hósdagur 8. mars 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 29
20
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Arbeiðsloysið í januar
var 2,1 prosent. Størsta
arbeiðsloysið er í Suðuroy,
har tað er heili 4,2 prosent.
Fyrstu búfólkini flyta
inn í Umsorganarheimið
Gloria í Klaksvík.
Í fjør vóru bert 40 børn
fødd í Suðuroy – tað er
lægsta tal í fleiri áratíggju.
TAKS boðar frá, at
føroyingar hava goldið
48 milliónir ov nógv í
skatti í fjør.
Kim Kielsen,
landsstýriformaður í
Grønlandi, skrivar út val at
verða í apríl.
Suðuroyar Sparikassi
tvífaldar avlopið upp í
1,8 milliónir krónur fyri
2017
FMA
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fólk í Føroyum hava skrivað í
kondolansubókina í sambandi
við deyðan hjá Heindrikki prinsi
150
Føroysku tónlistavirðislønirnar
verða latnar leygarkvøldið, og hesa
vikuna hevur FMA verið nógv umrøtt.
FMA er styttingin fyri enska heitið
Faroese Music Awards. 18 heiðurslønir
verða givnar føroyskum tónleikalívi,
og tey tilnevndu eru í tveimum
bólkum – popp-rockur og opin
bólkur. FMA verður sent beinleiðis
í sjónvarpinum leygarkvøldið frá
kl. 19:30. Umframt handanir verða
eisini framførslur við 10 føroyskum
tónleikabólkum og solistum.
Tað er ”spæl føroyskt” hesa vikuna.
Merkir tað, at KÍ má spæla við
eykaliðnum sunnudagin?
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind,
10-15 m/s av landnyðringi, um
kvøldið minkandi niður í 8-13 m/s.
Fyri tað mesta skýggjað og regn
ella vátakavi – um kvøldið ælaveður.
Hitin alt døgnið millum 2 og 5 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind, 10-15 m/s av landnyðringi
og eystri. Skiftandi skýloft og
møgueiki fyri regn – ella kavaælum.
Hitin ald døgnið millum 2 og 5 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av
landnyðringi og eystri, 8-13 m/s,
eitt skifti 5-1 m/s. Skiftandi skýloft
og helst onkur regn- ella kavaæl.
Hitin al døgnið millum 2 og 5 stig.
8-13m/s
10-15 m/s
8-13 m/s
Nøkur ár eru liðin síðani almennu føroyar
sluppu sær undan at taka sær av okkara
eldru medborgarum og løgdu ábyrgdina
út til kommunurnar.
Sjálvandi skuldu kommunurnar brúka
nakað av tíð at skapa ein leist, sum hetta
økið kundi røkjast eftir. Nú er tíðin farin
og tað sær út til, at samstarvini sum vóru
skapt til hesa uppgávu virkar.
Men hevur eldrazøkið tað so betri nú?
Nei, ikki eftir tí sum eg hoyri á
vatnrørunum. Gerandisdagurin bankar
uppá hjá kommunalu samstøvrvunum.
Tað vil siga, at fíggjarliga støðan byrjar at
vísa sítt sanna andlit
Í fleiri støðum eru tey farin at spara
og lættast er ofta at lata tað ganga út yvir
tey veiku, sum ikki orka ella tíma at muta
ímóti.
Kundi hugsa mær, at tey sum hava
eftirlit við, hvussu tey gomlu hava tað,
fara at hyggja at veruleikanum og ikki bara
hyggja í skjøl frá kommunusamstørvunum.
Skal minna á, at hetta er eitt øki, har
fyrst og fremst kvinnur arbeiða. Hvussu
við javnstøðu her?
Í Løgtinginum høvdu tey í vikuni
seinasta framløgudagin av uppskotum í
hesi tingsetuni.
At val er um ikki so langa tíð sæst, tí nú
kemur andstøðan eisini við uppskotum,
sum kunnu brúkast í einum valstríði.
Andstøðan veit ómetaliga væl, at tað
skal meira enn vanligt politiskt hegni at
fáa eitt andstøðuppskot samtykt.
Orðaskiftið vísir eisini, at tað er eitt slag
av steðgi í. Fleiri tímar verða brúktir at tosa
um “smá”-uppskot, tí onki størri er at taka
støðu til í løtuni.
Og so skulu vit ikki gloyma altjóða
kvinnudagin, sum var í gjár. Men tað gera
vit heldur ikki, tí Kringvarpið hevur sett
fokus á mánasjúkuna alla vikuna.
Jú, nógv ber til at gera sendingar um og
nógv kunnu altjóða merkisdagar brúkast
til.
100 ár eru liðin síðani kvinnur fingu
atkvøðurætt. Tað var eitt framstig og langt
er komið síðani, sjálvt um summi halda, at
tað framvegis er langt eftir á mál.
Veit bara, at hava kvinnur langt eftir á
mál her hjá okkum, so stendur framvegis
ómetaliga illa til manga aðrastaðni.
Kann ikki lata vea við her at nevna eitt
mannfólkamál, sum fær nógva umrøðu í
hesum døgum.
Landskappingin í fótbólti byrjarar
aftur og vit eru við at koma til avgerandi
dystirnar í Champions League. Hetta ger, at
ein stórur partur av okkum eru upptiknir
sunnudagar, umframt týsdag og mikudag.
Vit kunnu siga at tað gongur yvir, men
so heldur ikki meira. Vit sofavenjarar mugu
fylgja við – annaðhvørt á skerminum ella
við vøllin.
Viðgangi, at tað skal eitt vist tolsemi
til at hava við menn at gera, men vit eru
vónandi komnir so langt, at vit hava fulla
virðing fyri kvinnum og javnmeta tær
minst líka høgt, sum vit meta okkum
sjálvar.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At fyrsti kvinnuligi
politikarin í Føroyum
var Johanna
Mortensen á
Tvøroyri
Ein maður er dømdur 40 daga treytaða
fongsulsrevsing og 60 tímar samfelags
tænastu fyri at hava dyrkað níggju hassj
plantur heima hjá sær sjálvum.
Maðurin var upprunaliga ákærdur fyri
at hava dyrkað níggju hassjplantur, um
framt at hava smá 400 gramm av hassji
heima hjá sær. Ákærin vildi tí døma
mannin fyri bæði planturnar og hassjið,
tilsamans 656 gramm av hassji. Fyri hetta
vildi ákærin hava hann revsaðan við 80
daga treytaleysari fongsulsrevsing.
Verjin hjá manninum førdi tó fram, at
tey 400 gramm av hassj vóru úrtøkan frá
teimum níggju plantunum, og tí mátti
maðurin dømast fyri antin planturnar
ella hassji, ikki bæði. Níggju plantur
verður roknað um til 656 gramm av hassji
sambært einum dómi frá Hægsta Rætti,
segði verjin, og helt tí, at 40 dagar treytað
fongsulsrevsing mátti verið hóskandi.
Dómarin tók tað, sum verjin segði
til eftirtektar og dømdi einans mannin
fyri tær níggju planturnar. Hald bleiv tó
lagt á hini 400 grammini av hassji og 10
hassjfræ, sum løgreglan eisini fann heima
hjá manninum.
Treytaða revsing fyri at dyrka hassj