hósdagur 8. mars 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 26
13
bara Norðurlandahúsið, Kring
varpið og Miðlahúsið, ið skipa fyri
FMA, men eisini føroyska tónleika
lívið, sigur samskiparin.
FMA-arbeiðsbólkurin er mann
aður við Fróði Vestergaard, umboð
fyri Norðurlandahúsið, Barbara
Holm, umboð fyri Miðlahúsið,
Eyðfinn Jensen, umboð fyri Kring
varpið, Sunleif Rasmussen, umboð
fyri tónleikaumhvørvið, og Knút
Háberg Eysturstein, somuleiðis
umboð fyri tónleikaumhvørvið.
Gleði og vónbrot
Kanska greiðasta teknið um, at før
oyskir tónleikarar hava tikið FMA
til sín, er at tað er komi kapping
í hvør verður tilnevndur, og ikki
minst til at ogna sær eina av ikon
isku FMA-virðissteypunum, ið
listamaðurin Brandur Patursson
hevur gjørt.
- Tey sum verða tilnevnd eru
øgiliga fegin um at verða tilnevnd.
Umvent veit eg eisini, at tað eru
tónleikarar, ið eru harmir um, at
teir ikki eru tilnevndir. Tá tú ert
keddur um, at tú ikki ert tilnevnd
ur, so er tað væl tí, at virðislønin
hevur fingið eitt ávíst virði, sigur
Rólant Waag Dam.
At ein FMA-virðisløn skal hava
eitt ávíst virði er eisini nakað, ið
fólkini handan FMA eru sera tilvita
um, og tí er tað eisini avmarkað
hvussu nógv fólk verða tilnevnd
til til tær ymisku virðislønirnar.
- Tað er týdningarmikið at infla
tión ikki kemur í FMA-virðislønina
ella tilnevningarnar. Tað skal ikki
vera soleiðis, at øll kunna blíva
tilnevnd. Tí gera vit eisini mun á
teimum báðum høvuðsflokkunum,
Popp/Rokk flokkinum og Opna
flokkinum, greiðir Rólant Waag
Dam, og heldur fram at forklára
munin.
- Í fyrra bólkinum verða fleiri
útgávur givnar út gjøgnum árið og
kunna tískil tilnevnast eina FMA-
virðisløn. Tí eru fimm tilnevningar
í Popp/Rokk flokkinum. Í Opna
flokkinum eru ikki líka nógvar
útgávur gjøgnum eitt ár, og tí eru
bara tríggjar tilnevningar.
Samskiparin vísir á, at tað hevði
borið til, at havt fleiri tilnevningar
í báðum flokkum, men at man
hevur valt at avmarka talið, so at
ein tilnevning hevur nakað at siga.
- Vit kundu gott havt fleiri til
nevningar í báðum flokkum, men
so hevði tað enda við, at øll høvdu
verið tilnevnd, og tað er ikki enda
mál. FMA-virðislønin skal hava
eitt virði í sjálvum sær, og tað hev
ur hon bara, um tað er eitt ávíst
arbeiði verður gjørt at velja til og
velja frá, sigur Rólant Waag Dam.
Tveir høvuðsbólkar
Sjálvt FMA tiltakið hevur seinastu
árini verið býtt upp í tveir høvuðs
flokkar, eftir at tað í byrjan var býtt
upp í tríggjar flokkar. Fyrr vóru
virðislønir handaðar innan Popp/
Rokk, Jazz/Folk/Blues og Opna
flokkin, men er Jazz/Folk/Blues
nú strikað. Tað merkir ikki, at teir
tónleikarar, ið fáast við tí sjangr
una ikki kunna vinna, men einans
at býtið er vorðið greiðari.
- Popp/Rokk flokkurin er tað, ið
vit kanska kalla rotationstónleikur
í breiðari merking. Tað er alt tað, ið
dagliga er at hoyra í útvarpinum.
Tað er alt frá Hamferð til Janus
Wiberg Mortensen og so tað, ið
er harímillum, sigur Rólant Waag
Dam, áðrenn hann greiðir frá
næsta flokkinum.
- Tað sum ikki er rotationstón
leikur, men brýtur eitt sindur frá,
er tað sum vit hava í Opna Flokk
inum. Tað eru klassisk verk hjá
Sunleifi Rasmussen, tá Mattias
Kapnas spælir Kristian Blak ella
instrumentalur tónleikur hjá Orka,
sigur Rólant Waag Dam, ið letur
væl at nýggja býtinum.
Tveir partar
Leygarkvøldið fara 48 einstaklingar
og bólkar at kappast um ellivu
FMA-virðislønir fyri teirra avrik í
farna ári, umframt at fleiri fram
førslur verða á skránni. Og sam
bært Rólant Waag Dam, so ber til
at býta FMA upp í tveir partar.
- Fyri tað fyrsta er tað eitt kvøld,
har vit samla okkum um føroyskan
tónleik og hyggja aftur á alt tað, ið
hevur verið undanfarna árið. Tað
er tann eini parturin av FMA, sigur
Rólant Waag Dam.
Hin parturin er tann viður
kenningin, ið tónleikararnir fáa frá
fakfólki, tá tey vinna og eru í boði
til eina av virðislønunum.
- Vit hava jú dómsnevndir
mannað við fakfólkum til bæði til
nevningarnar og einstaku vinnar
arnar. Og tað hevur eitt virði í sær
sjálvum at fáa virðurkenning frá
fakfólkum innan vinnuna, sigur
samskiparin.
Hyggja frameftir
Ein annar partur sum fólkini hand
an FMA hava roynt at ment sein
astu árini, er at gera FMA til ein
sýnisglugga fyri útlendingar. Tað
verður gjørt við at bjóða útlend
ingum til Føroyar tá FMA er.
- Vit hava roynt at útbygt
FMA, soleiðis at tað eisini fær eitt
meirvirði á tann hátt, at vit gera
FMA til eitt slag av palli ella sýnis
glugga til útlendskar gestir. Í fjør
høvdu vit eini 12-15 útlendskar
gestir til FMA og vit hava tað sama
í ár. Tað merkir, at vit fáa fólk úr
Onglandi, Týsklandi, Grønlandi,
Íslandi og øðrum Norðurlondum.
Hugskotið við tí er, at FMA ikki
bara skal vera er eitt afturlítandi
tiltak, men at tað eisini kann vera
við at peika frameftir fyri føroysk
ar tónleikarar.
Longu nú hevur tað eisini virka.
Á einum av upphitingartiltøkunum,
ið FMA skipaði fyri í fjør í vikuni
upp til FMA, framførdi bólkurin
FRUM í Reinsaríum. Talan var um
fyrstu framførsluna hjá bólkinum,
og til staðar hetta kvøldi var ein
framleiðari hjá Danmark Radio, ið
dámdi framførsluna so mikið væl,
at hann bar so í bandi, at FRUM
slapp á eina konsertferð í Kina.
- Tað er eitt nokk so konkret
úrslit, ið liggur eftir av nýggja leist
inum. Sum hyggjarar kunna vit
hyggja eftir FMA í sjónvarpinum
ella í Norðurlandahúsinum, men
tað skal eisini peika frameftir fyri
tey, ið luttaka í tiltakinum. Hetta
er ein partur, ið vit eru í gongd við
at uppbyggja, sigur Rólant Waag
Dam.
AST UM
YSKAN
IK
- Tað er týdningarmikið at
inflatión ikki kemur í FMA-
virðislønina ella tilnevningarnar.
Tað skal ikki vera soleiðis, at øll
kunna blíva tilnevnd.