hósdagur 22. februar 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
7
og niðurlátandi viðmerkingar frá
fólki – bæði um venjing og um kost.
– Tað varð tosað niður á ein, og
eg fekk ofta at vita, at eg als ikki
var í ordan at spilla so nógvar tímar
um dagin til sovorðið tvætl, sigur
hann.
Tað var onki forstáilsi fyri hes
um tá, tí samfelagið var ikki til
reiðar. Í dag er tað øðrvísi, greiðir
hann frá.
– Hugburðurin er broyttur
ómetaliga nógv. Í dag fái eg ongar
negativar viðmerkingar men merki
bara stuðul. Í dag er samfelagið
klárt til fitness og til bodybuilding,
sigur hann.
– Í dag er lættari hjá fólki at gera
nakað, ið er gott fyri seg sjálvan
uttan tørv á at rættvísgera ta av
gerðina, staðfestir hann.
Áhugin birtist síðst
í sjeytiárunum
Áhugin fyri ítróttagreinini body
building birtist, tá Gunnar sum 18
ára gamal saman við vinmanni sín
um, Johannes Magnussen, byrjaði
at venja styrki í kjallaranum hjá
foreldrunum hjá honum í Vági.
Teir báðir vinmenninir svumu
nógv saman, og í fyrstani var
styrkivenjingin eitt ískoyti til
svimjingina. Teir báðir fingu íblást
ur úr bløðum við myndum av venj
ingum, sum stóra stjørnan innan
bodybuilding, Arnold Schwarzen
egger, tá gjørdi.
– Tað var ein heilt ótrúlig tíð,
sigur hann.
Í 1984 fara foreldur Gunnars frá
hvørjum øðrum, og hann flytur til
Danmarkar við mammu síni.
Gunnar tosar um mammu og
pápa sín, sum hann sigur altíð
hava stuðlað honum í tí, sum
hann hevur sett sær fyri. Í dag er
mamma Gunnar 76 ára gomul, og
enn ein hollur stuðul.
– Tá eg hyggi aftur um meg,
sakni eg pápa mín. Hann var altíð
líka positivur í mun til tey mál, sum
eg setti mær. Hann segði altíð við
meg, “Gunnar, gev ongantíð upp,
líkamikið hvussu hart og strævið
tað er, sum tú hevur sett tær
fyri.” Og nú, tá ið eg venji og stríð
ist fram í móti hesum, so hoyri eg
røddina á pabba, teska mær hetta í
oyrað....”Gunnar, gev ikki upp”, sig
ur hann.
Gunnar fær arbeiði sum lívbjarg
ari í eini svimjihøll í Ishøj, og í sama
bygningi er ein venjingarmiðstøð.
– Har vóru vektir, maskinur og
onnur útgerð. Eg hevði ongantíð
sæð eina venjingarmiðstøð fyrr.
Hetta var akkurát nakað fyri meg,
sigur hann týðiliga spentur.
Gunnar brúkar meir og meir
tíð til styrkivenjingina, venur
regluliga so at siga hvønn dag, og
kemur inn í alt tað umhvørvið í
Keypmannahavn. Hann kemur í
samband við aðrar bodybuildarar,
lesur nógv og lærir soleiðis nógv
um bæði kost og venjing.
–Eg var fullkomiliga bergtikin
av hesi ítróttagreinini. Eg søkti
ráðgeving allastaðni frá og seyg
alt til mín, so eg kundi fáa tann
optimala kroppin, staðfestir hann.
Gunnar býr niðri í 21 ár, og ta tíð
ina møtir hann fyrrverandi konu
síni, og ávikavist í 1992 og 2001
fáa tey børnini Siv og Teit. Eitt
tíðarskeið frá 1988 til 1990 búgva
tey í Føroyum, men flyta síðani nið
ur aftur. Afturkomin til Danmark
ar fer Gunnar at læra til portør á
sjúkrahúsinum í Frediksberg.
Vildi verða fyrsti
føroyingurin
Gunnar greiðir frá, at hann altíð
hevur verið bergtikin av vøddum
og tí, sum menniskjakroppinum
fær avrikað. Sum barn tímdi hann
illa at ganga í skúla, og hann hevði
størri áhuga í ítrótti og tí kropps
liga. Fyrstu árini hevði hann áhuga
í fótbólti og svimjing, men tað var
styrkivenjingin, sum veruliga
rúnabant hann.
– Eg vildi simpulten verða
fyrsti føroyingurin, ið stillaði upp
til fyrsta danska meistaraskapin,
sigur hann.
Árini ganga, og dreymurin um
at stilla upp livir alla hesa tíðina, og
í 1990 tók hann fyrsta fetið.
–Tað var ómetaliga serstakt, tí
bodybuilding er ein heimur fyri
seg, har øll tey, sum venja ítrótta
greinina, møtast til meistarskapin.
Eg fekk eitt triðjapláss tað árið, og
tað var eg sera stoltur av, sigur
hann.
Spurdur um, hvussu fyrireik
ingin til danmarkarmeistaraskapin
var, sigur hann, at tað er ómetaliga
strævið at eta, venja og sova eftir
eini klokku.
– Eg gav avkall upp á nógv og
ansaði eftir á øllum økjum við hes
um eina endamálinum: At verða
danskur meistari, sigur hann.
Eftir at Gunnar endaði á einum
triðja plássi í 1990 gingu fimm ár,
áðrenn hann aftur stillaði upp til
DM í 1995.
– Eg vildi seta fimm ár av til at
verða danskur meistari, men tað
árið tapti eg við tveimum stigum,
og endaði á einum øðrum plássi.
Tað eydnaðist ikki, flennir hann.
– Tað er ein torførur biti at
svølgja, tá man hevur brúkt so
nógva til at røkka tí málinum,
sum man hevur sett sær, staðfestir
hann.
Tá tann kappingin var av,
kastaði Gunnar alt frá sær. Hann
framførdi fyri seinastu ferð í Vágs
høll í heimbygdini Vági í august
mánaði í 1996.
–Eg varð fagnaður við lógva
brestum og sera rørdur av mót
tøkuni í heimbygdini, sigur hann.
–Eftir tað smekkaði eg hurðina
aftur, og vandi als ikki eftir tað,
staðfestir hann.
Hann greiðir frá, at tá man ikki
rørir seg, so tekur man uppá, og tað
gjørdi hann eisini.
Lagnan hevur verið hørð
Flestu menniskju koma í persónliga
kreppu. Eftir at konan og hann
fóru frá hvørjum øðrum í 2009
gingu tríggir mánaðir, og so misti
hann pápa sín. Tríggjar mánaðir
eftir tað misti hann beiggja sín.
Tey vóru fýra systkin, og øll hini
eru deyð. Seinni misti Gunnar eis
ini son sín.
– Øll hendan tíðin við hjúna
skilnaði og missi hevur verið ekstr
emt hørð, og tað er enn hart til tíðir.
Tað hevur verið háspenningur í
kroppinum í fleiri ár, sigur hann
álvarsamur.
Hann hevur, sum menniskju
flest, dagar, har hann er glaður og
aðrar dagar, har hann er keddur.
– Ein kemur í gjøgnum allar lívs
ins síður. Tað havi eg merkt, sigur
hann.
Hesa truplu tíðina tosaði Gunn
ar nógv við ein góðan vin. Hon
spurdi hann, hvørja tíð í lívinum
hann hevði tað best sum menn
iskja. Hon segði honum, at tá
hon sær hann, so hugsar hon um
undangongumannin innan heilsu
og rørslu, men at hon als ikki sá
hendan mannin longur.
– Eg hvakk við, tí eg var als ikki
tilvitaður um, at eg var følnaður
á hendan hátt, sigur hann álvar
samur, og leggur afturat, at tann
kroppsliga og sálarliga støðan hjá
okkum menniskjum hongur sam
an.
– Eg setti mær fyri tá, at eg skuldi
byrja at venja aftur, og tað gjørdi eg
beinanvegin. Eg kollvelti alt lívið
og fór at arbeiða við mær sjálvum.
Tað var eisini ein máti at arbeiða
við tí krisuni, sum eg var í. Eg setti
mær nýggj mál, og hugsavnaði meg
um familju, venjing og mat, sigur
hann.
Í 2011 luttók hann enn einaferð
í DM í bodybuilding í Herning, og
vann enn eitt annaðpláss, og hann
lovaði tá at hetta var seinastu ferð,
at hann luttók.
Enn fleiri sorgarleikir
Í 2012 møtir Gunnar konu síni Hel
en á Lakjuni. Saman fáa tey børnini
Teu og Mika. Tea varð fødd í viku
29, og tá mundi Gunnar mist bæði
konu og dóttur sína, tí tað stóð um
lív.
Tey lógu á føðideildini í einar 10
vikur, áðrenn Tea var bráðinnløgd
á Ríkissjúkrahúsinum, har Tea lá á
vøkudeild í 10 vikur afturat, tí hon
hevði fingið eina bakteriu í lunguni,
hevði hálsbruna og fekk ikki etið.
Hon fekk sondu í fleiri mánaðir
og spýði illa. Síðani varð staðfest,
at lítla barnið eisini hevði eitt
stórt hol í hjartanum. Síðani varð
sondan tikin frá henni, og hon fór
spakuliga at trívast. Hon stóð til at
skula undir skurð tvær ferðir, men
skurðlæknarnir valdu at útseta, tí
Tea var so lítil. Gunnar greiðir tó
frá, at tað mest fantastiska í øllum
hesum var, at tey fingu at vita frá
danska serlæknanum, at holið í
hjartanum hjá Teu var so mikið
stórt, at tað á ongan hátt kundi
grøða saman av sínum eintingum,
og at Tea skuldi undir skurð, tá hon
var á leið fimm ára gomul. Seinni
kom serlæknin til Føroya, og hann
kannaði Teu aftur.
– Hann bleiv ómetaliga illa við.
Hann skannaði hana fleiri ferðir,
men hann segði onki. Tá hann var
liðugur at kanna hana, lyfti hann
hendurnar upp og segði: “Ja, tað er
meir millum himmal og jørð. Tað
hava vit sæð fyrr. Har er onki hol í
hjartanum”, sigur Gunnar rørdur.
Ímeðan Helen og Gunnar fara
ígjøgnum hesa sváru tíð við Teu,
gjørdist Helen aftur við barn.
Sonur teirra Mika varð føddur eina
viku áðrenn, Tea var ársgomul.
R ÁRIÐ
Framhald á síðu 8
Eg eri vísur
í, at tað sita
mong fólk
kring landið við
einum dreymi,
sum tey kundu
hugsað sær at
gjøgnumført.
Og tað er tann
neistin, sum eg
vil halda fast í
Eg haldi fast
í nøkrum
positivum
og góðum
upplivingum. Tí
velji eg aftur at
seta mær mál og
at gjøgnumføra
tey. Tað eri eg
drigin at sum
persónur