hósdagur 22. februar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
6
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
F
yri á leið einum mánaði
síðani sótu feðgarnir
Gunnar og Teit Hjelm og
tosaðu um at liva út gaml
ar dreymar.
– Eg sigi við hann, at eg veruliga
kundi hugsað mær at luttikið í
danmarkarmeistaraskapinum í
bodybuilding enn eina ferð, sigur
53 ára gamli undangongumaðurin
innan bodybuilding í Føroyum,
Gunnar Hjelm, sum í nítiárunum
fekk góð úrslit, og hevur vunnið
bæði eitt triðja pláss og tvær ferðir
annað plássið í DM.
– Teit segði við meg, at eg als ikki
eri ov gamal, og at eg eigi at fylgja
mínum dreymum, staðfestir hann.
– Tey eldru børnini, Siv og Teit,
spæla ein stóra leiklut í hesi av
bjóðingini. Eg standi til svars fyri
teimum, tí vit tosa saman næstan
hvønn dag, og tey spyrja altíð,
hvussu tað gongur við venjingini,
sigur Gunnar Hjelm.
Bleyti føroyski bodybuildarin,
sum hann eisini verður kallaður,
hevur tó sett sær sum mál, at 2018
verður árið, har hann luttekur og
vinnur eitt fyrsta pláss í danmark
armeistaraskapinum í bodybuild
ing.
DM verður vikuskiftið 13.-14.
oktober 2018. Tí hevur Gunnar nú
úr at gera við at arbeiða fram ímóti
málinum, sum hann vónar endiliga
vinnur honum heiðurin sum dan
markarmeistari.
Hann greiðir frá, at um ein ikki
fær stuðul heimanífrá, nyttar ikki
at seta sær slík mál. Kona hansara,
Helen á Lakjuni, hevur ómetaliga
nógv at siga í gerandisdegnum, og
serliga fram móti DM.
– Hon hevur sjálv íðkað nógvan
ítrótt alt lívið, og verið nógv ár á
flogbóltslandsliðnum. So hon hev
ur forstáilsi fyri, hvat skal til fyri at
røkka málinum. Hon stuðlar mær
100 prosent í øllum fyrireikingum,
og tað eri eg sera takksamur fyri.
Eisini venja vit bæði saman, tá tað
ber til, og tá hava vit ofta dóttur
okkara, Teu, við okkum. Tað dámar
henni sera væl, sigur Gunnar
Hjelm.
– Endamálið er sjálvsagt ikki at
verða klænur, men eg skal av við
eini 25-30 kilo. Tá mann er farin
upp um tey 50 árini, so broytist
kroppurin eisini. Tá komið er á
mál við vektini, er enn nógv arbeiði
eftir, sigur hann.
Hann venur tvær ferðir um
dagin í tríggjar dagar, hvílir seg
fjórða dagin og venur síðani aftur
í tríggjar dagar. Hann ansar væl
eftir, at hann eisini etur nógv grøn
meti, fisk og kjøt. Tungu kolhydrat
irnar koma frá rísi og eplum.
– Eg koyri ikki bara okkurt í
meg. Tað havi eg ongantíð gjørt,
sigur hann.
Hugburðurin broyttur
Gunnar Hjelm greiðir frá, at tá
hann fyri 28 árum síðani fyri fyrstu
ferð luttók í DM í bodybuilding,
var almenni hugburðurin ikki,
sum hann er í dag. Hann fekk
nógvar ivingarsamar spurningar
PERSÓNSØGA
2018 VERÐU
– Hesin sporturin hevur givið mær so nógv og hevur verið ein
so stórur partur av mínum lívi, at eg ikki kann halda hann
uttan fyri hurðina meir. Eg má lata hurðina upp og viðurkenna,
at soleiðis eri eg, sigur 53 ára gamli Gunnar Hjelm, sum hevur
ætlanir um eitt comeback innan bodybuilding í ár
Gunnar Hjelm: