har, og arbeitt verður enn við
tí, sigur Rúni Vang Poulsen.
– Starvsfólkini hava verið við allan túrin. So tað er stuttligt fyri tey at uppliva at fara frá botninum og til at vit
nú eru Ársins Virki
– Vit hava stytt steðgin í havnum, so vit hava meira tíð at sigla til næstu havn. Tað ger, at ferðin kann fara niður, ið merkir at oljuútreiðslurnar lækka og harvið fara eisini útreiðslurnar
niður. Hetta, saman við at tíðirnar hava verið góðar og allir pílar peika uppeftir í samfelagnum, hevur gjørt stóran mun hjá okkum