hósdagur 8. mars 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 26
15
uppskot til at vinna Ársins bólk/
einstaklingur. Harumframt eru
videoløgini til Let It og No Shapes
tvey av teimum fimm videoløgum,
ið kunna Ársins videolag.
At fáa so nógvar tilnevningar
til FMA er Jenný Augustudóttir
Kragesteen fegin um, men vísir
á, at tað er ikki viðurkenning frá
øðrum, ið er drívmegin fyri tað, ið
hon ger.
- Tað er ein góð kensla, at fólk
taka væl móti tónleikinum. Men
orsøkin til, at eg skapi tónleik, er
tí hugurin er har og man brennur
inni við tí. Tónleikurin er ein máti
at sleppa av við hetta. So tilnevn
ingarnar eru eitt pluss og so fær
man eisini eitt gott kvøld saman
við øðrum føroyskum tónleikarum,
sigur Jenný Augustudóttir Krage
steen.
Hjartabarn
FRUM er eitt hjartabarn hjá Jenný
Augustudóttir Kragesteen, og er
tað í stóran mun hon sjálv, ið er
einsamøll um tað. At byrja við vóru
nakrir aðrir tónleikarar knýttir at
bólkinum, men arbeiðir Jenný
Augustudóttir Kragesteen fram
ímóti, at hon kann gera allan tón
leikin einsamøll.
- Eg geri meira og meira sjálv nú.
Tey flestu løgini hava onnur verið
útyvir, men tað hevur kortini verið
mítt hugskot. Síðan eg byrjaði við
FRUM, so havi eg lært nokk so
nógv. Nú eri eg komin har til, at eg
arbeiði við eini verkætlan, har eg
ætli at gera alt sjálv, greiðir sang
kvinnan frá.
Við at gera sum mest sjálv, so
tryggjar hon nevniliga, at hon fær
júst tað úrslitið, ið hon ynskir sær,
við at hon fær tamarhald á allari
tilgongdini frá hugskot til endaliga
úrslitið.
- Tá eg geri alt sjálv, so fái eg
tað ljóðið, ið eg fari eftir. Tað er
týdningarmikið, at onnur sleppa
framat og siga sína hugsan, men tá
lagið kemur so langt innanífrá sær
sjálvum, so vil man sjálvur forma
tað og ikki lata nakran annan
forma tað fyri teg, sigur Jenný
Augustudóttir Kragesteen.
Framtíðin
Í løtuni arbeiðir Jenný Augustu
dóttir Kragesteen við tónleikinum
við síðuna av lesnaðinum, men í
summar verður hon bachelor, og
tá ætlar hon sær at finna út av,
um tónleikurin er nakað, ið hon
skal gera meira við.
- Eg taki ein steðg frá lesnað
inum í summar fyri at vita hvat
eg vil við hesum. Fleiri dyr eru
longu latnar upp um allan heim,
ið eg kann arbeiða víðari við, um
eg so ynski, men eg má líka hugsa
tingini ígjøgnum. Men eg kundi
hugsað mær at roynt at liva av
tónleikinum, sigur Jenný Augustu
dóttir Kragesteen.
Sjálvt um hon lesur, so er hon
tó kortini í holt við at útgeva sína
fyrstu fløgu, og hevur hon áður
kunngjørt, at hon ætlar ikki at
útgeva fleiri stakløg fyrr enn fløg
an er klár. Nær hon er klár, ynskir
hon tó ikki at siga enn.
- Tað gongur væl við fløguni og
tað byrjar at líkjast nú. Men slíkt
tekur tíð og tað einast eg veit er, at
hon kemur út tá hon er liðug, sigur
Jenný Augustudóttir Kragesteen.
Leygarkvøldið fáa føroyingar
møguleikan at hoyra FRUM fram
føra á FMA, men harumframt er
møguligt at hoyra bólkin fleiri
staðni komandi tíðina. Í næstu viku
framførir hon á Vel Føroyar til
takið á Norðuratlansbryggjuni og
í summar skal hon millum annað
spæla á G!. Størsta upplivingin
verður tó helst í Danmark, tá hon
í summar skal spæla á stóra Spot
Festivalinum.
- Tað er ordiliga cool, at eg havi
fingið møguleikan at spæla á Spot.
Eg gleði meg nógv til tað og royni
at gera mítt arbeiði ordiliga gott
áðrenn, so eg fái sum mest burt
urúr, tá eg skal spæla har, sigur
Jenný Augustudóttir Kragesteen.
DYRNAR TIL KINA
- Tað er ein góð kensla, at fólk
taka væl móti tónleikinum. Men
orsøkin til, at eg skapi tónleik, er
tí hugurin er har og man brennur
inni við tí. Tónleikurin er ein máti
at sleppa av við hetta.
- Bara fyrsta fríggjadagin, tá tað bleiv útgivið, varð tað spælt
40.000 ferðir og í dag er tað spælt umleið 200.000 ferðir. So
man kann siga, at tað gekk rímiliga væl, men tað var púra
óvæntað, sigur Jenný Augustudóttir Kragesteen frá.