týsdagur 31. oktober 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127
Serlæknar,
kommunulæknar og
sjúkrasystrar siga
seg ongantíð hava
lagt til merkis, at
kommunulæknin
hevur gjørt nakað
óvanligt í viðtalum
sínum.
Danjal av Rana
Í landsrættinum hava fyrrver
andi samstarvsfelagar hjá komm
unulæknanum greitt frá, hvussu
tey hava upplivað samstarvið við
kommunulæknan. Talan er um
eina sjúkrasystir, sum hevur arbeitt
saman við kommunulæknanum á
kommunulæknavaktini á Lands
sjúkrahúsinum, ein fyrrverandi
kommunulækna, sum ákærdi var
í starvslæru hjá, og ein serlækna
í undirlívskanningum, sum hevði
ábyrgd av kommunulæknanum, tá
hann var í starvslæru.
Øll trý høvdu bara gott at bera
kommunulæknanum. Tey upp
livdu hann sum nágreiniligan og
dugnaligan í sínum og høviskan í
síni atburð móti sjúklingum.
- Hann tók sær betri tíð enn eg
sjálv til undirlívskanningarnar,
men hinvegin hevði hann meiri
samskifti við kvinnurnar og greiddi
meiri frá, hvat hann gjørdi, enn eg
plagi, greiddi serlæknin frá.
Sjúkrasystirin
og
serlæknin
høvdu fleiri ferðir verið til staðar,
tá kommunulæknin hevði framt
undirlívskanningar, men høvdu
ongantíð lagt til merkis, at hann
gjørdi nakað annarleiðis, enn aðrir
læknar.
Tey blivu eisini spurd, um
ákærdi læknin longu tá altíð kann
aði klitoris hjá kvinnunum, men tað
vistu tey ikki. Serlæknin meinti, at
hon hevði varnast tað, um hann
gjørdi tað, og at hon hevði viðmerkt
tað, um so var. Eftir hennara minni
vóru undirlívskanningar hansara
sum allar aðrar. Bæði serlæknin
og kommunulæknin søgdu tað
sama sum onnur servitni og Sund
hedsstyrelsen hava sagt, at tað er
sera óvanligt at kanna klitoris hjá
kvinnunum í eini undirlívskanning.
- Í øllum førunum
hevur læknin víst
grovt gáloysni, sigur
Sundhedsstyrelsen.
Danjal av Rana
Undirlívskanningarnar
hjá
kommunulæknanum
eru
sera
óvanligar og í fleiri førum eru
ongar læknafakligar orsøkir til
at gera, sum kvinnurnar siga, at
kommunulæknin hevur gjørt, er
niðurstøðan hjá danska Sund
hedsstyrelsen, sum er evsti heilsu
myndugleiki í ríkinum.
Sundhedsstyrelsen hevur lisið
frágreiðingarnar hjá kvinnunum
og ákæruvaldið hevur biðið heilsu
myndugleikan um at meta um,
hvørt framferðin hjá læknanum
hevur verið í tráð við vanligar
mannagongdir og framferð hjá
læknum.
Ein týdningarmikil partur av
málinum er spurningurin um, hvørt
tað er vanligt at kanna klitoris
hjá kvinnunum, men eins og allir
læknarnir, sum eru spurdir um
hetta, sigur Sundhedsstyrelsen, at
tað ikki er partur av eini vanligari
undirlívskanning.
Sundhedsstyrelsen
sigur,
at
hetta eigur einans at gerast, um
kvinnan greiðir frá onkrum, sum
gevur beinleiðis orsøk til at kanna
tað nærri. Ákærdi kommunulækn
in hevur greitt frá, at hann altíð ger
hetta, tí at hann einaferð avdúk
aði krabbasjúku á klitoris hjá eini
kvinnu. Sundhedsstyrelsen við
merkir kortini, at slík krabbasjúka
rakar væntandi eina kvinnu í
Føroyum 10. hvørt ár og at ongar
av kvinnunum, sum eru partur
av hesum málinum, eru í vanliga
vandabólkinum, fyrst og fremst
orsaka av aldrinum.
Sundhedsstyrelsen sigur annars
greitt frá, at onnur viðurskifti,
sum kvinnurnar hava greitt frá,
als ikki eru í samsvar við góðan
læknasið. Í onkrum førum metir
Sundhedsstyrelsen eisini, at tað er
ógreitt, um kvinnurnar hava givið
samtykki til kanningarnar.
