týsdagur 31. oktober 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Málið snýr seg um 10 kvinnur, sum
hava verið í viðtalu hjá læknanum.
Í níggju førum gjørdi læknin eina
undirlívskanning á kvinnurnar,
meðan í einum føri var talan um
eina bróstakanning.
Bæði í Føroya rætti og í Eystara
landsrætti hevur kommunulæknin
greitt frá, hvussu hann fremur eina
undirlívskanning og heldur hann
fast við, at tað hann ger, er ein heilt
vanlig undirlívskanning, eisini í
førunum hjá hesum kvinnunum.
Hinvegin hevur ákæruvaldið
nýtt nógva tíð at spyrja aðrar ser
læknar og kommunulæknar um,
hvussu ein undirlívskanning fer í
eini roynd at prógva, at kommunu
læknin hevur forbrotið seg móti
kvinnunum.
Ákæruvaldið koyrir nógv upp
á, at kommunulæknin greiðir frá,
at hann altíð kannar klitoris hjá
kvinnunum, tí hann einaferð fann
krabba har hjá eini kvinnu. Hetta
hava bæði yvirlæknin og annar av
kommunulæknunum, sum hava
verið avhoyrd í dag, sagt er sera
óvanligt. Krabbi í klitoris er sera
ósannlíkt og er tað ikki vanligt at
kanna klitoris nærri, uttan so at
serlig orsøk er til tess, greiddu tey
bæði frá.
Annað aðalmálið í viðgerðini
er, at ákæruvaldið vil hava komm
unulæknan dømdan fyri eitt føri,
sum Føroya Rættur annars segði
var fyrnað.
Tað snýr seg um eina kvinnu,
sum var í viðtalu hjá kommunu
læknanum 14. novembur, 3. des
embur og 13. desembur 2010. Málið
bleiv tó ikki meldað fyrr enn fyrst
í desembur 2015. Hetta merkir, at
alt, sum er hent í teimum báðum
fyrru viðtalunum er fyrnað. Før
oya rættur metti ikki, at tað varð
prógvað, at kommunulæknin hevði
gjørt seg inn á kvinnuna í seinastu
viðtaluni, og tí kundi hann ikki
dømast fyri hetta.
Ákæruvaldið roynir tú nú at
prógva, at eisini í triðju og seinastu
viðtaluni gjørdi kommunulæknin
seg inn á kvinnuna. Her snýr ósemj
an seg um, hvussu tað, sum læknin
hevur skrivað í journalina hjá
kvinnuni skal skiljast.
Triðja aðalmálið er ein skaði, sum
kommunulæknin hevur í hondini.
Skaðin,
sum
kommunulæknin
fekk, tá hann reinsaði sei sum
níggju ára gamal, ger, at hann ikki
fær boygd tveir fingrar eins væl
og onnur. Hann hevur eisini rist
ingar í hondini av tí sama. Komm
unulæknin vil vera við, at hetta
kann vera ein frágreiðing fyri, hví
kvinnurnar uppliva hansara undir
lívskanningar annarleiðis enn tær
hjá øðrum læknum, eins og at hetta
møguliga er orsøkin til, at kvinn
urnar siga hann ofta nerta við
ytru kynsgøgnini meðan hann ger
undirlívskanningar.
21. februar 2017 skulu ákærin,
Linda Margrethe Hesselberg, og
verjin, Hanne Rahbæk, hava enda
ligu framløgurnar fyri Eystara
Landsrætti, og síðani fellur dómur.
Kvinnan meldaði
tá hon las um
skuldsetingarnar
í miðlunum. Hon
ivaðist ikki í, at talan
var um sama lækna.
Danjal av Rana
Mánadagin vóru tað kvinnurnar,
sum skulu greiða Eystara Lands
rætti frá, hvussu tær upplivdu
viðtalurnar hjá kommunulæknan
um. Í átta førum er talan um undir
lívskanningar og í einum føri um
bróstakanning.
Frágreiðingarnar hjá kvinnun
um vóru hildnar fyri afturlatnum
hurðum. Tað vil siga, at eingi óvið
komandi eru til staðar, tá frágreið
ingarnar verða givnar.
Sakførarin metti, at hetta var
best fyri at kvinnurnar skuldu
føla seg tryggar í rættarsalinum og
kunna geva eina fulla og nágreini
liga frágreiðing um hvat hendi,
tá tær vóru í viðtalu hjá komm
unulæknanum, og hesum vóru
ákærin og dómararnir samdir í.
Ein av kvinnunum gav tó loyvi
til, at onnur kundu vera til staðar
undir sínari frágreiðing. Hendan
kvinnan ákærir læknan fyri at hava
gjørt seg inn á seg í 2010 í samband
við eina undirlívskanning.
Kvinnan ákærir kommunulækn
an fyri at hava nýtt ein vattpinn at
reinsa klitoris í minst 10 minuttir,
hóast tað var óneyðugt. Hon segði,
at hon mangan hevði verið til
undirlívskanning fyrr, men at eing
in lækni hevði nakrantíð nortið við
klitoris áður.
- Tað føldist sum ein maður,
sum roynir at kela eini kvinnu og
ikki sum ein læknaviðtala, greiddi
kvinnan frá. Hon greiddi frá, at
hetta vardi so leingi, at húðin varð
skavað av klitoris.
Kommunulæknin sigur, at hann
minnist ikki, um hann nýtti nakran
vattpinn, men at um hann hevur, so
hevur tað einans verið fyri at reinsa
eitt sindur. Hann segði, at hann
hevði vaskað kvinnuni við klút
um, tí hann mátti sóttreinsa økið,
áðrenn spiralurin skuldi setast inn.
Kvinnan noktaði tó fyri, at hon varð
blivin vaskað.
Seinni
um
kvøldið
verð
ur kvinnan innløgd á Lands
sjúkrahúsið við sterkari pínu í
undirlívinum og spiralurin verður
tikin úr henni aftur.
Hetta er eitt dømi úr rúgvuni,
sum kommunulæknin er ákærdur
fyri. Hann er í fleiri førum ákærdur
fyri at hava nortið við klitoris hjá
kvinnunum, nakað, sum aðrir
læknar siga er bæði óvanligt og
óneyðugt.
Tað gingu fýra ár, áðrenn
kvinnan meldaði málið. Hon búði
í Danmark, tá hon hoyrdi, at ein
kommunulækni var ákærdur fyri
at hava gjørt seg inn á nakrar
kvinnur. Hon greiddi í rættinum
frá, at hon beinanvegin kendi á
sær, at hetta var kommunulæknin,
sum hevði kannað hana fýra ár
frammanundan. Tá valdi hon at
seta seg í samband við løgregluna
í Føroyum.
4/8-2010
Kvinna 1 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
9/9-2010
Kvinna 2 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
12/11-2010
Kvinna 3 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
fyrstu ferð
3/12-2010
Kvinna 3 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
aðru ferð
13/12-2010
Kvinna 3 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
triðju ferð
4/5-2011
Kvinna 4 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
13/11-2011
Kvinna 5 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
4/1-2012
Kvinna 6 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
11/1-2012
Kvinna 6 er fyrsta
kvinnan, sum meldar
kommunulæknan
25/1-2012
Kommunulæknin verður
avhoyrdur fyrstu ferð
um málið, um kvinnu 6
12/9-2012
Kvinna 7 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
19/9-2012
Kvinna 8 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
8/1-2013
Kvinna 9 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
9/1-2013
Kommunulæknin
verður aftur meldaður,
hesaferð av kvinnu 9
12/1-2013
Kommunulæknin
verður avhoyrdur fyri
málið móti kvinnu 9
16/1-2013
Kommunulæknin
fer frágreiðingina frá
fyrstu avhoyrunum
til gjøgnumlestur
27/2-2013
Kommunulæknin
verður fyrstu ferð
skuldsettur, fyri málið
móti kvinnu 9, fyri brot
á læknaviðtøkurnar
7/3-2013
Kommunulæknin
aftur avhoyrdur
7/8-2013
Kvinna 7 meldar
kommunulæknan.
22/10-2013
Kommunulæknin verður fyrstu ferð
skuldsettur fyri málið móti kvinnu 7, fyri brot
á læknaviðtøkurnar
2010
2011
2012
2013
2014
Snýr seg um ellivu
undirlívskanningar
Kann hondskaðin hjá læknanum gera, at hansara
undirlívskanningar følast annarleiðis enn hjá øðrum læknum, er ein
av spurningunum, sum Eystari Landsrættur skal taka støðu til.
Føldist ikki sum ein læknaviðtala
Gult er fyri nær gerðirnar eru farnar fram.
Reytt er fyri nær kvinnurnar meldað
ljósablátt er fyri nær læknin verður avhoyrdur
lilla er fyri nær læknin verður skuldsettur