hósdagur 9. november 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 131
6
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
–E
g fór upp ein morgunin
í februar og út í køk
in. Knappliga var tað,
sum skramblaði jørð
in undan mær, og eg datt á gólvið,
sigur 44 ára gamli yrkjarin og tón
leikarin Petur Pólson, sum hendan
morgunin fekk ein blóðpropp í
heilan.
Petur plagdi at koyra dóttur
sína í skúla, og hendan morgunin
í februar mánað í ár var hann ikki
komin eftir henni. Hon hevði ringt
á telefonina hjá pápa sínum um
átta tíðina, men hann hevði ikki
tikið telefonina. Síðani kom hon
framvið um hálvgun nýggju tíðina,
og fann pápa sín á gólvinum. Hon
ringdi til abban, sum síðani ringdi
eftir sjúkrabili.
– Tá bjargaði hon lívið hjá pápa
sínum, sigur Petur Pólson, sum tá
hetta hendi, var við at koma seg
eftir heilabløðing, sum rakti hann
tvey ár frammanundan.
Hann fór á Landssjúkrahúsið,
og síðani varð hann sendur til Dan
markar á Ríkissjúkrahúsið við tað
sama. Í mars mánaði slapp hann
heim aftur á Landssjúkrahúsið til
endurvenjingar, og seinastu tríggja
mánarðirnir hevur hann ligið á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Eftir blóðproppin var Petur
lamin og fekk ikki flutt seg. Hann
greiðir frá, at hann var sera illa
fyri, og tað hevur tikið langa tíð
og nógva venjing at koma upp úr
songini og í koyristólin. Nú situr
hann í koyristóli fyri tað mesta,
men brúkar høkjurnar av og á.
Hann fær enn ikki brúkt vinstru
síðu til fulnar. Hann hevur fingið
stóran skaða bæði kroppsliga og
neurologiskt, og fyrstu tíðina fekk
hann illa hugsað og als ikki tosað.
– Fyrstu ferð Eivør vitjaði meg
á Rískissjúkrahúsinum, sang hon
fyri mær. Eg minnist, at eg ætlaði
mær at klappa, tá hon var liðug. Og
eg klappaði eisini inn í høvdinum,
men eg fekk ikki flutt meg. Tá visti
eg, at eg var lamin, sigur hann.
– Tað er ein æðr í hálsinum, sum
er farin. Hon gjørdi, at heilin fór á
bløða, og arrvevnaður ger, at sign
alið frá heilanum til vinstru síðu
í kroppinum ikki kemur fram. Vit
eru sniðgjørd frá Skaparans hond,
og heilin – siga teir klóku - finn
ur sjálvur veg útum arrvevnaðin,
sigur Petur Pólson frá.
Júst eftir blóðproppin fekk
Petur ikki etið vanligan mat, og tí
varð alt mosað, áðrenn hann fekk
at eta.
– Eg havi roynt “ræstanfiskmos”,
flennir hann, og leggur afturat, at
hann nú fær etið vanligan mat, og
at hann er fegin um at vera komin
heim til føroyska matin, luftina,
málið, føroysku starvsfólkini á
sjúkrahúsinum og ikki minst fam
ilju og vinir.
Nú venur Petur nógv, so hann
fær styrkt kroppin soleiðis, at hann
fær brúkt hann, tá hann kemur
upp at ganga aftur, greiðir hann
frá.
– Tað bleiv betri beint eftir, at
eg kom til Klaksvíkar. Nakrar vikur
eftir, at eg kom, gekk eg við høkj
um. Nú skal eg savna meg um at
gagnnýta tað, sum eg havi, sigur
hann.
– Kensluliga havi eg verið í knúsi
í eina tíð, og eg havi grátið illa. Tað
hevur tikið tíð at stýra kenslum og
tankum. Hetta er ein langur teinur,
sum eg skal ganga, og eg síggi fyri
mær ein langan veg, so langt sum
eygað sær, og eg má ganga hann fet
fyri fet og ikki leypa ting um, sigur
Petur álvarsamur.
Fylgir av blóðproppinum
Petur Pólson greiðir frá, at fyrstu
tíðina eftir blóðproppin varð nógv
arbeitt við at læra heilan ymiskt
av nýggjum. Til dømis var vinstra
beinið hjá honum kølblátt, tí hann
misti fjarstøðumetingina. Tá hann
kom ímóti songini, smekkaði hann
ofta beinið í, tí hann føldi onki, og
fekk tí ikki ilt. Síðani fór hann frá,
at onki at føla til at føla ov nógv.
Hann greiðir frá, at húðin varð ov
urviðkvom, og fekk hann ein dropa
av køldum vatni á seg, so fekk hann
ilt.
– Alt tað sum heilin ikki skilti,
tulkaði hann sum pína, sigur hann
Í Danmark varð nógv tíð brúkt
til at læra heilan, at ymiskt, sum
hann tulkaði sum pína, ikki var
pína. Hetta varð gjørt við, at Petur
lærdi seg at góðtaka, at hann ikki
fekk ilt av onkrum. Til dømis varð
armurin lagdur í ísbað, og síðani
royndi Petur at normalisera kensl
una við ikki at reagera uppá pín
una, sum heilin kendi.
Eisini hevur hann kent seg
ómetaliga móðan bæði í kroppi og
í høvdi.
– Kensluliga havi eg verið í knúsi í eina tíð, og eg havi grátið
illa. Tað hevur tikið tíð at stýra kenslum og tankum. Hetta
er ein langur teinur, sum eg skal ganga, og eg síggi fyri mær
ein langan veg, so langt sum eygað sær, og eg má ganga
hann fet fyri fet og ikki leypa ting um, sigur Petur Pólson,
sum í vetur fekk blóðpropp í heilan, og seinastu níggju
mánaðirnir hevur ligið á fýra ymiskum sjúkrahúsum
JØRÐIN SKRA
UNDAN MÆR
“Tað er
ómøguligt at
hava skund, tá
tú ert lamin”
“Kensluliga havi
eg verið í knúsi
í eina tíð, og
eg havi grátið
illa. Tað hevur
tikið tíð at stýra
kenslum og
tankum. Hetta
er ein langur
teinur, sum eg
skal ganga, og
eg síggi fyri mær
ein langan veg,
so langt sum
eygað sær, og eg
má ganga hann
fet fyri fet og
ikki leypa ting
um”
PERSÓNSSØGA
Petur Pólson: