týsdagur 31. oktober 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. november 2017 · Nr. 127
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Kostar bara 2-300
krónur at hita íbúðina
Nýggja byggireglugerðin, sum kom í gildi á nýggjárinum, setir stór krøv til
millum annað bjálving. Fyrsti íbúðarbygningurin eftir hesi reglugerð verður
nú bygdur í Hoyvík, og tey verða sera orkusparandi, sigur húsaseljari
Eirikur Lindenskov
Fyrstu íbúðirnar, sum verða
bygdar eftir nýggju byggi
krøvunum, sum komu í gildi
á nýggjárinum, verða í hes
um døgum lýstar til sølu.
Talan er um 17 íbúðir,
sum verða bygdar við Karla
magnusarbreyt í Hoyvík.
Tað er felagið Sp/F Heima
og J&K Petersen, sum standa
fyri verkætlanini.
Íbúðirnar eru allar mill
um 67 og 71 fermetrar til
víddar og hava altan og
goymslurúm.
Íbúðirnar, sum eru arki
tektteknaðar, hava tvey rúm
lig kømur, baðirúm og stovu
við opnum køki. Allir nýtím
ans hentleikar eru við lyftu
og ventilatión.
– Ljóðisoleringin er í há
sæti – bæði innan og ímillum
íbúðirnar.
Íbúðirnar
eru
fyrstu íbúðirnar í Føroyum,
ið verða byrgdar eftir nýggju
orkukrøvunum, sum førir
við sær, at orkunýtslan er
minimal, sigur Petur Mohr
Niclasen, stjóri á Skyn, sum
hevur íbúðirnar á sølulista.
Hann sigur, at íbúðirnar
fara at kosta millum 200 og
300 krónur í orkuútreiðslum
til hita um mánaðin.
Hann sigur víðari, at tá
talan er um fyrstu íbúðirnar
eftir nýggju og munandi
strangari byggireglugerðini,
so er einki at samanbera við
enn.
Merkja tørv á íbúðum,
og hesar liggja væl fyri við
skúla, barnagarð og handlar
við høvuðsgøtu í Hoyvík.
– Prísurin er eisini á góð
ari leið, heldur Petur Mohr
Niclasen.
Íbúðirnar verða bodnar
til sølu fyri millum 1,8 og
2,25 milliónir krónur, og vit
eru sera spent at síggja eft
irspurningin, tí tað liggur í
kortunum at byggja fleiri
slíkar íbúðarbygningar, sigur
hann.
Arbeiðið er enn ikki farið í
gongd. Men stykkið er keypt,
og øll loyvi eru fingin frá
myndugleikum.
– J&K Petersen eru eisini
klárir at fara í gongd beinan
vegin, og ætlanin er, at íbúð
irnar standa klárar um eitt
ár, sigur Petur Mohr Nicla
sen.
17 íbúðir verða í íbúðarbygninginum, sum verður bygdur við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík
KAMAR
KAMAR
WC/BAÐ
KØKUR
STOVA
DURUR
SVALI
LYFTA
SVALI
Soleiðis sær ein av
íbúðunum út. Tríggjar
lyftur eru í bygning
inum, og hvør íbúð
hevur goymslurúm í
kjallaranum – og ovaru
íbúðirnar hava svala