hósdagur 9. november 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 131
7
–Eg eri ofta troyttur og orki
ikki at tosa. So kanska eg bara átti
at tosa minni, sigur Petur Pólson
skemtiliga, men leggur afturat, at
tað ofta er torført at skoyta allar
tankarnir hjá sær upp í setning
arnir, sum hann orðar, og tí klárar
hann ikki at tosa nógv ella hart.
– Tað verður ringt at fara aftur
til arbeiðis at undirvísa, sigur hann
og rópar hart “fylgið við!”, sum stóð
hann við talvuna í eini skúlastovu.
– Eg klári ikki at tóna tað rætt,
leggur hann afturat.
Eg klári heldur ikki at syngja, tí
eg brúki so nógva orku uppá, at fáa
orðini út, at eg ikki havi orku til at
gera tað rætt, sigur hann.
– So kann man siga, at eg altíð
havi sungið sum ein blóðproppur,
leggur hann skemtiliga afturat.
Addressan er Klaksvíkar
Sjúkrahús
Addressan hjá Peturi hevur verið
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi seinastu
longu tíðina. Kamarið á Deild 3 er
rúmligt og ljóst. Á sofaborðinum
liggja fleiri LP-plátur av millum
annað Led Zepplin, Ben harper og
The Smiths, sum Petur hevur bí
lagt á netinum, hóast ongin plátur
spælari er á stovu 7.
– Eg gleði meg at koma heim, so
eg fái lurtað eftir hesum nýggju
plátunum – serliga Led Zepplin,
so eg fái larma eitt sindur. Eg gleði
meg til at koma inn í mítt egna
hús, seta meg í sofuna og koyra
eina plátu frá og síggja Sandavág
gjøgnum vindeygað, sigur Petur
vónríkur.
Hann hevur grund til at gleða
seg, tí í nýggju mánaðir hevur hann
búð á fýra ymiskum sjúkrahúsum.
– Her á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
venji eg fram ímóti at koma heim.
Eg mangli vinstra arm, og skal til
dømis læra meg at skera breyð við
einum armi, sigur hann, og leggur
afturat, at tá hann kemur heim til
AMBLAÐI
Sálmurin,
ið fylgir Peturi
í gerandis
degnum
Faðir, fylg mær henda dag,
vend til tín mítt sinnalag,
troystaríka trúgv mær gev,
glaðan hug til dagsins strev;
villist eg, so vís mær slóð,
goym øll míni heil og góð,
Faðir, signa land og tjóð!
Orð: Mikkjal av Ryggi
Framhald á síðu 8