Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 10 September 2017 1 Árni Gregersen Við høvuðssæti í Føroyum er Vónin eitt risafelag, sum í løtuni hevur 350 fólk í arbeiði og um stutta tíð hevur eini 150 fólk afturat. Orsøkin til, at talið av starvsfólkum veksur so nógv er, at virkið hevur bygt verksmiðjuna í Litava út, so at nú eru slakir 10.000 fermetrar undir taki. – Vit hava gjørt nógv av tí vit brúka í Kina og India, men tað hava vit í stóran mun flutt til Litava, har vit júst eru í ferð við at gera annað byggi­stig liðugt av verksmiðjuni har, sigur Hjalmar Petersen, stjóri á Vón­ ini. Vónin byrjaði í 1969 sum trol­ virkið og tað er tað framvegis, men síðani alivinnan av álvara tók seg upp, so hevur virkið eisini framleitt nótir til aliringanar. – Hetta er framleiðsla sum krevur nógv pláss. Alinótirnar eru bæði stórar og djúpar og tað sama eru serliga uppsjóvartrolini og nótirnar, sum vit eisini gera, sigur Hjalmar Petersen. Hann sigur, at tað er ein stórur fyrimunur, at framleiðslan er flutt til Litava í mun til Kina og India. – Hetta er munandi nærri og tað ger, at leveringstíðin er nógv skjótari. Tað er eisini lættari fyri okkum, tí litavar hava ein hugburð og arbeiða nógv meira á ein slíkan hátt, sum líkist okkara, sigur Hjalmar Petersen. Hann sigur, at tann verksmiðjan, sum nú er í býnum Siauliai er ein, sum Vónin eigur. Í løtuni arbeiða sløk 100 fólk har, men vætandi koma eini 150 afturat rættuliga skjótt. Keypa netið Vónin ger nótir og trol. Sjálvt netið, sum verður brúkt, verður keypt á al­ tjóða marknaðinum. Vitanin hjá Vón­ ini liggur í, hvussu trolini og nótirnar skulu gerast. Sjálvar nótirnar verða framleiddar og tað sama er við trolunum. Tann vitanin, sum er savnað á Vónini, ger, at hetta virkið er kappingarført inter­ nationalt. Tá ið nótir og trol verða gjørd, er eisini nógv sum verður gjørt við hond. Til dømis allir teir stóru meskarnir fremst í stóru uppsjóvartrolunum, um­framt alt annað, sum grunnar og flot og so framvegis. Virkið arbeiðir fyrst og fremst í Norðuratlantshavi og letur útgerð til skip úr londunum her um leið – tað vil siga Noreg, Ísland, Kanada, Russ­ landi, Grønland og Føroyum. – Ja, tað gera vit, men vit hava eisini ein markna í øðrum lond­um, sum hava skip og kvotur í Norður­ atlantshavi – kanska fyrst og fremst úr ES, sigur Hjalmar Petersen. Longu í 1989 lat Vónin eina deild upp í New Foundlandi, men tað var fyrst og fremst ein goymsla, tí tað gekst so illa hjá føroysum skipum at fáa útgerð har. Síðan eru deildir latnar upp nógva staðni:Kanada, Grønlandi, Russlandi, Litava, Noreg og í Føroyum. Frammarlaga við menning Vónin byrjaði at gera trol, men síðani er stór menning hend. Alingin gjørdi sítt og stóri vøksturin í veiðuni eftir uppsjóvarfiski hevur gjørt sítt. Vónin hevur allatíðina fylgt við. Og fyri nøkrum vikum síðani fekk fyritøkan eina virðisløn á íslendskari messu, fyri ein sokallaðan »flyer« til trol. – Ja, hetta er nakað vit hava arbeitt við eina tíð. Sum tú veist so eru kúlur vanliga á flotlínuni á trolum. Hetta eru plastikkúlur, sum vit eisini ofta finna í fjøruni, tá ið tær eru dotnar av trolunum ella eru brotnaðar. – Hetta er plastikk og dálkar, tí nógvar slíkur kúlur verða brúktar. Nú hava vit funnið uppá ein »flyer« – ein flúgvara, sum vit seta á flotlínuna í staðin fyri kúlur. Ein slíkur flúgvari er í staðin fyri einar 20 kúlur og teir detta næstan ikki av, so hetta er mett sum eitt størt umhvørvisframbrot, sigur Hjalmar Petersen, sum sjálvur var í Íslandi og tók móti heiðurslønini. Vónin var fyri nøkrum árum síðani seld til íslendksa kappingarneytan Hampian, men onki er broytt. – Vit kappast eins nógv og vit gjørdu áðrenn og tað fara vit fram­ vegis at gera. Tað er eisini tað, sum eigararnir vilja, sigur Hjalmar Peter­ sen, stjóri. Risavirkið Vónin bygt út í Litava VIRKIÐ HJÁ VÓNINI Í LITAVA ER JÚST BYGT ÚT OG NÚ ERU SLAKIR 10.000 FERMETRAR UNDIR TAKI Nýggju bygningarnir hjá Vónini í Litava eru næstan 10.000 fermetrar til støddar Tá ið alt er liðugt í Litava, fara millum 400 og 500 fólk at arbeiða hjá Vónini.