hósdagur 11. januar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
21
SOSIALURIN 119
MATUR
Eggjakøkuvenjing
(oktobur - januar) hetta havi eg lært:
1
Eggini hava alt at siga. Eggjakøkan verður ikki betur enn
eggini, so brúka góð egg. Eg eri so heppin at (hjálpa til við)
at ansa hønunum hjá kaféini hjá gimburlombunum (ja,
soleiðis kalla vit okkum av og á, hóast summi vilja vera við, at
eg eri ein ær heldur enn eitt gimburlamb. Aja, eitt gimburlamb
í hjartanum eri eg í øllum førum), so eg fái deilig, nývorpin,
blommureyð egg hagani. Eg plagi at spyrja hønurnar, um eg
kann taka eggini - vanliga siga tær bara ‘skrukk’, sum eg haldi
merkir ja - og eg fái egg við heim. Onkuntíð leggja tær seg á
eggini, og eg lati tær (og eggini) liggja.
2
Rør eggini væl saman - soleiðis at blomma og hvíti verða
blandað væl - og rør síðani eina lítla teskeið av vatni í - eina
lítla teskeið av vatni fyri hvørt egg. Vatnið dampar burtur
ímeðan eggjakøkan steikist, og dampurin ger, at eggjakøkan
verður gongur eitt sindur og verður lættari.
3
Brúka nokk av salti. Egg uttan salt smakka næstan av
ongum. So brúka salt - eitt nips meira enn tú heldur.
4
Hita pannuna væl, áðrenn tú letur eggini á. Pannan skal
vera miðalheit, men heldur eitt sindur ov heit, enn ov
køld. Eg brúki eina stoypijarnspannu, og tað tekur tíð at
hita eina slíka. Tað loysir seg tó ikki at vera ótolin - mong ein
eggjakøka er misseydnað av tí.
5
Smyr pannuna fyrst við olju og síðani við smøri - hetta
er ikki bara fyri at eggjakøkan ikki skal hanga føst, men
eisini fyri smakk. Smørið skal náa at brúsa eitt sidnur,
áðrenn eggjini verða koyrd á pannuna - tað munar eisini í
smakkinum.
HUGSKOT
TIL FYLLU
Til morgunmatar dámar mær best at eta eggjakøkuna uttan
fyllu - kanska eitt lítið sindur av rivnum osti og ein várleyk
hakkaðan omaná. Men um middagsleitið ella døgurða lati eg
hugflogið flúgva ella tømi kuldaskápi (tað er nú løgið, at tað
ALTÍÐ er okkurt eftir í kuldaskápinum, eisini tá ið tað kennist sum
um eg einki eigi inni). Hugsa eggjakøkuna sum eina ‘wrap’ (tú ið
ilskast inn á enska orðið, vinaliga send mær ein teldupost við
føroyska orðinum; eg havi leitað, men fann einki) - so er einki
mark fyri hvat tú kanst fylla hana við. Eg havi t.d. roynt:
Grillaðar soppar, sitrón, spinat, basilikum og geita feta
Stokta piparfrukt, leyk og vesturhavsost
Kurgetta, ristaðar pinjukjarnir og saffran
Stokta purru og rivin parmesen