hósdagur 11. januar 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
23
hvat og vit gjørdu og hildu síðani
tað avtaluna og hava vit verið sam
an í 6 ár.
Vit høvdu eitt ’long distance
relationship’ í 3 ár, ímeðan eg gjørdi
student liðugt. Vit møttust hóast
alt einaferð hvørt ár. Eftir lokna
studentarútbúgving var eingin ivi
um, at eg skuldi fara niður aftur til
New Zealand. Eg gjørdi tað avgerð
at fara á universitet her í Christ
church soleiðis, at vit kundu vera
tættari saman og samstundis nema
mær eina útbúgving. Nú eru vit so
bæði liðug við lesnaðan, so nú er
planurin at koma heim til Føroyar
at vera í eina tíð.
Tame greiðir frá
fríggjarínum:
Fyrst bjóðaði eg Jóhonnu út at eta
á einari fínari matstovu og síðani
gekk leiðin út í ein sera kendan og
stóran hava við vøkrum blómum
og stórum havum her í Christ
church. Eg leiddi hana undir eitt
stórt træ, har vit sótu eina løtu
saman og prátaðu um ymiskt. Í
sera romantiskum umstøðum í
skýmingini legði eg meg so niður
á knæ og spurdi Jóhonnu, um
hon vildi fylgjast við mær restina
av lívinum. Eg var ikki nervøsur
at spyrja hana, tí eg kendi longu
svarið. Eg var meira nervøsur fyri,
hvussu eg skuldi bera meg at. Eg
vildi gjarna yvirraska hana, tí eg
vildi ikki, at hon skuldi forvanta
tað. Tíbetur eydnaðist tað, tí at
hon bleiv púra ’blown away’. Eg
visti longu, at hon var ”the one” fyri
meg, tá eg fyrstu ferð sá hana og
hennara stóra, vakra smíl. Eg gjørd
ist tá beinaveg forelskaður í henni.
Jóhanna greiðir frá:
Vit høvdu frammandundan tosað
saman um, at vit ynsktu at vera
saman gjøgnum alt lívið og eis
ini varð tosað um hjúnarlag. Hó
ast hetta prátið, so varð eg sera
skelkað, tá Tame legði seg á knæ!
Hann vísti mær ein so flottan ring
og tað var so romantiskt og kendist
tað, sum um tað bara vóru vit bæði
í allari verðini!
Vit avgjørdu at bíða við at giftast
inntil vit bæði vóru útbúgvin og so
at taka tað harfrá. Vit koma bæði
frá tveimum ymiskum mentanum/
londum og tað er sera umráðandi
fyri okkum bæði, at øll familjan er
ein partur av okkara stóra degi. Vit
hava tískil tosað um at hava 1 brúd
leyp í Etiopia og 1 í Føroyum, men
vit fáa at síggja hvussu verður.
NASTA
LANDI
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM
BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ
BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO!
BRUDLEYP.FO