hósdagur 11. januar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
22
SKRIVAÐ: EMMA PETERSEN
Jóhanna greiðir frá:
Eg fór til New Zealand í 2011 sum
skiftisnæmingur. Tame flutti til
New Zealand sama ár saman við
familjuni. Vit komu at ganga í
sama ’highschool’, men vit høvdu
eingi felagsfak ella felagsvinir á
skúlanum, men møttust ímillum
tímarnar í ’the hallway’, har vit
fingu eyga á hvønn annan. Vit
møttust hvønn dag og eg minnist,
hvussu spent eg altíð var at síggja
hann og hann sigur at hann
minnist tað sama. Vit søgdu ong
antíð nakað við hvønn annan,
men bara góvu hvørjum øðrum
eitt smíl hvørja ferð vit hittust. Vit
vórðu drigin at hvørjum øðrum frá
byrjan av.
Tað tók Tame nakrar góðar
vikur, áðrenn hann enduliga
fekk samla sær mót at byrja eina
samtalu! Eg hevði bíða leingi eftir
tí, men hann var tá ikki so dugna
ligur í eingilskum, sum sikkurt var
orsøkin til, at tað tók honum so
leingi at samla sær mót. Tá hann
enduliga byrjaði at tosa við meg
tosaðu vit bara meira og meira
saman og byrjaðu vit eisini at
brúka meira tíð saman. Tað kendist
rætt frá byrjan av og tað vóru vit
eisini sera samd um.
Eftir nakrar mánaðar var eg
noydd til at fara heimaftur til Før
oyar, av tí at mítt AFS ár var liðugt.
Tað var so hart at siga ’bei’ við
hvønn annan, av tí at vit bæði vóru
ósikkur um, hvat fór at henda, nú
tá eg skuldi flyta heimaftur. Men
eitt vóru vit sikkur í og tað var, at
vit skuldu halda saman óansæð
Navn & aldur: Jóhanna Troest Hansen er 23 ár og upprunaliga úr
Føroyum ímeðan Tamrat (Tame) Hailezgey Hindeya somuleiðis er 23
ár og upprunaliga úr Etiopia. Ídag eru bæði búsitandi í Christchurch
í New Zealandi. Jóhanna er júst liðug at lesa sálarfrøði og spanskt á
bachelor stigi ímeðan Tame eisini júst er nýútbúgvin byggifrøðingur.
MØTTI SÍNUM EIN
EINA Í NEW ZEAL
BRÚDLEYP.FO