hósdagur 8. mars 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 26
17
KTIN AVOKADO
So nógvar kaloriur eru í avokado:
183 kaloriur eru í einari lítlari avokado
275 kaloriur eru í einari miðal avokado
366 kaloriur eru í einari stórari avokado
Ein miðal avokado vigar 100 gramm, og í henni eru
275 kaloriur. Til samanberingar eru 359 kaloriur í
100 grammum av hvítum rísi.
Kelda: iForm
Soleiðis skal ein hálv avokado goymast:
Etur tú eina hálva avokado um dagin, so er tað
umráðandi at goyma fruktina rætt, um hon skal
halda sær væl til dagin eftir. Ráðini eru at lata
steinin sita í og koyra eitt sindur av sitrónsaft á, so
avokadoin ikki verður brún. Hálva avokadoin skal
síðani pakkast inn í plastfilm og setast í eitt myrkt,
kalt skáp. Avokado skal helst ikki setast í køliskáp.
Tilfar:
300 gramm av spagetti
Avokadosós
1 fet av hvítleyki
1 avokado
1 pakka av frískum spinati
125 gr av pekannøtum
125 gr av parmesanosti
2,5 dl av vatni (brúka vatnið úr
spagettigrýtuni)
1 spsk av nýpressaðari sitrónsaft
1 tsk av salti
1 tsk av pipari
Kóka spagettið sambært ávísing á
pakkanum.
Koyr 2,5 dl av vatni úr
pastagrýtuni í ein blendara. Koyr
alt hitt tilfarið í blendaran og
blenda, til sósin er mjúk.
Vend spagettinum í
advokadosósini. Koyr flakar av
parmesanosti omaná.
Til ber eisini at koyra kókað
høsnarungastykkir í sósina.
Tilfar:
2 avokadoir
2 dl av kokossukri
1 dl av ósøtaðum súreplamosi
3 egg
2 tsk av vanilju
¼ tsk av salti
1 dl av kakaopulvuri
40 gr av myrkari sjokolátu
92%
1 dl av kokostrevjumjøli
1 spsk av kokosolju
Sjokolátukrem:
1 avokado
40 gr av myrkari sjokolátu
92%
6 spsk av kokossukri
1 spsk av kokosolju
½ tsk av vanilju
Set bakarovnin á 175 stig
Koyr avokadoir, kokossukur,
vaniljupulvur, súreplamos,
kokosolju og egg í ein
blendara, og blenda til ongir
klumpar eru í deigginum.
Smelta sjokolátuna yvir
vatnbaði. Koyr sjokolátuna í
blendaran og blenda eina løtu.
Koyr síðani kokostrevjumjøl,
kakaopulvur og salt í
blendaran og blenda alt
saman.
Koyr deiggið í ein smurdan
køkuform á 22x22
sentrimetrar og baka køkuna
í 15 minuttir við 175 stigum.
Ansa eftir, at køkan ikki
verður ov nógv bakað.
Meðan køkan er í ovninum,
verður sjokolátukremið gjørt.
Smelta sjokolátu, kokosolju,
kokossukur og vanilju
yvir vatnbaði. Koyr síðani
tilfarið í eina skál saman við
avokadoini og blenda væl við
einum stavblendara.
Tá køkan er kølnað, verður
sjokolátukremið smurt á
køkuna. Køkan skal helst
standa kalt. Og hon smakkar
allarbest dagin eftir.
Tilfar til 4 fólk:
2 stórar búnar avokadoir
¼ tsk av salti
1/8 tsk av keyennupipari
1-2 dl av mjøli
2 egg
2-3 dl av pankoraspi (serligt slag av raspi, sum
verður nógv brúkt í asiatiskari matgerð)
rapsolju
¼ tsk av salti
salt og sitrón at koyra oman á avokadokipsini
Soleiðis gert tú:
Tak steinin úr og sker báðar avokadoirnar í
avlang stykkir.
Koyr mjøl, pískað egg og pankorasp í hvør sína
skál. Rør salt og keyennupipar í mjølið. Dyppa
hvørt avokadostykkið í mjøl, síðani egg og at
enda í rasp. Legg stykkið á eitt fat.
Hita oljuna í einari djúpari pannu. Tað
skal vera so mikið nógv olju í pannuni, at
avokadostykkini ikki nerta við botnin. Steik
øll stykkini í oljuni og legg tey á eitt petti av
køksrullu.
Avokadostykkini verða borðreidd saman við
sitrónstykkjum og salti.
nógva trevjan í avokado ger, at
ein kennir mettu væl og leingi. Tí
verður viðmælt at eta avokado,
sjálvt um roynt verður at lætna.
Avokado fær eisini heiðurin
fyri at útseta ellitilgongdina. Í
fruktini er eitt evni, sum verður
sagt at vera sera gott fyri húðina
og eisini eitt evni, sum sigst vera
gott fyri eyguni. Hesi bæði evnini
virka harafturat sum eitt filtur, ið
verjir húðina fyri sólstrálum.
Umframt heilsugóða ómettaða
feittið og nógvu trevjuna, eru nógv
ar ymiskar vitaminir í avokado.
Avokadokips
Sjokolátukøka
Pasta
við avokado og sjokolátukremi
við avokadosós
Her eru tríggjar
uppskriftir til
matgerð við avokado: