Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. juli 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 138 - 21. juli 2000 Nr. 138 - 21. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Viðmerking: Andstøðan stríðist Tað eru nógvar greinar skrivaðar í bløðunum um, hvussu tað stendur til á Før- oya Løgtingi, tað fyrsta ein hugsar um er at har sita fólk, sum royna at spilla hvønn- annan út og brigsla hvørj- um øðrum eitt og annað, ein kann ikki lata vera við at halda, at har blíva privat mál og øvund blandað upp í og gloyma hvat teir eru valdir til. Tað sær út fyri meiniga manninum, at andstøðan á tingi situr bara og mótar- beiðir og spillir fyri sam- gonguna. Eitt tað grovasta dømið er hvussu Helena Dam á Neystabø verður illa við- farin av undanfarna løg- manni og Kristiani Magnus- sen, sum í undanfarnu sam- gongu var landsstýrismað- ur í almannamálum. Seinasta samgonga við Edmundi Joensen sum før- ara var sera óheppin innan almannaøkið. Sum øllum kunnugt so byrjaði sam- gongan við at Javnaðar- flokkurin hevði almanna- mál og fíggjarmál um hendi, til frama fyri Kristian Magnussen, sum nú bleiv orðførari hjá Javnaðar- flokkinum í almannamál- um. Tá so tann orðamikli, brasni Kristian Magnussen slapp fram at fatinum, fingu pensionistarnir mót aftur, men gakk, hann endaði í somu grøvini. Tá ið skeiðið var hálvt, fór Javnaðar- flokkurin úr samgonguni (slepti endanum). Eftir eitt langt áramál við ongari prísregulering, har myrkrið hevði valdað, kom Helena Dam á Neystabø. Hon fekk broytt ta peninga- ligu upphæddina til al- mannamál munandi á løg- tingsins fíggjarlóg til frama fyri tey gomlu og veiku í samfelagnum. Tað kann væl vera, at onkur pensionistur, sum hevur onkrar aðrar inntøk- ur, hevði væntað sær meira, men fjøldin hevur fingið og fer at fáa eina munandi bata. Tað eru tveir, sum leika mest í, teir vilja hava Helenu Dam á Neystabø frá. Tað sær út sum fyrr- verandi løgmaður er at læra Kristian Magnussen at koyra landsstýrismenn frá, men eg rokni ikki við, at hann kemur at hava brúk fyri tí. Míni ráð eru: latið Helenu Dam á Neystabø hava frið at fáa pensiónirnar í rætt lag, hon er til reiðar at rætta tað, sum kanska ikki er heilt rætt, tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eina nýggja pensiónslóg at rigga sum hon eigur. Um hon verður koyrd frá, sum eg vóni ikki, so kenni eg ikki enn nakran, sum kann setast í hennara sess til frama fyri pensionistar- nar. Formaður fyri Landsfelag Pensionistanna Tómas Tómasson Eldradagur í Skopun 8. juli 2000 - seinni partur (fyrri partur var prentaður í blaðnum mikudagin) Góðu pensjonistar Samhaldsfasti Vit í Javnaðarflokkinum hava nú í nógv ár mælt til, at vit í staðin styrkja og út- byggja okkara samhalds- fasta arbeiðsmarknaðareft- irlønargrunn. Saman við øðrum flokkum hevur tað eydnast at fáa hesa skipan at virka, tó við sera smáum seglum. Inngjaldið í dag er _%, og útgjaldið er góðar 500 kr. um mánaðin. Skipanin er, at øll gjalda eitt ávíst prosent av lønini, og at arbeiðsgevarar gjalda sama prosentið av øllum út- goldnum lønum. Øll eiga rættin til eitt og sama út- gjald uttan mun til, hvussu nógv ein sjálvur hevur gold- ið inn og uttan mun til hvønn leiklut, ein hevur havt á arbeiðsmarknaði- num. T.v.s. at eisini tey, sum als ikki hava verið á arbeiðs- marknaðinum fáa sama út- gjald. Her er sostatt talan um veruligan solidaritet, har teir sterkaru herðarnar bera meira, men øll fáa eins út. Og av týdningi er, at ar- beiðsgevararnir eru við til at fíggja hesa skipan. Skuldi so onkur havt hug til at tryggja seg uppaftur betur, so stendur tað einum og hvørjum frítt at tekna eina trygging umframt. Um politiskur meiriluti fæst fyri einari veruligari útbygging og styrking av samhaldsfasta arbeiðs- marknaðareftirlønargrunni- num, og inngjaldið stigvíst verður hækkað upp til 5% frá arbeiðsgevara og 5% frá lønmóttakara, so vil útgjald- ið aftaná 5 ár verða komið upp á góðar 6.000 kr. til hvønn um mánaðin og aft- aná 12 ár upp á 8.500 kr. til hvønn pensionistin um mánaðin. V. ø. o. fáa vit politiska undirtøku t.d. í einari nýggj- ari samgongu fyri hesi út- bygging, so vil ein stakur pensionistur í Føroyum í ár 2012 fáa góðar 14.000 kr. um mánaðin við samhalds- fasta og vanligu fólkapen- sjónini, meðan eini hjún, har bæði eru pensjonistar, fáa smáar 13.000 kr. hvør ella smáar 26.000 kr. tilsam- ans um mánaðin. Og rentu- tilskrivingin hjá grunninum fer at gera, at útgjaldið við sama inngjaldi hækkar javnt. Hetta er veruliga ein loysn, sum fyri tað fyrsta hevði steðgað kjakinum um pensjónir einaferð med alla, og fyri tað næsta so kann eingin pensjónsbumba hótta ein slíkan grunn. Men fyrst og fremst tryggjar hon øll- um pensjonistum eina góða og rímiliga pensjón. Heimarøktin (tænasta/ umsorgan) Sum ein beinleiðis fylgja av, at kvinnurnar í stórum tali fóru út á arbeiðsmarknaðin í 60 og 70 árunum, var knappliga eingin, sum kundi hava umsorgan fyri teimum gomlu, har henda var neyðug. Vit fingu tí al- mennu skipanina við heim- ahjálp, sum síðan er broytt til heimarøkt. Uttan iva virkaði henda skipan sera væl tey mongu fyrstu árini, har heimahjálp- in hevði stundir til at taka sær av praktiskum eins væl og av sosialum uppgávum. Men tað er tó mangt, sum bendur á, at vit so líðandi hava fingið eina meira av- málda og kontanta skipan. Nú renna øll um kapp við tíðina. Vit hava ikki longur tíð at koma brúkarunum við. Eisini henda gongd er eitt úrslit av nýggju tíðini, har alt skal vera so avmált og útroknað, at menniskjans- ligu virðini stórt sæð ikki verða tikin við. Øll kenna vit hetta við Tryggleikin á gamalsaldri – Eg ynski, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd, segði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins m. a. tá Eldradagar vóru í Skopun 8. juli ”cost-benefit”, har helst einki skal gerast uttan so, at vit hava eitt avkast av tí, ið gjørt verður. Og í kjalar- vørrinum kemur so eisini ynski um, at vit í størst møguligan mun skulu priv- atisera alt tað, sum kann privatiserast. Og í londum rundan um okkum eitt nú í Danmark, har hevur man enntá privatiserað heima- røktina. Ein privatisering av eitt nú heimarøktini hevur eitt- ans mál fyri tann, sum á- tekur sær uppgávuna, og tað er, at viðkomandi fær eitt so stórt fíggjarligt avkast, sum gjørligt. Hetta kemur so til sjóndar í, at hvør min- uttur er so neyvt avmáldur, at brúkarin fullkomiliga kennnir seg uttanfyri. Har verður alt gjørt eftir í ser- vice-management leisti- num, t.v.s. tænastu- leiðslu leistinum , meðan umsorg- anin og aktiveringin eru burturgloymd. Brúkarin verður eín passivur eygleið- ari av tí, sum fer fram í hansara egnu húsum. Alt hetta verður gjørt í vónini um, at tað almenna ikki skal brúka óneyðuga nógvan pening til heima- røktina. Service-manage- ment mentanin byggir á tað sama, sum tá tú fært eitt tilboð upp á eitt arbeiði. Stoyping so og so nógvar tímar fyri so og so nógvar krónur, timburarbeiði so og so nógvar tímar fyri so og so nógvar krónur o. s. fr. T. v. s. dustsúgving so og nógvar minuttir, sum kosta skipanini so og so nógvar krónur, rudding so og so nógvar minuttir fyri so og so nógvar krónur o.s. fr. Tað merkir, at menniskjansliga aspektið er púra burtur. Síð- an ger man eina eftirmeting av skipanini, har eitt nú kannað verður eftir, hvussu nógvar ressoursir, brúktir eru. Svarið er: so og so nógvar minuttir ella tímar. Síðan verður ein kanning gjørd av kvalitetinum av ar- beiðinum. Brúkarin verður spurdur, um dustsúgvingin er nøktandi, ruddingin er nøktandi o.s.v., men hann verður ikki spurdur, hvussu hann kundi hugsað sær, at tíðin eisini kundi verið brúkt. Men tíbetur eru tað mong, sum í dag vilja vera við, at henda gongdin við eitt nú service-management innan heimarøktini fer at gerast óneyðuga dýr, sum tíðin gongur. Og harumframt fær ein møgulig privatiserings- ætlan av heimarøktini her í Føroyum at møta stórari mótstøðu. Og dýrkanin av skipanini stendst av, at man ikki í nóg stóran mun ger brúk av teimum evnum og førleik- um, sum brúkarin hevur. Brúkarin verður settur í eina avlopsstøðu, sum er tann ringasta, tú kanst koma í. Hví so ikki heldur stegða eitt sindur á - taka nakað av tí gamla, sum upprunaliga var og møguliga enn er í heimahjálpini við? Hví ikki gera brúk av tí orku og teim- um førleikum, sum brúkarin hevur, sjávlt um tað krevur meira av bæði starvsfólkum og leiðslu? Tí hóast eingin kann alt, so kunnu øll okkurt Sjálvandi er talan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúk- arar, tí hóast ymisk til før- leika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops. Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veru- liga verður ein umsorgar- skipan, har brúkarin er mið- depilin. Tryggleikin á gamalsaldri Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskift- ini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd. Viðurskiftu, sum vit pol- itikarar kenna okkum trygg- ar við — bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar. Takk fyri og framhald- andi góðan eldradag Jóannes Eidesgaard Hósdagurin 6/7-2000 gjørdist ein sorgardagur fyri okkum, tí tá andaðist mamma og vermamma okkara brádliga alt ov ung – einans seksti ár. Hon var, sum so mangan, kom- in til Havnar at vitja okk- um, og vit gleddu okkum til at vera saman í nakrar dagar. Hon hevði glett seg fyri fyrstu ferð at koma at gista hjá okkum í okkara nýggja heimi. Tað vardi ongan av okkum, at henn- ara dagar vóru við at vera taldir, og at henda vitjanin hjá okkum í Havn skuldi fáa ein so bráðan enda. Gudrid var í mangar mátar ein serstøk kvinna. Tá hon giftist og fekk børn, gavst hon at arbeiða úti, men setti ístaðin heimið í hásætið, og hetta arbeiði røkti hon til lítar. Hon legði alla orku í at taka sær av manni, børn- um og tí húsliga arbeiði- num, og altíð setti hon seg sjálva í síðstu røð. Tað er sjáldsamt at finna ein persón, sum al- tíð setir seg sjálvan lægst, og altíð tekur hini fram um seg sjálvan, men hetta gjørdi Gudrid. Altíð var hon vælnevnd og væl- hýrd. Hon var sera ar- beiðssom, og einastand- andi væl lá fyri hjá henni til tað handaliga, eins og hon var sera kvik í øllum Minningarorð um Gudrid Jacobsen, Vágur f. 22/4-1940 d. 6/7-2000 verki. Í Gudrid fann tú eina kvinnu, sum bæði var ein einastandandi mamma og samstundis var framúrskarandi til alt húsligt og handaligt ar- beiði. Hon var ein sera gud- røkin kvinna og hon royndi í øllum verki sín- um at bera seg at, so sum Guds orð fyriskipar. Tað harmaði hana mangan tey seinnu árini, at so langt var millum hana og hennara ommu- børn, og hon gjørdi mang- an túrin norður eftir at vitja síni børn og ommu- børn, og hetta hóast henni illa dámdi at sigla. Í eygu- num á hennara ommu- børnum var hon nakað serligt, tí hon gjørdi so nógv fyri síni ommubørn, og hon hevði eitt nærum óavmarkað tol, og hon segði aldri ommubørnu- num nei til at gera eitt- hvørt saman við teimum. Mong eru tey pløggini, ið Gudrid bant sínum omm- ubørnum. Vit eru ómetaliga takk- som fyri tað, mamma og vermamma okkara var fyri okkum, og vit liva í vónini um, at vit ein dag skulu síggjast aftur. Jóhan Martin og Elisabeth Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Mikukvøldi› var prologur í Klaksvík í súkklukappingini Statoil Kring Føroyar, og Rógvi Johansen vann vi› einum sekundi frammanfyri Jens Tousgaard Stefan í Skorini Fyrstu styrkiroyndina vann stórfavoritturin Rógvi Jo- hansen. Munurin var ikki serliga stórur ni›ur til næsta mannin, sum var danin Jens Tousgaard, i› ver›ur mettur at geva Rógva ta stinnastu mótstø›una. Ítróttarliga hev›i ta› tó veri› ein sensa- tión, um Rógvi ikki hev›i vunni›. Jens Tousgaard hevur veri› skaddur í fimm mána›ir, og tí er hann kanska ikki eins væl fyri, og hann kundi veri›. Eitt sekund var á muni, tá i› avtorna›i. Rógvi koyrdi teinin í tí›ini 3 minuttir og 45 sekund og gjørdist eisini fyrsti vinnarin í hesi kapp- ingini. Remy Lamhauge klára›i seg óvænta› væl. Hann byrja›i sum nummar 24, men enda›i á níggjunda plássi og brúkti 4 minuttir um teinin. 15 sekund skiltu teir fyrstu níggju súkklararnar, so munurin millum teir bestu var ikki stórur. Hetta kemst fyrst og fremst av, at teinurin var bara 2,7 kilo- metrar, og tá er ongantí› tann stóri munurin á súkkl- arunum. Endamáli› vi› einum prologi, sum honum í Klaksvík, er at fáa eina hóming av styrk- imuninum millum súkklararnar og at fáa avgjørt, hvør skal í bláu Statoil-troyggj- una, sum førarin koyr- ir í, á fyrstu veruligu etapuni, sum var í gjár. Team Shell væl fyri Fimm av teimum seks skjótastu í gjár vóru Team Shell súkklarar. Hetta vísir, hvussu sterkt Shell li›i› er, og at lítil møguleiki er hjá hinum at gera seg galdandi. Jens Glerup, sum er ein av fyrireikaru- num, heldur, at hetta er sum at skjóta spurv vi› kanónunum. - Shell li›i› er alt ov sterkt til at nakar ann- ar hevur nakran møg- uleika. Hetta leggur eisini eitt tr‡st á Rógva sjálvan, sum skal vinna kappingina. Eisini heldur Jens Glerup, at ta› er synd, at eitt so sterkt li› er stovna›, av tí at kappingin longu er avgjørd. Um Rógvi vinnur, so er hetta einki serligt vi› tí li›- num, hann hevur aftanfyri seg. Um Jens Tousgaard klárar at hanga vi› Team Shell, so hevur hann kanska ein lítlan møguleika, men fá halda, at hann kann hótta Rógva Jo- hansen. Eingin fer›sla Jens Glerup sigur eisini vegna fyrireikararnar, at kappingin eydna›ist sera væl. Ve›ri› var av tí besta, og tí vóru eisini nógv fólk og hugdu. Hornorkestri› spældi á málinum, og Stat- oil bjó›a›i fólki kaffi og anna› gott. Steinbjørn Jac- obsen, varab‡rá›sforma›ur, handa›i trimum teimum fremstu blómur, og vinnarin fekk eisini ta bláu førara- troyggjuna. Fyri fyrstu fer› høvdu fyrireikararnir fingi› loyvi frá b‡rá›num at steingja vegirnar, me›an kappingin fór fram. Fyrireikararnir høvdu sjálvir syrgt fyri veg- byrgingunum, og ein løg- regluma›ur fylgdi vi› á vegnum, so at alt skuldi ganga rætt fyri seg. Hetta gjørdi, at súkklararnir kendu seg tryggari á veg- num. Fyrr hava trupulleikar veri› vi› fer›sluni í Klaks- vík, tá i› súkklukappingar hava veri›. Í gjár var so tann fyrsta veruliga etapan í Eystur- oynni. Hetta er tann har›- asta etapan, og hon er 106 kilometrar. Byrja› var› klokkan hálvgum tvey á Nor›skála, sí›ani var› fari› um Ei›isskar›, ígjøgnum Funningsfjør› um Gøtuei›i til Leirvíkar, aftur um Gøtu- ei›i og runt Agni›, sí›ani ver›ur koyrt runt í Runavík, og máli› er vi› Statoil stø›- ina. Í dag er einkultstartur í Sandoynni, har koyrdir ver›a 25 kilometrar. Teinur- in er frá Statoil stø›ini á Sandi til Dals, aftur til Stat- oil stø›ina, sí›ani til Brúnna á Sandafløttinum og aftur til Statoil. Hesin teinurin ver›- ur koyrdur tvær og eina hálva fer›. Byrja› ver›ur kl. 15.30, og súkklararnir koma á mál kl. 17.15. Eitt sekund skilti teir Plas. RyggNr. Navn Eftirnavn Felag Tí› Km/t 1 1 Rógvi Johansen Cycling Aarhus 0:03:45 41,6 2 6 Jens Tousgaard FIX Rødovre 0:03:46 41,42 3 4 Simon Borchmann Hvidovre Atletik 0:03:48 41,05 4 3 Gunnar Dahl-Olsen Tórshavnar Súkklufelag 0:03:52 40,34 5 5 Janus Jørgensen Cycling Aarhus 0:03:52 40,34 6 2 Jørgen Andersen Cycling Aarhus 0:03:54 40 7 7 Kenneth Gormsen CC Gladsaxe 0:03:55 39,83 8 8 Jóhann Brend CC Gladsaxe 0:03:58 39,33 9 24 Remi Lamhauge Tórshavnar Súkklufelag 0:04:00 39 10 10 Sverri Mohr Edvinsson Tórshavnar Súkklufelag 0:04:02 38,68 11 13 Jákup Johansen Tórshavnar Súkklufelag 0:04:03 38,52 12 14 Jeppe Thing Cycling Aarhus 0:04:03 38,52 13 9 Kári Brattaberg Tórshavnar Súkklufelag 0:04:05 38,2 14 12 Tony Ditlevsen Roskilde Triathlon 0:04:07 37,89 15 17 Esmar Joensen Tórshavnar Súkklufelag 0:04:09 37,59 16 19 Christian Guttesen Tórshavnar Súkklufelag 0:04:11 37,29 17 18 Martin Kortegaard Odense Triathlon Klub 0:04:14 36,85 18 22 Evald Rasmussen Tórshavnar Súkklufelag 0:04:15 36,71 19 11 Jørgen Nielsen Politiets Cykelclub 0:04:15 36,71 20 23 Kári Simonsen Tórshavnar Súkklufelag 0:04:19 36,14 21 26 Jens Sigurd Simonsen Tórshavnar Súkklufelag 0:04:21 35,86 22 15 Ey›un Poulsen Tórshavnar Súkklufelag 0:04:23 35,59 23 16 Birthe Dabelstein Cycling Aarhus 0:04:24 35,45 24 21 Eli Christiansen Tórshavnar Súkklufelag 0:04:33 34,29 25 27 Eirikur Olsen Tórshavnar Súkklufelag 0:04:42 33,19 26 25 Bár›ur Huusgaard Tórshavnar Súkklufelag 0:04:58 31,41 27 28 Geyr Gilsteinsson Tórshavnar Súkklufelag 0:05:01 31,1 28 29 Ann Zachariassen Tórshavnar Súkklufelag 0:05:11 30,1 Stórfavoritturin, Rógvi Johansen, vann sera tepurt í Klaksvík og var›veitur sostatt ta bláu troyggjuna myndir: Jens K. Vang