leygardagur 23. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 203 - 23. oktober 2004
Nr. 203 - 23. oktober 2004
5
Fyrrverandi blað-
stjórin og politiski
viðmerkjarin, David
Trads, sigur, at unga
ættarliðið í donskum
politikki fer í størri
og størri mun at
leggja seg út í innan-
hýsis viðurskifti í
Føroyum. Økta
uppíleggingin fer elva
til nógv fleiri
samanbrestir millum
føroyskar og danskar
politikarar í fram-
tíðini, væntar hann
FOSTURTØKUMÁLIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað hevur ikki skortað við
álopum úr Føroyum á
danskar politikarar seinastu
vikuna. Í føroysku fjølmiðl-
unum hava bæði føroyskir
politikarar og borgarar ann-
ars givið greitt til kennar, at
danir eru farnir út um mark
í spurninginum um fostur-
tøku í Føroyum.
Í fjølmiðlunum hevur
hugburðurin hjá føroying-
um verið greiður: Danir
eiga ikki at leggja seg út í
føroysk viðurskifti.
Kortini
hava
danskir
politikarar tvíhildið um, at
teir hava frælsi at siga sína
hugsan um føroysk viður-
skifti. Tað hevur leingi rátt
ein semja í ríkisfelagskap-
inum millum Føroyar og
Danmark, at partarnir eiga
ikki at blanda seg upp í við-
urskiftini
hjá
hvørjum
øðrum, men málið um fría
fostur-tøku í Føroyum hev-
ur varpað eitt nýtt ljós á
viðurskiftini millum Dan-
mark og Føroyar.
Vit hava spurt fyrrver-
andi blaðstjóran á dag-
blaðnum Informatión og
politiska
viðmerkjaran,
David Trads, um tað er ein
nýggjur táttur í ríkisfelags-
skapinum, at danskir polit-
ikarar vilja bart út sleppa at
siga sína hugsan um før-
oysk viðurskiftið, um teir
hava hug til tað.
Semja í søguna
David Trads er rættiliga
sannførdur um, at sonevnda
»stiltiende« ella tigandi
semjan millum føroyskar
og danskar politikarar um,
at Føroyar og Danmark
eiga at skipa viðurskiftini í
hvør sínum lagi, er undir
broyting.
– Tað er heilt givið, at
unga ættarliðið í donskum
politikki sær øðrvísi upp á
spurningin. Eins og at
danskir politikarar hava
fingið eina siðvenju at siga
sína hugsan um viðurskift-
ini hjá menningarlondum,
vænti eg, at danskir politik-
arar í framtíðini fara at
blanda nógv meir upp í
føroysk viðurskifti, sigur
David Trads.
Politiski
viðmerkjarin
vísir á, at unga ættarliðið
vil hava møguleika at
ávirka føroyskan politikk,
eftir sum at danski skatt-
gjaldarin rindar eina heild-
arveiting á góðar 600 mió.
krónur um árið til Føroya.
– Rindar tú fyri tónleikin,
vilt tú gjarna sjálvur gera
av, hvat verður spælt, vísir
fyrrverandi blaðstjórin á
Informatión á.
Spurdur, um tað er vænt-
andi, at danir bert fara vilja
at hava ávirkan í Føroyum á
sonevnd etisk øki sum
javnrættindi, fosturtøku og
borgararættindi, svarar pol-
itiski viðmerkjarin, at tað
verður óivað á øllum økj-
um, at danir vilja siga sína
hugsan.
– Eg vænti, at danskir
politikarar fara gera seg
galdandi á flest øllum økj-
um, hóast tað er blóðskeivt
sambært Heimastýrislóg-
ini, sigur David Trads.
Hann leggur afturat, at
uppíleggingin gongur báðar
vegir
– Eg vænti eisini, at før-
oyskir politikarar fara at fáa
ein virknari leiklut í donsk-
um politikki av tí sama. Vit
hava jú dømi um í 1998, at
føroyskur fólkatingslimur
tryggjaði Nyrup stjórnini
fíggjarlógina ígjøgnum, so
tað gongur báðar vegir. Tú
mást heldur ikki gloyma, at
føroyingar
eisini
hava
blandað seg í danskan
politikk.
Kunnu vit harvið vænta
fleiri samanbrestir millum
føroyskar
og
danskar
politikarar í framtíðini?
Ja avgjørt. Eg vænti
eisini, at samanbrestirnir
verða á øllum økjum, sigur
David Trads
Skylda føroyingum
einki
David Trads greiðir frá, at
hugburðurin millum danir
um Føroyar er, at Danmark
skyldar ikki Føroyum nak-
að. Heldur hinvegin kennir
vanligi danin Føroyar sum
eitt haft um beinini.
