Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 8 Sandavágs, fær hann stuðul ella heimahjálp. Hann greiðir frá, at hóast tað kennist mannminnkandi og løgið at vera óhjálpin, so hevur hann funnið ein hátt at liva við tí uppá. Stuðulin liggur í góðum fólki, sum eru um hann. Ómøguligt at hava skund tá tú ert lamin Eg havi sett meg á sofuna ímeð­an Petur situr yvirav mær í koyri­ stólinum. Hann greiðir frá um stutttíðarminni, sum er vána­ligt og um hvussu torført tað er at hugsavna seg um okkurt í longri tíð. Hann hugsar seg væl um, áðr­ enn hann tosar, og í bak­grund­ini gong­ur klokkan og harðmælti sekund­vísarin minnir okkum á, at tíðin gongur skjótari uttan fyri á sjúkra­húsgongini. – Tað sum er ringast er, at eg onki spontant fái gjørt. Um eg eri farin til gongu, so kann eg ikki knapp­liga venda mær við og fara ein annan veg. Eg má gera alt seint. Tað er ómøguligt at hava skund, tá tú ert lamin, staðfestir hann. Hvørt kvøld fer Petur ein túr oman trappurnar frá triðju til fyrstu hædd á sjúkrahúsinum, sum liður í venjingini. Hann greiðir frá, tá hann var á veg oman trappurnar á høkjum, hevði hann einaferð hug til at loypa eitt trapputrin um, sum tey flestu gera, tá tey hava skund, men mátti minna seg sjálvan á, at tað kundi kroppurin ikki. Innantannaland Petur brúkar nógva tíð í “inn­an­ tannalandi” sum hann kallar støð­ una, tá hann flýggjar úr tí, sum fer fram rundan um hann og inn í seg sjálvan. Hann greiðir frá, at hann hevur hugsað nógv sum sangir og um sálmar, sum hann ikki fær sungið – enn. – Seinasta árið havi eg verið nógv í innantannalandi. Eg havi biðið og sungið nógv í høvdinum, og tað hendir, tá eg fari inn í meg sjálvan. Fólk tulka tað sum tunglyndi, tí eg hugsi nógv, men sjálvur haldi eg ikki, at eg eri tung­ lyntur, tí eg stýri mínum lyndi, stað­festir hann. – Eg føli alt – bæði gleði og sorg – men hjá mær er long leið frá at føla nakað, til eg fái tað út. Tí haldi eg ofta kenslur og tankar í innan­ tannalandi, leggur hann afturat. – Innantannaland er eitt okay stað, men eg eri ein óáhugaverdur maður, so innantannland er ikki stutt­ligari enn eitt vist. Eg skeldi ofta meg sjálvan har inni. Eg eri ikki vísur í, at verðin hevur tørv á at hoyra tað, sum eg havi at siga. So kanska eg sigi bara minni, men royni at halda tað, sum eg havi at siga so mikið gott, at tað er vert at siga, leggur hann álvarsamur aftur­at. Eygleiði meg sjálvan Hann greiðir frá, at persónurin Petur – bæði heili og kroppur - er demp­aður av tilburðinum. Smeit­ urin var so ógvusligur, at hann ofta ikki kennir seg sjálvan aftur. Hann verð­ur tó mintur blóðproppin hvønn dag. – Eg havi fingið nógvar møgu­ leik­ar til at eygeiða meg sjálvan og mátan eg reageri uppá. Eg eri næst­ an blivin til eitt smábarn aftur, og má uppdraga meg sjálvan og læra meg at hugsa, sigur hann. Hann greiðir frá, at tað var til døm­is torført at skilja, at ting taka ta tíð, sum tey taka. – Segði onkur mær, at tey koma at vitja meg, so hugdi eg eftir hurðini, og kom viðkomandi ikki, so varð eg svikin, men síðani mátti eg læra meg at góðtaka, at hetta var í ordan, sigur hann. Tankar um framtíðina Hann greiðir frá um ein kenning, sum hann hevur fingið hesar mán­ að­irnar. Ein, sum hann kom at kenna á Ríkissjúkrahúsinum, og sum hevur givið honum íblástur. Sam­an plagdu teir at skemta um hetta ymiska, og tá Petur til dømis segði, at teir báðir ongantíð fóru at blíva rytmiskir fimleikarar, so plagdi hann at svara, “men mindre kan også gøre det.” Tað varð ein setningur, sum Petur ofta end­ur­ gevur. – Nei, eg fari ongantíð at taka sjómanstak við vinstru hond, og eg fari ongantíð at renna kapp, men minni kann eisini gera tað. Eg kann nógv annað, sigur hann. – Eg eri skerdur, men eg eri ikki brotin. Av tí at eg eri skerdur, so havi eg forðingar, tá eg royni at gera ymiskt, sigur hann, og greiðir frá, at tað liggja fleiri avbjóðingar fyri framman, tá hann kemur heim aftur til Sandavágs. Herfyri datt Petur undir venjing við fysioterapeutinum, og tað høvið nýtti hann tá til at venja, hvussu hann hevði bjargað sær upp aftur, um hann datt heima. – Eg royni ikki at droyma ov stórt, tí størri eg droymi, størri er vónsvikið, um tað ikki riggar. Eg seti mær realistisk mál, tí veru­ leik­in er tað, sum eg altíð havi at fyri­halda meg til, sigur hann. Eg eri ikki illur inn á Gud Tað er umráðandi at góðtaka tað, sum hendir, tí tú fært ikki broytt tað. Góðtekur tú tað ikki, so verður tú strongdur av umstøðunum, greið­ir hann frá. Ístaðin fyri at savna seg um at verða beiskur, so biður hann nógv hvønn dag um bæði vísdóm og eyðmjúkleika til at koma ígjøgnum tilgongdina. – Hvønn morgun sigi eg sálmin “Faðir fylg mær hendan dag” inn­ an­tanna. Eg ynski at verða mildur og eymur, og biði um vísdóm og tol, sigur hann. Hetta merkir tó ikki, at tað hevur verið lætt hjá Peturi. Hann greiðir frá, at hann mangan hevur verið mót­fallin og havt bæði myrkar og tungar løtur hesar mánaðirnir Eisini hevur hann fingið bjóðað anti­depressivan heilivág, tí tey, ið hava verið rundanum hann, hava hildið hann verið tunglyntan. Sjálv­ur sigur hann, at hann ikki hev­ur tunglyndi, men heldur hevur hann sorgblídni. Ofta hevur Petur hugsað um sang­in “Et hav af udstrækte hænd­ er” hjá Søren Huss, og endurgevur tekstin: “Må alle drømme briste Uden tro, uden håb Med et hjerte der skriger Jeg kan ikke mere, jeg tror jeg bliver liggende her” – Eg havi ofta hugsað, at eg verði bara liggjandi her, men at geva upp er lætt. Eg skal bara onki gera, og so hendir onki, staðfestir hann, og leggur afturat, at hann hevur meir at liva fyri enn at doyggja av. – Eg noyðist at taka tað tunga við, tí tað er við, staðfestir hann álv­ar­samur, og leggur afturat, at hann roynir at vera stillur og eyð­ mjúkur í allari tilgongdini, og hann vónar, at onkur vísdómur er at heinta í tilgongdini. – Eg royni at finna útav, hvat tað er, staðfestir hann. “Nei, eg fari ongantíð at taka sjómanstak við vinstru hond, og eg fari ongantíð at renna kapp, men minni kann eisini gera tað. Eg kann nógv annað” Framhald frá síðu 7 PERSÓNSSØGA