Tað hevur verið ført fram, at
tað tykist undrunarvert, at læknin
hevur verið einsamallur saman við
kvinnunum, tá undirlívskanningar
eru gjørdar, men sambært bæði
landslæknanum
og
Sundheds
styrelsen, so er tað vanligt í Før
oyum,
serliga í viðtalum hjá
kommunulæknum, har talið á
starvsfólkum ofta er avmarkað.
9/7-2014
Kvinna 10 er í viðtalu
hjá kommunulæknanum
24/7-2014
Kommunulæknin
verður fyrstu ferð
skuldsettur fyri brot á
revsilógina, fyri málini
móti kvinnu 6, 7 og 9
27/7-2014
Kvinna 2 setir seg
fyrstu ferð í samband
við løgregluna
31/7-2014
Kvinna 2 og 5 melda
kommunulæknan
1/8-2014
Kommunulæknin
verður avhoyrdur
11/9-2014
Kvinna 4 meldar
kommunulæknan
18/11-2014
Kvinna 10 meldar
kommunulæknan
27/11-2014
Kommunulæknin verður
skuldsettur fyri málið
móti kvinnu 2 og 5
28/11-2014
Kommunulæknin verður
skuldsettur fyri málið
móti kvinnu 4 og 10
16/12-2014
Kvinna 1 meldar
kommunulæknan
2/2-2015
Kommunulæknin
verður skuldsettur fyri
málið móti kvinnu 1
7/8-2015
Kvinna 7 meldar
kommunulæknan
20/11-2015
Kvinna 3 setir seg í
samband við løgregluna
fyrstu ferð
23/11-2015
Kvinna 3 meldar
kommunulæknan
10/12-2015
Kommunulæknin
skuldsettur fyri málið
móti kvinnu 3
6/4-2016
Kvinna 8 meldar
kommunulæknan
21/4-2016
Kommunulæknin
skuldsettur fyri málið
móti kvinnu 8
2015
2016
2017
2018
24/8-2016
Ákærurit verður
handað læknanum
23/1-2017
Rættarmálið móti
kommunulæknanum
byrjar í Føroya rætti
16/2-2017
Kommunulæknin
verður í Føroya
rætti dømdur fyri
at hava gjørt seg
inn á 9 kvinnur.
25/10-2017
Eystari Landsrættur
byrjar viðgerðina av
rættarmálinum
21/2-2018
Endaligu framløgurnar
verða hildnar í
málinum og síðani
verður dómur sagdur
Varnaðust
einki óvanligt
Læknin hevur víst grovt gáloysni
Kommunulæknamálið:
Dømdur í
Føroya Rætti
Fongsul í 18 mánaðir,
104.000 krónur í
endurgjaldi og missa
rættin at virka sum og
kalla seg lækni, var
dómurin í Føroya Rætti.
Danjal av Rana
Upprunaliga var kommunu
læknin ákærdur fyri at hava
gjørt seg inn á 12 kvinnur, men
í tveimum førum bað ákæru
valdið um, at maðurin ikki
skuldi dømast fyri at hava gjørt
seg inn á kvinnurnar. Í einum
øðrum føri kom dómarin til ta
niðurstøðu, at fyrningarfreistin
var farin og tí kundi maðurin
ikki dømast sambært ákæruni í
tí førinum.
Dómarin dømdi mannin at
missa loyvi at virka sum og kalla
seg lækni. Um kommunulæknin
ynskir at virka sum lækni aftur,
má hann fyrst mentalkannast
og síðani fyri ein dómara, sum
skal taka støðu til, hvørt tað er
trygt at geva honum loyvi at
virka sum lækni aftur. Dóm
arin segði, at orsøkin til, at
læknin varð dømdur at missa
loyvi at virka sum lækni, var
at hon metti tað vera vanda
fyri, at hann fór at fremja fleiri
lógarbrot, um hann slapp at
framhaldandi virka sum lækni.
Dómarin metti, at kvinnur
nar høvdu givið eina góða og
trúverdiga frágreiðing, um hvat
er farið fram undir læknavið
talunum. Hon vísti eisini á, at
serfrøðingarnir og læknarnir,
sum høvdu greitt frá í rættinum,
høvdu gjørt greitt, at tað, sum
kommunlæknin hevði gjørt,
ikki var í samsvar við vanliga
mannagongd.
Dómarin metti tó ikki, at tað
var sannlíkt, at tað var hond
skaðin hjá læknanum, sum
gjørdi, at hann hevði nortið við
ytru kynsgøgnini hjá kvinnun
um og vísti á, at sambært frá
greiðingunum var tað als ikki
av óvart, at ákærdi hevði gjørt
hetta.