Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 29 18 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Hans Jákup Mikkelsen Stjóri í Marine Harvest í Føroyum Gott onkur rindar skatt Og so hendi tað mær. Eg mátti leggja meg á stovugólvið, tí høvdið var við at bresta. Fyri 5 mánaðum síðani var eg sendur til Danmarkar við leigu­flogfari. Eg, kona mín, systir mín, ein narkosulækni og ein sjúkrasystir. Umframt flogskipara, stýrimann og eina flogternu. Fingu tey ikki sett hol á høvdið á mær innan 12 tímar, sat eg ikki her og skrivaði hesa grein. Á Ríkisjúkrahúsinum, 10 tímar eftir at eg hevði lagt meg á stovugólvið heima og ringt 112, borðaðu tey hol á høvdið, so blóðið slapp vekk. Ein slíkur túrur bara við mær kostar fleiri 100.000 krónur. Men sera effektivt og flott avrik. Eg eri á lívi. Mær kom til hugs, tá eg sat umborð á Atlantsflog á veg heimaftur til Føroya tríggjar vikur seinni, at tað var gott, at onkur rindar skatt í hesum landi, so eg kundi fara á Ríkissjúkrahúsið ókeypis. Eg havi eisini fyrr verið á Ríkissjúkrahúsinum. Fyrst við soni mínum og so við dóttir míni. So eg var takk­samur fyri at liva í einum samfelag, sum byggir á kristin virðir, har øll eru javnsett. Kristindómurin var ein trúgv fyri trælir. Teir ásannaðu, at øll vóru skapt í Guðs bílæti og tí skuldu øll menniskju javnsetast. Eftir Siðaskiftið, tá kristna trúgvin gjørdist ein persónligur spurningur millum menniskja og Guð, byrjaðu trælir at seta frælsi hins einstaka í hásæti. Kristna trúgvin var tí ein orsøk til fronsku kollveltingina, sum var byrjanin til frælsa fólkaræðið í Vestur­ heiminum. Eisini hevur kristna trúgvin ført við sær ein asketiskan lívshátt. At tað er ein dygd at arbeiða nógv og samtíðis liva lívsnoktandi og lítillátin. Hetta hevur verið við til at økja nógv um kapitalin, og tí kunnu vit skapa so stór virðir í dag, at vit kunnu ansa eftir hvørjum øðrum í einum stórum felagsskapi. So eg var fegin um at vera so heppin – tó keddur um, at eg var sjúkur og eg soleiðis var ein last fyri samfelagið. Men eg gleddi meg at koma heimaftur og vera saman við mínu kæru - at siga teimum hvussu góður eg eri við tey. So eg eri takksamur og fegin um, at føroyingar hava sett miskunnsemi sum grundarstein undir samfelagnum. Eg var ein av okkara minstu Nú havi eg roynt at vera ein av okkara minstu. At liggja hjálparleysur í eini hospitalssong og einki megna. Eg lá millum øll hini sum feiltu tað sama sum eg, óhjálpin, lammaði og sum ongan møguleika nakrantíd hava at koma fyri seg, við konu og børnum rundan um seg, sum grótu og stúrdu fyri framtíðini. Sum tað var synd í teimum. Og eg sum reisti meg úr songini og gekk út í lívið aftur. Størsti boðskapur Kristusar er, at vit skulu taka okkum av okkara minstu – teimum, sum líða, eru sjúk ella fátæk. Tað, sum vit hava gjørt einum av okkara minstu, hava vit gjørt honum. Vit hava tíbetur gjørt eina skipan – vælferð­ar­skipan – har vit hjálpa teimum minstu við at gjalda skatt, so vit ikki glatast. Men er tað nú so. Rinda fólk skatt ? Jú, kvinnur gera. Menn gera eisini. Men ein partur av raskastu monnunum í landinum rinda ikki. Skattaskipanin eins fyri øll Føroyingar, sum sigla í øðrum londum, ella arbeiða í øðrum londum, rinda ikki skatt í Føroyum. Búskaparráðið metti einaferð, at áleið 850 mió. kr. vóru tjentar av føroyingum uttanlands harav ein triðingur átti at verði goldið sum skattur í Føroyum ella áleið 280 mió. kr. Umframt hetta er føroyski parturin av FAS áleið 120 mió. kr, sjómanna­frádrátturin var einaferð 75 mió. kr. Kostnaðurin av Havstovuni, Fiskiveiðu­eftirlitinum og Magnus Heinason er 70 mió. kr. Fiskaaling kostar einar 15 mió. kr. um ári, so talan er okkurt um eina góða hálva milliard, sum raskir menn fáa tá teir fara til arbeiðis. Fyri at megna at nøkta tørvin so væl hjá teimum minstu og annars øllum sum búgva í hesum landi er neyðugt, at so stór virðir sum gjørligt verða skapt. Lønin, sum arbeiðsmegin fær, og avkastið, sum arbeiðsgevarin fær, er tað, vit liva av. Tað tilsamans er okkara livistøði. Skal livistøðið hækka er neyðugt, at lønin til arbeiðsmegina og avkastið til arbeiðsgevaran hækka. Fræls kapping um arbeiðsmegina viðførir júst hetta, tí hon beinir arbeiðsmegina har, lønin er hægst. Lønar­hækk­anin verður tá bygd á, at produktiviteturin hækkar, og tí hevur arbeiðs­gevarin ráð at gjalda eina lønarhækkan samtíðis við, at avkastið til hann verður størri. Kakan gerst størri, og stykkini, sum verða býtt, verða størri. Tað verður sostatt meira til arbeiðsmegina - til arbeiðsgevaran - til íleggjaran - til brúkaran og til skattavaldið. Soleiðis verður fruktin av búskaparvøkstri breidd út í samfelagið til øll. Fyri at fræls kapping skal vera um arbeiðsmegina er neyðugt, at skattaskipanin er eins fyri allar vinnur, tí skattafrádráttur í einari vinnu viðførir, at arbeiðsmegin í hesi vinnu ger ov lítla samfelagsnyttu. Sjómaðurin velur hægstu lønina Tað er gott fyri samfelagið, um lønin er høg. Tað merkir, at arbeiðsplássið, har viðkomandi Fyri at megna at nøkta tørvin so væl hjá teimum minstu og annars øllum sum búgva í hesum landi er neyðugt, at so stór virðir sum gjørligt verða skapt. Lønin, sum arbeiðsmegin fær, og avkastið, sum arbeiðsgevarin fær, er tað, vit liva av.