Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 29 14 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T ey flestu eru helst samd um, at tað krevur hart arbeiði, um man ynskir at fáa eitt gjøgnumbrot í tónleikaheiminum. Milliónir av menniskjum droyma um at gerast tann næsta stóra tónleikastjørnan, men tey eru relativ fá, ið uppliva, at teirra tónleikur verður hoyrdur av einum stórum skara. Tí meðan tað krevur nógv og hart arbeiði, so er eisini neyðugt við eitt sindur hepni. At vera á rætta stað til røttu tíð, so at tann rætti persónurin, ið kennir tey røttu fólkini í vinnuni, hoyrir júst tína framførslu. Hjá 25 ára gomlu Jenný Aug­ ustu­dóttir Kragesteen kann hon vísa á tvær slíkar støður, ið hava hjálpt henni á leiðini sum sangara og tónleikara í bólkinum FRUM, sum í ár hevur fýra tilnevningar til tríggjar virðislønir í ársins FMA tiltaki. Hon er sjálv tilnevnd til Ársins songkvinnu, meðan FRUM er tilnevnt til Ársins bólkur/ein­ stak­lingur, umframt at tvey video­løg hjá bólkinum, Let It og No Shapes, eru tilnevnd til Ársins videolag. Birdstone Fyrsta lagið sum Jenný Aug­ustu­ dóttir Kragesteen gav út und­ir navninum FRUM var lagið Bird­ stone, ið sá dagsins ljós 8. desember 2016. Og longu tá upplivdi hon, at vit eitt sindur av hepni, so kann eitt lag røkka langt. Rætti persónurin hoyrdi nevniliga sangin, og lat tað dyrnar upp til ein størri lurt­ara­ skara. - Í samstarv við Tutl bleiv lagið givið út á iTunes og Spotify. Og tá man gevur eitt lag út á Spotify, so kann man vera heppin, um tann rætti persónurin hoyrir lagið og dámar tað, tí viðkomandi kann koyra tað á onkran spælilista, ið hevur ein breiðan lurtaraskara. Bird­stone endaði á spælilistunum New Music Denmark og New Music Sweden, so øll tey, ið brúktu Spoti­fy teir dagarnar til at finna nýggj­an tónleik, kundu hoyra mítt lag, greiðir Jenný Augustudóttir Kragesteen frá. Tað hevði við sær, at lagið bein­ an­vegin rakk út til ein skara, ið nokk helst hevði verið torførur at nátt, um tað ikki var fyri at danir og svi­ar hoyrdu tað gjøgnum ein av stóru spælilistunum á Spotify. - Bara fyrsta fríggjadagin, tá tað bleiv útgivið, varð tað spælt 40.000 ferðir, og í dag er tað spælt umleið 200.000 ferðir. So man kann siga, at tað gekk rímiliga væl, men tað var púra óvæntað, sigur Jenný Augustudóttir Kragesteen frá. Tað at fyrsta lagið fekk so góða undirtøku merkti, at unga sang­kvinnan bleiv bevíst um, at góðsk­an á tí, ið hon framyvir lat úr hondum, mátti vera høg, tí nú hevði hon sett sær sjálvum ein stand­ard, ið hon mátti liva upp til. - Birdstone var mín fyrsta roynd, og vildi eg tá bara vita, um tað riggaði. Eg gav tað út tí eg brendi inni við tí og vildi royna okkurt. Tað takksama við fyrsta lagnum er, at ongin væntar nakað av tær. Men tá tað so verður spælt 40.000 ferðir fyrstu dagarnar vaknar man. Tá krevur tað, at eg eri eitt sindur meira seriøs framyvir, tí brádliga fekk eg okkurt at liva upp til, sigur sangkvinnan. Fyrsta framførslan Tað var tó ikki bara í Danmark og Svøríki, at fólk løgdu merki til nýggja bólkin og lagið. Í febr­ u­ar, einans tveir mánaðir eftir, at Birdstone bleiv útgivið, varð FRUM tilnevndir til Ársins nýggja bólk/einstakling, meðan Jenný Aug­ustudóttir Kragesteen bleiv til­nevnd í bólkinum Ársins song­ kvinna. Í samband við FMA í fjør, bleiv sangkvinnan eisini spurd, um hon kundi hava eina av framførslunum til tiltakið á Reinsarínum, ið var kvøldið áðrenn FMA. Tað takkaði hon ja til, og tað var her, at hon seinnu ferð ásannaði, at um røttu persónar hoyra ein, kann tað lata dyrnar upp til nýggjar møguleikar. - Til framførsluna tað kvøldið hevði eg Hergeir Staksberg og Líggj­as Olsen við mær, og hevði eg gjørt nokk so nógv burturúr at gera pall­in eitt sindur meira spennandi til fram­førsluna. Eg hevði fleiri ljós­ kan­ónir, túll hangandi frá loftinum og ymiskt annað, minnist Jenný Aug­ustudóttir Kragesteen aftur á, tá hon so skal lýsa framførsluna, ið var tann fyrsta nakrantíð hjá FRUM. Til staðar hetta kvøldið vóru ym­iskir útlendskir gestir hjá FMA, ið vóru í Føroyum í samband til­ takið. Í døgunum upp til FMA er van­ligt, at fyrireikararnir skipa fyri smærri tónleikatiltøkum, har út­lendsku gestirnir og føroyingar ann­ars fáa møguleikan at hoyra nakað av tí besta, ið føroyskur tón­ leik­ur hevur at bjóða. - Hesir persónar hava góð sam­ band við tónleikavinnuna kring heimin. Ein teirra var ein fram­ leiðari hjá DR, ið skipar fyri kon­ sert­ferðum til Kina. Hann hoyrdi framførsluna hjá mær og hugs­aði, at tað hevði riggað væl til eina konsertferð í Kina, greiðir sang­ kvinn­an frá. Soleiðis bar til, at føroyski bólk­in­um FRUM á heysti 2017 fór á konsert­ferð í einum av fólka­rík­ astu londum í heiminum. Góð kensla Síðan FRUM framførdi á tiltak­in­ um í Reinsarínum í fjør hevur bólk­ ur­in útgivið trý nýggj stakløg, No Shapes, Let It og Beat, ið øll eru út­ givin saman við hvør sínum video­ lagi til. Fyri tey trý stakløgini er hon aftur í ár í uppskoti til at vinna Árs­ ins songkvinna, meðan FRUM er í FMA GLOPPAÐI D - Til staðar hetta kvøldið vóru ymiskir persónar, ið hava góð samband við tónleikavinnuna kring heimin. Ein teirra var ein framleiðari hjá DR, ið skipar fyri konsertferðum til Kina. Hann hoyrdi framførsluna hjá mær og hugsaði, at tað hevði riggað væl til eina konsertferð í Kina. Soleiðis greiðir Jenný Augustudóttir Kragesteen frá hvussu ein framførslan til eitt upphitingartiltak hjá FMA endaði við at FRUM fór á konsertferð í Kina. Hesi kappast Jenný við Ársins videolag: FRUM – Let it Heiðrik – Monster Hamferð – Frosthvarv FRUM – No shapes Amokk – Sorry for Yourself Ársins songkvinna:  Jóhanna Norðberg Niclasen  Kristina Bærendsen  Elinborg Pálsdóttir  Lea Kampmann  Jenný Kragesteen  Ársins bólkur/einstaklingur:  Hamferð  Frum  Swangah  Lea Kampmann  Momo  Faroese Music Awards TEMA: FMA