hósdagur 8. mars 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 26
19
arbeiðir, er produktivt og skapar stór virðir,
tí annars hevði tað ikki verið rúm fyri høgu
lønini. Mangir av sjómonnunum undir
Føroyum – serliga við uppisjóvarflotanum
- tjena nógv og er tað gott. Hesir persónar
rinda eisini nógvan skatt og er tað eisini gott.
Men um ein sjómaður verður lokkaður
inn í eina vinnu við skattalætta so sum DIS,
NIS og FAS, er frælsi hins einstaka týnt.
Sjómaðurin velur ikki arbeiðsplássið, tí tað
skapar størsta virðið fyri samfelagið, men tí
tað gevur hægstu løn eftir skatt.
Við hesum lækkar livistøðið í Føroyum,
tí skattalættin, sum veittur verður, verður
útfluttur til teir altjóða reiðarar, sum
føroyskir sjómenn arbeiða hjá, og tey
viðskiftafólk, teir arbeiða fyri.
Vit verða javnsett um øll gjalda sama
skatt fyri somu løn, óansæð hvør vinnan er.
Tá fer arbeiðsmegin til verka, har hon skapar
størsta virðið og harvið nøktar størsta
tørvin, tí størsti tørvur okkara skal avgera,
hvar hvør arbeiðir.
Frælsi hins einstaka er tað dýrabarasta í
hesum heimi. Tí skulu vit ansa eftir øllum,
sum er við til at skerja tað. Vit skulu hava
frælsi at gera júst tað, vit hava hug til, so
leingi vit ikki skaða onnur. Tað, sum skal
avgera, hvar tú arbeiðir, er hugur tín, førleiki
tín og lønin, tú fært fyri avrik títt.
Um so verður, finnur arbeiðsmegin eitt
arbeiðsbýti, har øll størv hava týdning, tí
tey nøkta onkran stóran tørv, sum vit hava.
Einki starv hevur størri týdning enn eitt
annað.
Men um stuðul veittur verður, skeiklar
politiski myndugleikin hetta arbeiðsbýtið,
og frælsi verður skert. Tá stuðul einari
vinnu givin verður, virðissetir politiski
myndugleikin tey størvini hægri enn onnur.
Hann heldur seg tá vita betri, hvat er best
fyri hvønn einstaka borgara, enn borgarin
veit sjálvur. Faðirligi trupulleikin er, at
eingin hevur møguleika at vita hvønn tørv,
hvør einstakur hevur.
Politiski myndugleikin
eigur ábyrgdina
Avgerandi er, at politiski myndugleikin ikki
eggjar sjómanninum at fara til skips við
skattalætta. Sjómaðurin skal fara til skips,
tí hann hevur hug til tað, og tí hýran er góð.
Hetta er ikki eitt álop á teir rasku menn,
sum arbeiða úti í heimi. Teir gera tað teimum
dámar, og at teir ikki rinda skatt í Føroyum,
er ikki teirra avgerð. Hetta er heldur ein
áheitan á landsstýrismannin í fíggjarmálum,
sum í mong ár kundi havt broytt hetta bert
við einum pennastroki. Men ikki er tað gjørd.
Tað er mær ein gáta at eingin politikari tekur
hendan skeivleikan uppá tungu.
Ein dubultskattaavtala merkir, at tú ikki
skalt gjalda skatt tvær ferðir. Vit taka nøkur
dømir, og vit siga einfalt, at í Føroyum rinda
vit 40% í skatt. Um tú rindar 20% í skatt í
tí landinum, har tú arbeiðir, skalt tú rinda
20% í Føroyum soleiðis at tú rindar tað sama
sum ein landkrabbi í Føroyum ger. Um tú
rindar 10% skalt tú rinda 30% í Føroyum, og
um tú siglur við DIS og einki rindar, skalt
tú rinda 40% í Føroyum. Fíggjarmálaráðið
sigur, at um tú arbeiðir í einum øðrum landi,
skalt tú ongan skatt rinda í Føroyum. Hetta
er beinleiðis skeivt og órættvíst ímóti øllum
hinum, sum rinda skatt.
Hetta kann landsstýriskvinnan í
fíggjarmálum broyta í morgin bert við at
skatta hesar persónar eftir muninum, sum
teir høvdu havt goldið, um teir arbeiddu
í Føroyum ella vóru við føroyskum
fiskiskipi. DISarar kunnu skattast um
landsstýriskvinnan skræðir ískoytið til
avtaluna millum Føroyar og Danmark í
tvískattaavtaluni millum tey norðurlendsku
londini, og tveitir tað í ruskspannina.
Vit gjalda til felagsskapin
Vit gjalda skatt til tann tørv, vit best nøkta
í felag. Vit gjalda skatt, so onkur kann
undirvísa børnum okkara í einum góðum
skúla - so onkur kann hjálpa okkum, tá vit
verða sjúk - so onkur kann lofta okkum, tá vit
verða gomul. Sostatt fer meginparturin av
skattinum til skúlaverkið, sjúkrahúsverkið
og almannaverkið.
Sjómaðurin hevur eisini børn, sum ganga
í skúla – sjómaðurin gerst eisini sjúkur og
skal hava læknahjálp, og sjómaðurin verður
eisini gamal og skal hava onkran at lofta sær
tá.
Sostatt skal hann gjalda fyri at fáa
hendan tørvin nøktaðan eins og landkrabbin
ger. Sjómaðurin kann jú sum øll onnur enda
sum ein av okkara minstu.
Við at gjalda skatt fáa allir borgarar so
javnsettar møguleikar sum gjørligt. Bæði
viðvíkjandi skúla og arbeiði – sjúkrarøkt
og ellishjálp. Hetta gevur øllum borgarum
størri frælsi at fara til verka at skapa virðir.
Við hesum taka vit okkum eisini av okkara
minstu, og verður samfelagið rættvísari.
Men rættvísi í hesum heimi er tíverri
tað, herskandi klassin heldur og meinar. Tá
herskandi klassin fær skattalætta, meðan
okkara minstu eru í fátækravága, byggja
vit ikki á kristin virðir.
Vit skulu hava frælsi at gera
júst tað, vit hava hug til, so
leingi vit ikki skaða onnur.
Tað, sum skal avgera, hvar
tú arbeiðir, er hugur tín,
førleiki tín og lønin, tú fært fyri avrik títt
Sjómaðurin hevur eisini
børn, sum ganga í skúla
– sjómaðurin gerst eisini
sjúkur og skal hava
læknahjálp, og sjómaðurin
verður eisini gamal og skal hava onkran
at lofta sær tá.