– Seinastu 10 árini hevur
tann vanligi danin ikki sæð
Føroyar sum annað enn ein
trupulleika. Fyrst var alt
rokið um bankamálið, og
síðan stríðið hjá føroying-
um at vinna størri sjálvræð-
ið. Fleiri danir halda, at før-
oyingar hava sýnt ótakk-
semi mótvegis dønum, eftir
at danski statskassin hjálpti
føroyingum úr kreppuni.
Eg má staðiliga vísa á, at
hetta er hugburðurin í Dan-
mark og ikki mín egni,
staðfestir politiski við-
merkjarin.
Sett upp á pláss
Feskasta dømið um uppí-
legging í føroysk viður-
skifti eru útsagnirnar hjá
familjuráðharranum, Hen-
riette Kjær, um at Føroya
eiga at hava fría fosturtøku.
Á tíðindafundi týsdagin
gav
forsætisráðharrin,
Anders Fogh Rasmussen
annars greitt til kennar, at
danskir politikarar áttu ikki
at leggja seg út í føroysk
viðurskifti, men kortini
valdi ein limur í stjórnini at
siga sína hugsan.
Spurdur hvør avleiðingin
verður fyri Henriette Kjær í
hesum málinum, svarar
David Trads, at familjuráð-
harrin fær óiva eina so-
nevnda nøs fyri útsagnirn-
ar, og verður sett upp á
pláss.
– Útsagnirnar hjá henni
stríða
beinleiðis
ímóti
føroyapolitikkinum
hjá
donsku stjórnini. Tað er eitt
sindur øðrvísi, tá ein limur í
stjórnini leggur seg út í
kjakið enn eitt nú ein
fólkatingslimur, og tí eri eg
vísur í, at hon verður sett
upp á pláss av Anders Fogh
Rasmussen, sigur David
Trads at enda.
– Anders Fogh Rasmussen: Danskir
fólkatingslimir eiga ikki at leggja seg út í
innanhýsis viðurskifti í Føroyum. Vit eiga
at virða rættin hjá føroyingum at taka
avgerðir um síni egnu viðurskifti
Forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen,
á tíðindafundi á Christiansborg
– Tað er burturvið, at føroyskir politikarar
fýlast á, at eg blandi meg í føroysk
viðurskifti. Allir danskir politikarar hava
meiningar um ES og ríkisfelagskapin, og
hví skuldi eg ikki havt møguleika at siga
mína hugsan
Kamal Qureshi við Sosialin
– At danskir politikarar gjøgnum
felagsskapir leggja seg út í
okkara viðurskifti er óhugnaligt!
Hvat verður tað næsta, sum onkur
tilvildarligur útlendskur politikari
fer at leggja seg út í?
Rúna Sivertsen
í lesarabrævi í bløðunum
– Kjarnan í ríkisfelagsskapinum er,
at Føroyar og Danmark í hvør í
sínum lagi skipa síni viðurskifti, og
vit blanda okkum ikki í viðurskiftini hjá
hvørjum øðrum
Hans Pauli Strøm við Sosialin
– Higartil hevur ein felagsskapur og ein-
stakir parlamentarikarar í Føroyum og
Danmark úttalað seg, men tá talan er um
ein danskan ráðharra, er støðan øðrvísi.
Eg haldi tað er ótrúliga óheppi, at eitt
umboð fyri stjórnina blandar seg í
viðkvæma málið.
Jóannes Eidesgaard við Sosialin
– Der er det samme (at sige sin mening om
abort på Færøerne, blðm) som at kommen-
tere situationen i USA. Så længe det er en
kommentar og en opfordring. Det synes
jeg, vi skal have lov til, siger hun.
Danski familjuráðharrin, Henriette Kjær,
við Kristelig Dagblad
– At danskir fólkatingslimir nú koma her
og bjóða sær til at forkoma okkum í
fosturlívi, er ein so stór provokatión í
móti Føroya fólki, sum vit ikki undir
nøkrum umstøðum kunnu góðtaka
Katrin Dahl í lesarabrævi í Føroyum
Útsagnir um donsku uppíleggingina í fosturtøkumálinum
Tigandi semjan í søguna:
Danskir politikarar vilja hava
størri ávirkan
Seinastu 10 árini hevur tann vanligi danin ikki sæð Føroyar
sum annað enn ein trupulleika. Fyrst var alt rokið um
bankamálið, og síðan stríðið hjá føroyingum at vinna størri
sjálvræðið. Fleiri danir halda, at føroyingar hava sýnt
ótakksemi mótvegis dønum, eftir at danski statskassin hjálpti
føroyingum úr kreppuni, sigur politiski viðmerkjarin, David
Trads
C
M
Y
K
5
4