Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 29 16 LÍVSSTÍLUR MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO E ftirspurningurin eftir grønu fruktini er vaksin ov­ur­honds nógv hesi sein­astu árini. Fleiri og fleiri eru farin at eta avokado, sum verður brúkt í matgerð av øll­um handa slag. Avodado er eitt nú í salatum, dippum, tvíflísum og enn­tá í køkum. Heilsuserfrøðingar eru á einum máli um, at hóast nógvar kaloriur eru í avokado, so er fruktin sera heilsu­góð. Fleiri vilja vera við, at tal­an er um beinleiðis megnarkost. Sagt verður, at avokado minkar vandan fyri at fáa hjartasjúkur. Kroppurin hevur brúk fyri feitti, men øll sløg av feitti eru ikki eins sunn. Í avokado eru stórar nøgd­ ir av ómettaðum feitti, sum fyri­ byrg­ir hjartasjúkum og lækkar blóð­trýstið. Mælt verður eisini til at eta avokado fyri at lækka kolest­ erol­talið. Feittið í avokado fitar sjálvandi eins nógv og annað feitt. Viðmælt verður tí ikki at eta meira enn eina avokado um dagin. Ein hálv avokado er eisini nóg mikið. Fleiri ymisk evni og protein í avokado verða eisini hildin at minka vandan fyri krabbameini, eitt nú tá talan er um brótskrabba og krabba í bløðruhálskertlinum. Nógv bendir eisini á, at avokado linnar pínu av slitgikt í knøum. Tað er ongin ivi um, at tað eru nógv fleiri kaloriur í avokado enn í aðrari frukt og grønmeti. Men MEGNARFRUK Heilsuserfrøðingar hava bara gott at bera feitu fruktini avokado. Eitt nú verður sagt, at ein hálv avokado um dagin minkar vandan fyri bæði hjartasjúkum og krabbameini Soleiðis búnast avokadoir skjótari: Er avokadoin grøn og hørð búnast hon í stovuhita eftir 4 til 5 døgum. Um búningin skal ganga skjótari, ber til at koyra avokadoina í ein pappírsposa saman við einari banan ella einum súrepli. Tá skinnið er svart ella myrkagrønt, og avokadoin er eitt sindur bleyt at trýsta á, er hon búgvin. Avokadotræið er veturgrønt og kallast Perseus American. Orðið avokado stavar frá indianskum máli. Træið, sum kann verða upp í 30 metrar høgt, veksur í fjallaskógi í sunnara parti av Meksiko og aðrastaðni í Miðamerika. Avokadotrø verða dyrkað í USA, Spania, Ísrael, Brasil og Avstralia. Fruktin búnast ikki á trænum. Avokado verður heystað óbúnað, og tí eru tær ofta harðar, tá tú keypir tær í handlunum.